- Tað BER til

Næsta ár fara føroyingar at kunna keypa jarðber, ið eru framleidd her á landi. Á Sundi eru fyrstu stigini tikin til tað sum einaferð kann gerast ein nýggj føroysk vinnugrein. - Vit hava góðar vónir um hesa framleiðsluna, og vænta at tað fer at bera til, siga Rólvur Djurhuus frá Búnaðarstovuni og Jákup Bærentsen á Sundi, ið standa fyri hesi verkætlanini á føroyskari jørð.

Í alt ov mong ár hava føroyingar einans kunnað keypt útlendsk jarðber. Men næsta ár fer at bera til at keypa føroysk og sum eru "Made á Sundi".

Nú er føroyska Búnaðarstovan vorðin partur av eini verkætlan, saman við granskarum og ráðgevum úr Noregi, Íslandi og Grønlandi.

Verkætlanin, ið ber heitið "Expended berry production in the North Atlantic Region" ynskir at kanna møguleikarnar fyri at velta hindber og jarðber í sergjørdum plastikktunlum.

Í hesum londum er ein komin rættiliga væl áleiðis við framleiðsluni. Og í hesum døgum eru fólk úr grannalondum okkara á vitjan her, og geva ráðgeving og vegleiðing um, hvussu hetta so líðandi kann gerast ein lønandi vinna.

Aðrastaðni verður roknað við, at ein fær 1,5 kilo av jarðberum av hvørjum fermetri um árið. Og roknar ein samstundis við einum prísi uppá kanska 150 krónur fyri kilo, kann ein seta eitt roknistykki upp við svartari botnlinju í framtíðini.

- Tað serstaka við hesum berunum er eisini tann framúr góði smakkurin, ið er nógvar ferðir betri enn tann, ið ein fær í handlunum.

- Vit rokna tí við at hetta kann gerast eitt gott íkast hjá bóndanum á Sundi, sigur Rólvur Djurhuus. - Hetta skal bara bera til.


Nøkta tørvin

Tey, ið koyra fram við elverkinum á Sundi hava helst varnast pastikk-tunnilin við einum bogaðum hválvi uttan mønu. Húsini verða ikki upphitaði, so tað eru bert sólin og lívdin, sum verma luftina inni í húsunum.

Plastikkið verður spent yvir um várið og tikið av aftur um heystið, samstundis sum lunnar verða lagdir undir eina veruliga framleiðslu av bæði jarðberum og hindberum.

- Um hetta fer at bera til, kundu vit sett okkum sum mál, at hendan framleiðslan gerst eitt ískoyti til raksturin hjá jarðarbrúkarum, verður sagt.

- Vit kundu so eisini sum frálíður kunna nøktað tørvin á slíkum vørum til heimamarknaðin.

Júst plaseringin av føroysku framleiðsluni er eisini gjørd við tí í hyggju at vera tætt við marknaðin í miðstaðarøkinum, samstundis sum ein er staddur í nánd av Búnaðarstovuni.

Øll fíggingin er fingin til vega frá ymiskum grunnum, stovnum og fyritøkum. NORA stendur fyri meginpartinum, men umframt teirra fígging, er lokal fígging útvegað í teimum ymisku luttakaralondunum.

Í Føroyum hava Granskingarráðið og MBM fíggjað verkætlanina.