Fyrrverandi HB-venjarin, Heimir Guðjónsson, sum nú er venjari hjá Vali í heimlandinum, Íslandi, ynskir at leingja um íslendska kappingarárið og fáa fleiri dystir spældar.
Soleiðis sum íslendska landskappingin er skipað nú, so spæla tey 12 liðini í bestu deildini einaferð ímóti hvørjum øðrum - 22 dystir tilsamans frá apríl til september.
Heimir heldur føroysku skipanina við at liðini spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum vera eitt gott hugskot, og eisini at kappingarárið verður longt.
- Fyri at leingja um tað hava vit tørv á fleiri graslíkisvøllum, soleiðis at vit kunnu byrja fyrr og enda fyrr. Gera vit einki við hetta í Íslandi, so fara Føroyar at yvirhála okkum um sjey, átta ella 10 ár, sigur Heimir Guðjónsson í samrøðu við podcastið Fantasy Gandalf.
- Skulu vit gera framstig, so mugu fleiri dystir spælast og kappingarárið leingjast, sigur hann.
Íslendskir venjarar taka sambært fotbolti.net flest allir undir við at spæla fleiri dystir. Kjakast verður um hvussu hetta skal gerast á bestan hátt, og uppskotið hjá Heimi Guðjónsson er altso at fylgja føroyska kappingarleistinum við at liðini spæla tríggjar dystir ímóti hvørjum øðrum.