høllini var øgiligur. Men síðani gekk tað skjótt fyri seg. Tá StÍF gav bóltin upp, fekk hann reytt kort fyri at renna Jakob Jónsson umkoll, og fá sekund seinni varð hann burturvíst, tí hann var inni á vøllinum [...] Jakob alt fyri eitt. Sum eg sá tað, so var bólturin givin upp, og tá eigi eg ikki uttan víðari reytt kort fyri hetta. Tann parturin vildi verið øðrvísi, um bólturin als ikki var givin upp. - Og dómarin sigur [...] kostaði honum burturvísing frá dómaraparinum. Tá vit seinni tosaðu við Áka, var hann skjótur av viðganga, at seinasti parturin kanska var betri ógjørdur, men hann hevði tó ilt við at skilja grundgevingarnar hjá
Eysturoyartunnillin. - Eg má siga, at hetta var ein risastór uppliving, og eri sera hugtikin av dygdini í tunlinum, og hvussu professionelt alt er frágingið. Tað var ein løgin, surrealistik kensla, at sleppa [...] Smyril og Teistin, og alt hetta eru broytingar, sum hava ment Føroyar og sum hava gjørt tað liviligari her á landi. Tað sigur Johan Mortensen, sum vísir á, at nú standa so aftur ómetaliga stórar broytingar [...] umrødda rundkoyringin inni í tunlinum er lík einum katedrali, heilar 180 metrar undir havskorpuni. - Og so at síggja dagsljósið aftur og hava Runavík framman fyri sær. Hetta var bara so mega stór og torskilt
Tað hava verið nógvar grindir higartil í ár. Tilsamans eru átta grindir dripnar og ein flokkur av springarum er eisini dripin inni í Skálafirði. Fyrsta grindin í ár var í Bø, tann 22.mai. Tá løgdu 83 hval [...] í Tjørnuvík. Tá var talan um 43 hval. Herfyri løgdu tvær grindir løgdu beinini í Hvannasundi uppá tríggjar dagar. Seinasta mikudag og leygardag blivu ávikavist 60 og 71 hval. Grind var aftur hildin til [...] hval beinini. Næsta grindin var í Sandágerði 16. juni. Tá løgdu 164 hval beinini. Sama dag løgdu nakrir springarar beinini í nýggju hvalvágni í Skálfirði. Tíggju dagar seinni, tann 26.06, løgdu 150 hval
tí slík mál krevja, at tað verður arbeitt skjótt. Bjørn Tegner Bay vísir á, at tá Grønlands Politi hevur so mong drápsmál, er tað náttúrligt, at onkur onnur mál mugu bíða longri. - Vit hava eisini onnur [...] sigur, at í 2022 eru átta brotsverk framd í Grønland, ið eru flokkað sum dráp. Tað er serliga eitt av málunum, ið vekir ans. Tað er ein hending í grønlendska býnum, Qasigiannguit, sum á donskum verður róptur [...] sambært Wikipedia eini 1250 fólk. Sambært fútanum í Grønlandi var hendingin her í býnum heldur óvanlig, tí drápið fór fram á opnari gøtu. - Tað er hent áður, men flestu dráp í Grønlandi fara fram í privatum
fráboðan um, at onkur hevði verið inni í einum sethúsum í Vági og framt herverk. - Eitt vindeyga í einari hurð var brotið, okkurt innbúgv hevði fingið skaða, og skrivað var inn í veggin, visti vaktleiðarin [...] aftrat, at eigarin var ikki í húsunum, tá herverkið varð framt. - Nú er so funnið fram til, hvørjir persónar eru, sum stóðu aftan fyri herverkið henda dagin í Vági, sigur vaktleiðarin. Tað vísir seg nevniliga [...] nevniliga, at talan er um børn úr 3.-5. flokki, sum hava verið inni í húsunum og framt herverk, átta børn tilsamans. - Málið er tikið upp við foreldrini og barnavernd, og vit kunnu bara fegnast um, at hond
vikuskiftið,var ikki bara kappróður. Sum vanligt á Skálafjørðinum, var eisini kappsigling. Veðrið var av tí allar besta til sigling, bara eitt lítið lot út eftir Skálafirði. Starturin var inni á Langanesi [...] tríggjar boyur og málið var ímillum molarnar til kaihylin úti í Runavík. - Tað gjørdist ein sera góð og vøkur sigling, eisini fyri áskoðararnar á landi, sigur Regin Debes, sum var við. - Sjálv mállinjan [...] liggja í stilli av tí at stórir russiskiskir trolarar lógu beint við og tað argaði siglararnar eitt sindur. Aftaná siglingina var kaffi og heimabakað skuffukaka í tjaldinum á havnarlagnum. Har vóru eisini
eru bilar kannaðir inni í bygdum øki her í Havnini Avleiðingin av tí var, at fimm bilførarar mugu taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missa teir tað. Tað merkir, at teir [...] tiknir í dag, ímillum 84 og 92 km. um tíman. Harafturat fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið, tað merkir, at teir koyrdu ímillum 71 og 80 km um tíman í bygdum øki. Fært tú trý klipp innan fyri trý [...] trý ár, verður koyrikortið frádømt treytað og bilførarin má taka koyrikortið av nýggjum. Men er tað styttri enn trý ár síðani, at tú tík koyrikortið fyrstu ferð, eru reglurnar strangari. Tá krevjast bara
landskappingardystunum, umboða tað nýggja meistaraliðið, KÍ. Klaksvíkingar høvdu í ár ein sera støðugan hop, og í grunduni kundi tað verið soleiðis, at teir somu ellivu høvdu byrjað inni í øllum dystunum uttan [...] uttan undantøk. Men John Ryan var skaddur í byrjanini av kappingini, Jan Andreasen noyddist at sita ein dyst uttanfyri vegna leikbann, og harafturat var Kurt Mørkøre (ið eisini hevði verið leikbannaður fyrr [...] ið seks umfør vóru eftir at leika, og Jan Allan Müller varð innkallaður úr Danmørk í hansara stað. Tað einasta felagið, ið ongan spælara hevði viðí øllum átjan dystunum, er B68. Teir skuldu havt verið Finn
fyrst við, at tað er á Háskúlanum, tað brestur fyri nevi hjá hesum unglingi, at bæði Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen vóru medvitnir menn tjóðskaparliga, og at hin seinni, kanska serliga, var vinstrahallur [...] Martini, viðhvørt saman við Rigmor, og tað var Martini ein sonn og ómetalig gleði at vera saman við hesum neistrandi flogviti. Virðing og víðskygni Sum fyrr nevnt var Martin Joensen blaðstjóri á Føroya S [...] Ikki øll munnu í dag vita, at Martin Joensen eisini var gávuríkur frásøgumaður. Hann var og fylgdi, tá ið Jóannes Patursson fór til gravar. Ivaleyst var stórt glopp, í uppruna og áskoðan, ímillum drongin
heldur enn at tey arbeiddu saman. Men eftir tað, sum er hent seinastu tíðina, tykist tað í øllum førum sum um at ein sameining ímillum fakfeløgini er longri burtur nú, enn hon nakrantíð hevur verið. ?Fyrst [...] nafelag og teimum báðum arbeiðarafeløgunum í Klaksvík. Tað, sum sipað verður til í brævinum er bæði tað, sum hendi í sjálvum verkfallinum og tað, sum er hent aftaná. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Ar [...] Við hesum vóru tit med-virkandi til, at stríð okkara gjørdist enn meira torført, og tók longri tíð enn neyðugt var, siga tey bæði feløgini við felagar sínar í Havnar Arbeiðsmannafelag og í feløgunum í Klaksvík