- Eg havi tað ikki gott, fyrr enn bátar og manningar eru komin trygg heimaftur av bátastevnuni.
Tað sigur Leivur Olsen, havnarmeistari í Vestmanna. Hann vísir á, at umstøðurnar til bátar eru góðar í Vestmanna. Brúgvar eru lagdar út, og her er gjørt pláss til nógvar bátar. Allir bátar, sum koma til bygdar, fáa streym og vatn.
Havnarmeistarin sigur, at í Vestmanna verða nógvar vaktir og samarittar, meðan bátastevna er.
- Bjargingarbáturin Ziska úr Klaksvík og aðrir bjargingarbátar er her á hvørjum ári, og brandliðið í Klaksvík plagar eisini at vera partur av vaktarhaldinum.
Leivur Olsen sigur, at soleiðis, sum hann hevur skilt, er samstarv millum brandliðið í Klaksvík og brandliðið í Vestmanna, soleiðis at fólki í Vestmanna eisini hjálpa til, tá slík tiltøk eru í Klaksvík.
- Brimil plagar eisini at liggja á Vestmanna og ansa eftir, at bátar ikki loysa í ótíð, meðan stevnan er, sigur hann.
Kortini ásannar havnarmeistarin, at tað er ein ávísur ótti á honum, tá bátastevna er.
- Jú, tað er ikki frítt. Her kemur nógv fólk, og nógv verður gingið millum bátar. Tá stevnan er av, og alt gekk væl, kennist tað líka sum ein lætti.
Leivur Olsen sigur, at hann hevur tað ikki gott, fyrr enn hann veit, at bátaflotin, sum kemur til bátastevnu, er komin heim aftur í øllum góðum.