Talv er ikki so mystiskt, sum fólk ofta hava lyndi at gera tað til. Eitt sindur av gávum krevst ivaleyst, men stóra loyndarmálið hjá einum sterkum telvara er áhaldandi venjing, og at tú veist, hvussu tú venur mest effektivt.
Hetta sigur fyrrverandi føroyameistarin i talvi, Heini Olsen, sum er búsitandi í Danmark, men í løtuni brúkar nógva tíð í sínum gamla talvfelag í Klaksvík, har hann millum annað hevur givið ungum telvarum frálæru.
Nikolic sum lærumeistari
Hóast Heini var 22 ár og føroyameistari í talvi, tá hann fyrstu ferð sjálvur fekk veruliga talvfrálæru, er hann sannførdur um, at tað ikki var fyrr enn tá, at hann fekk ta fatanina av talvi, sum skal til, fyri at gerast ein góður telvari.
- Eg var so heppin at fáa frálæru frá Predrag Nikolic, sum búði í Klaksvík eitt skifti fyrst í 1990unum. Uttan at taka nakað frá nøkrum eri eg vísur í, at tað er Nikolic fyri at takka, at føroysk telving er á so mikið høgum støði, sum hon er í dag, sigur Heini og greiðir frá, at Nikolic fyrst av øllum legði seg eftir at læra telvarnar, hvussu teir skuldu venja og ogna sær talvvitan. Frá honum fekk Heini soleiðis nøkur virðismikil amboð, hann sjálvur kundi brúka seinni. Og sum útgangsstøði er tað eisini hetta, Heini nú lærir frá sær aftur.
- Eg læri tey ungu at venja á sama hátt, sum eg sjálvur lærdi tað. Talvini, eg lati tey gjøgnumganga, eru sovorðin, eg sjálvur havi sitið og arbeitt við, og eg havi við vilja ikki lækka støðið. Tað mest avgerandi er, at tey verða greið yvir, at tað finst ein arbeiðsháttur, tey kunnu brúka, fyri at gerast betri telvarar. Hvussu nógva orku tey so tíma at brúka uppá at venja framyvir, verður altíð upp til hvønn einstakan, men tað skal ikki vera ein forðing, at tey ikki at tey ikki duga mátan, sigur Heini.
Boðar frá góðum
Heini er ikki sørt bilsin yvir, hvussu hugagóðir ungu telvarnir hava verið hesar dagarnar. Ikki minst tá hann hugsar um, at tey hava verið í skúla allan dagin, tá frálæran í talvi er byrjað. Allíkavæl hava so gott sum øll verið við 2-3 tímar hvørt kvøld alla vikuna, tá frálæra var á skránni.
- Tey tíma ótrúliga væl, men tey vilja helst verða so nógv við sjálvi, sum møguligt. Talvvitan skal inn í myndina fyrr ella seinni, men hesuferð havi eg roynt at avmarkað langrøkjutar frágreiðingar og heldur latið tey sjálvi gjøgnumgingið uppgávur hvør sær og saman. Tað er eisini tað, sum gevur mest í longdini, tí uppgávurnar kunnu tey altíð halda fram við sjálvi heima, tá ongin lærari er at hjálpa, sigur Heini, sum ikki ivast í, at summi av hesum ungu væl kunnu gerast sterkir telvarar, um tey veruliga leggja orku í tað.
- Vanliga siga vit, at tey, sum fella frá, oftast gera tað í 12-13 ára aldrinum, so tey eru nokk longu farin. So okkurt bendir á, at tað verða onkur av hesum, ið nú eru eftir, sum vera við til at mynda framtíðina hjá Klaksvíkar Talvfelag. Og tað boðar frá góðum, heldur Heini.
Aldur ongin forðing
Ein av fyrimununum við talvi er avgjørt, at tú altíð kanst venja og fyrireika teg uttan at vera bundin av tíð, stað ella liðfeløgum. Tí er tað kanska ikki av tilvild, at telvarar ofta eisini eru tónleikarar ? ella øvut, tí tónleikavenjing krevur nokk eisini í løtum at hugflogið og konsentratiónin ikki verður órógvað, grunar Heini og leggur afturat, at tað sjálvandi eisini er ein fyrimunur, at í talvi er aldur ongantíð nøkur forðing ? kanska tvørturímóti.
- Herfyri telvaði heimsins yngsti stórmeistari, 13 ára gamli Magnus Carlson, móti kenda telvarnum Kortchnoi, sum nú er 73 ár. 60 ára aldursmunur er sjálvandi ikki nakað, tú sært í øðrum kappingum, men tað áhugaverda var eisini, at í hesi kappingini vann tann eldri. Tað er ikki so galið at vita, tá tú hugsar um, at í nógvum øðrum ítróttargreinum verður tú ?pensioneraður? í 30unum, sigur 35 ára gamli telvarin, Heini Olsen, at enda.