Hondbóltur
Bara átta sekund fyri leiklok skeyt hann fyri fyrstu ferð í dystinum – byrjunarstøðan undantikin – Neistan upp á javnt, og rómurin í bláa partinum av høllini var øgiligur.
Men síðani gekk tað skjótt fyri seg. Tá StÍF gav bóltin upp, fekk hann reytt kort fyri at renna Jakob Jónsson umkoll, og fá sekund seinni varð hann burturvíst, tí hann var inni á vøllinum og mótmælti brotskastsdóminum, sum førdi til avgerandi málið. Eitt mótmæli, sum kostaði honum burturvísing frá dómaraparinum.
Tá vit seinni tosaðu við Áka, var hann skjótur av viðganga, at seinasti parturin kanska var betri ógjørdur, men hann hevði tó ilt við at skilja grundgevingarnar hjá dómaraparinum.
- Sjálvandi er fagnaðurin stórur, tá eg skori. Vit hava verið aftan fyri allan dystin, men við málinum koma vit upp á javnt. Tá bólturin so verður givin uppaftur, tackli eg Jakob alt fyri eitt. Sum eg sá tað, so var bólturin givin upp, og tá eigi eg ikki uttan víðari reytt kort fyri hetta. Tann parturin vildi verið øðrvísi, um bólturin als ikki var givin upp.
- Og dómarin sigur eisini við meg, at eg fái reytt, tí tacklingin er ov ógvuslig, og tað dugi eg als ikki at skilja.
Var úti
Reyða kortið bar við sær, at Áki noyddist at flyta seg frá Neista-beinkinum, og ístaðin settist hann millum áskoðararnar.
- Tá er dysturin fyri mítt viðkomandi jú liðugur, og tí havi eg ilt við at skilja, at dómararnir vísa mær burtur seinni. Upptaktin til ta hendingina er annars, at eg leypi inn í gleði um bjargingina, sum Jacob ger. Tá eg so finni útav, at dómararnir hava dømt brotskast, standi eg longu inni á vøllinum, og tá pulsurin framvegis er høgur, beri eg meg ikki rætt at.
- Men sum eg havi skilt reglurnar, so kunnu teir ikki burturvísa mær fyri hetta. Vilja dómararnir hava ein áskoðara út, so mugu teir heita á hallarvørðin um hetta. Men í mínum føri geva teir krossaðar armar, so eg ivist í, um tann burturvísingin kann standa við, sigur Áki at enda.
Hvør revsingin verður, er ilt at meta um. Í øllum førum merkir reyða kortið, at Áki er leikbannaður, tá Neistin í komandi umfari spælir móti KÍF. Og so verður tað upp til Kappingarnevndina hjá HSF at gera av, um talan verður um aðra revsing.









