Átta bilførarar tiknir

Aftur í dag hevur løgreglan kanna ferðsluna og í hesum sambandi eru bilar kannaðir inni í bygdum øki her í Havnini

Avleiðingin av tí var, at fimm bilførarar mugu taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missa teir tað.

Tað merkir, at teir koyrdu meiri enn 81 km. um tíman í bygdum øki. Heilt akkurát koyrdu teir fimm bilførararnir, sum vórðu tiknir í dag, ímillum 84 og 92 km. um tíman.

Harafturat fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið, tað merkir, at teir koyrdu ímillum 71 og 80 km um tíman í bygdum øki.

Fært tú trý klipp innan fyri trý ár, verður koyrikortið frádømt treytað og bilførarin má taka koyrikortið av nýggjum.

Men er tað styttri enn trý ár síðani, at tú tík koyrikortið fyrstu ferð, eru reglurnar strangari. Tá krevjast bara tvey klipp innan fyri trý ár, so skal koyrikortið takast av nýggjum