Átta bátar komu á mál

Á Eystanstevnuni í Runavík um vikuskiftið,var ikki bara kappróður.

Sum vanligt á Skálafjørðinum, var eisini kappsigling.

Veðrið var av tí allar besta til sigling, bara eitt lítið lot út eftir Skálafirði.

Starturin var inni á Langanesi og 13 bátar vóru tilmeldaðir.

Teir skáksigldu úteftir fjørðinum og sigldu um tríggjar boyur og málið var ímillum molarnar til kaihylin úti í Runavík.

- Tað gjørdist ein sera góð og vøkur sigling, eisini fyri áskoðararnar á landi, sigur Regin Debes, sum var við.

- Sjálv mállinjan kom at liggja í stilli av tí at stórir russiskiskir trolarar lógu beint við og tað argaði siglararnar eitt sindur.

Aftaná siglingina var kaffi og heimabakað skuffukaka í tjaldinum á havnarlagnum.

Har vóru eisini steypini handað, millum annað eitt stórt ferðasteyp, sum Snaraløkur gav í 1997. Enn hevur eingin bátur vunnið tað 3 ferðir á rað ella 5 ferðir tilsamans.

Hesir bátar fullførdu siglingina:

Nr. 1. Hoyvíkingur úr Hoyvík

nr. 2. Alma úr Vestmanna

nr. 3. Malle úr Kollafirði

nr. 4. Jona av Strondum

nr. 5. Dvørgamoy av Toftum

nr. 6. Miðgerð úr Kollafirði

nr. 7. Grani av Toftum

nr. 8. Sildin av Toftum