Tað almenna má ganga á odda

Stjórin í Kall, Bjarni Askham Bjarnason, heldur tað verða neyðugt, at tað almenna gongur á odda, um vit skulu hava eina veruliga KT-vinnu í Føroyum.

Sum nevnt aðrastaðnis í blaðnum hevur Føroya Tele havt eina risavøkstur innan breiðbandsútbreiðsluna seinastu mánaðirnar. Harðasti kappingarneytin hjá Føroya Tele er Kall, og hjá teimum er støðan júst tann sama.

Størst vøkstur innan privatkundar
Bjarni Askham Bjarnason, stjóri í Kall, sigur, at vøksturin hjá teimum líkist tí hjá Føroya Tele í prosentum og kanska væl tað.
- Vit hava havt ein øgiligan vøkstur á breiðbandsøkinum, og tað er serliga á tí privata marknaðinum, at vøksturin er stórur, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
Stjórin í Kall sigur, at tað serliga eru tey bíligaru breiðbandshaldini, ið eru nógv umbiðin, men nakað verður eisini spurt eftir teimum størru.

Onkur má ganga á odda
Aðrastaðnis í blaðnum førir Richard Mortensen, stjóri í FT Samskifti, fram, at tað er neyðugt við einum veruligum KT-umhvørvi í Føroyum, um vit skulu fáa eina veruliga KT-vinnu í gongd her á landi, og hesum er Bjarni Askham Bjarnason samdur í.
- Útbjóðararnir eru ikki nøkur forðing fyri menningini av eini KT-vinnu, men onkur má ganga á odda og skapa karmarnar. Her haldi eg, at tað hevði verið púra náttúrligt, at tað var tað almenna, sum gjørdi tað. Tá hugsi eg bæði um reint handilsliga, men eisini hvat viðvíkur útbúgving og øðrum, sum skal til, um vit skulu fáa eina veruliga KT-vinnu, sigur Bjarni Askham Bjarnason.