- Tað er blivið kul at búgva í Føroyum

MYNDIR: Vinnuforum í Sjóvinnuhúsinum

Í gjár var eitt forvitnisligt íverksetaratiltak í stóru samkomuhøllini á Vestaru Bryggju. Nógv fólk var komið saman at hoyra spírandi føroyskar íverksetarafyritøkur greiða frá teirra ætlanum.

 

Fyrireikararnir høvdu bjóðað viðurkenda danska kokkinum og íverksetanum, Claus Meyer, til Føroya at greiða frá sínari kveikjandi søgu. Hann fortaldi sína søgu við skemtiligum og álvarsligum anektotum, vísti videobrot og var nærverandi allan vegin ígjøgnum.

 

 

Ein imponeraður borgarstjóri

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, helt eisini røðu í sambandi við tiltakið. Hon legði dent á, at íverksetan er ein umráðandi partur av tí støðugu nýskapan, sum fer fram í føroyska vinnulívinum. Hon tók m.a. støði í Claus Meyer og Koks:

 

- Serliga maturin – nýggi norðurlendski køkurin - sum Claus Meyer hevur sett á breddan, er vorðin ein kjarnuvøra í føroysku ferðavinnuni. Føroyski maturin hevur altíð havt serliga rúmd í okkara hjørtum. Tað nýggja er, at gestir nú koma henda vegin fyri at njóta smakkirnar, sum vit so trúføst hava goymt í okkara ríka matkova ættarlið eftir ættarlið.

 

- Vit hava altíð vitað, at føroyski maturin hevur eitt serstakt virði. Og nú hava Føroyar megnað at fingið okkara mat á heimskortið! Tað er so ómetaliga stórsligið, at KOKS nú hevur tvær Michelin stjørnur.

 

 

Tað er kul at búgva í Føroyum

Víðari tosaði Annika Olsen um menningina í Føroyum, sum gongur við rúkandi ferð.

 

- Hjá summum er tað at uppliva Føroyar bara nakað, tú mást royna. Og hjá nógvum føroyingum er tað at búgva í Føroyum bara nakað, tú mást gera. Tað er vorðið kul at búgva í Føroyum. Ja, nú eru Føroyar so forkunnugar, at altjóða miðlar eru púra burtur í søguni um, at Føroyar steingja fyri ferðafólkum eitt vikuskifti í apríl.

 

- Hvør hevði trúð fyri bara fáum árum síðani, at hetta fór at henda?

 

- Vit hava fleiri og fleiri størri ráðstevnur og altjóða ítróttartiltøk. Vit hava góðar útbúgvingarmøguleikar, og vit hava altjóða viðurkendar granskarar. Vit hava nógv fólk, sum tora at droyma, og sum tora at gera dreymar til veruleika og evna teir til ítøkiligar vørur at selja øðrum.

 

 

Ferðavinnan skal blóma

Borgarstjórin segði, at Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum skal blóma.

 

- Vit vilja hava fleiri ferðafólk, og hesi ferðafólkini skulu kunnu velja millum dygdargóðar vørur alt árið. Tað er nú, áðrenn ferðavinnan veksur munandi, at vit skulu menna og skipa nýggj tilboð. Og nýggj tilboð spretta fram, har góðska hevur fremstu raðfesting. Tað er hugaligt at síggja, at virkisfús fólk vilja hesa spennandi og vaksandi vinnu.

 

- Saman við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands gera vit nú Havnina til ein altjóða ráðstevnubý. Henda vinnan styrkir virksemið á gistingarhúsum og matstovum, og nógvar avleiddar vinnur njóta eisini ágóðan av keypiorkuni hjá ráðstevnugestum. Serliga útlitini fyri, at vinnuferðavinnan kann fáa fólk at vitja alt árið, er gott at vita sær, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. 

 

 

Her eru myndir frá tiltakinum.