skúlunum í Suðuroy, men í ár eru nýggju næmingarnir einans 64 í tali. Serliga tykist afturgongdin á Tvøroyri ógvuslig. Í Tvøroyar Skúla fóru 30 næmingar í fyrsta flokk í 1997; og í ár er talið einans 17? [...] Minstu fyrstuflokkar í landinum vera í Skálavík, Funningi, Funningsfirði, Skúvoy, á Kirkju, Húsum, Leiti og við Gjógv. Á hvørjum av hesum plássum, er ein einsamallur næmingur, ið fer fyrstu ferð í skúla [...] Í fyribils hagtalstilfari frá Undirvísingarmálastýrinum sæst væl, at útjaðarin er tódnaður munandi á skúlaøkinum, meðan Tórshavn, Argir og Hoyvík halda tørn, samanbera vit 1999 við hitt góða árið, 1997
Porkeri Ragnar Nielsen talar á møtinum í kvøld kl. 20. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18 verður møtið við Andreassen presti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Rhema á Hálsi Hóskvøldið kl. 20. Bøn [...] vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark [...] vit at hoyra á Atlantic Radio. Betel, Vágur Ónsdagin kl. 20 er uppbyggingar fundur. Samkoman Sion, Vági Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00. Telefonandaktin svarar á 373777. AA-fundur
Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Hvørt sunnukvøld kl. 20-21 eru vit at hoyra á Atlantic Radio. Kirkju og Missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 18: Møti við Kristiani á Reynatrøð [...] Telefonandaktin svarar á 373777. Vága Gongufelag Um viðrar verður farið gongutúr frá Presttanga eftir røðini út í Oyrar sunnudagin 15.08.1999 kl. 14. Túrurin byrjar frá endanum á vegnum úti á Dal. Havið góð [...] Leygardagin 14. aug. kl. 21. Opið hús. Sunnudagin møti kl. 19 við Dagunn og Kaj Olsen. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18, verður møti við Andreas Andreassen presti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel
ættaður úr Porkeri, 73 ára gamal. 8. august: Elma Gaard, fødd Thomsen, ættað ?ur Vági, búsitandi á Tvøroyri, 65 ára gomul. 10. august: Poul Sofus Joensen, vanliga nevndur Bei, Klaksvík, 77 ára gamal. Dánjal
avskipaðu tey fisk í gjár, og í dag er einki virksemi á virkinum. Tað sama er galdandi fyri Delta Seafood á Tvøroyri. Men stjórin á Delta Seafood, Magnus Jespersen, sigur kortini, at verður ein loysn ikki [...] trupulleikar voldir á biladekkinum umborð á Smyrli, um farið verður fram á rættan hátt. ? Vit hava flutt slógv norður til Havsbrún í Kollafirði í hálvtannað ár, og vit hava aldri havt stórvegis trupulleikar [...] fiskaslógvi. Tí hava tær staðið á bryggjuni í sólarhitanum í dagavís, meðan bíðað hevur verið eftir einum túri, har pláss er at taka tær við. Men meðan bingurnar hava staðið á bryggjuni í nógva sólarhitanum
Býráð, og sum skilst á býráðsformanninum á Tvøroyri, Páll Vang, er ætlanin at fáa vinarbýarsamstarv í lag millum báðar býirnar. Fegin um oljuvinnuráðið Býráðsformaðurin á Tvøroyri er annars fegin um, at [...] oljuhavn á Drelnesi. Eisini er fundur við Tvøroyrar Býráð á skránni. Sum skilst eru tað ikki hissini fólk úr hesum feløgum, ið koma á vitjan. Sjálvur stjórin í Danbor, Gert Kragelund, er við á vitjanini [...] komandi oljuvinna kemur upp á tal. Páll Vang sigur eisini, at alt er fingið í rættlag viðvíkjandi oljuútgerðarhavnini á Drelnesi, og opnar hendan tá verulig leiting eftir olju byrjar á føroyskum øki. Tað einasta
Viberg Sørensen, vinnulívsmaður á Tvøroyri, er formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð. Hann fegnast um, at felagið nú er skipað soleiðis, at tað fevnir um alla oynna, og vísir hann á, at endamla felagsins er broytt [...] ein samfylking av vinnulívinum á Tvøroyri, men ein samskipan av øllum vinnulívinum í Suðuroynni. Og eins og navnið ber boð um, er endamál felagsins at fyrireika vinnulívið í oynni til eina møguliga oljuvinnu [...] tosað um, at alt vinnulívið í oynni átti at skipa seg í samstarv í staðin fyri, at bert vinnulívið á Tvøroyri var skipa í. Tvøroyrar Oljuvinnuráð spurdi seg fyri í syðru helvt, um áhugi var fyri at koma uppí
størri farmaútreiðslur enn flest onnur virki í landinum. Millum Vág og Tvøroyri ? Men Strandferðslan og Vinnumálastýrið løgdu ein túr á Vág leygardag soleiðis, at eingin fær nyttu av hesum túri, hvørki vinna [...] sigla millum Vág og Tvøroyri, sum givist var við fyri skjótt 40 árum síðani. ? Slík tilrættislegging kann einans fatast sum, at man vil mótarbeiða Løgtingsins vilja, vísir Henrik Old á í viðmerkingunum. [...] um til fyrispurningin, sigur Henrik Old, at í vár samtykti Løgtingið, at Smyril aftur skuldi sigla á Vág, eftir at henda sigling bleiv niðurløgd, skjótt eftir at Javnaðarflokkurin fór burur úr seinastu
umráðandi, at skurðlæknavaktirnar í Klaksvík og á Tvøroyri verða varveittar. Um tær verða niðurlagdar, er neyðugt at hava eina tyrlutænastu, ið lítast kann á alt samdøgrið, eisini tó óveður er. Fyri at hetta [...] Jákup Petersen vísir á syndarligu vanlukkuna, tá onnur av føroysku tyrlunum datt niður á Borðoyavík undir einum kavaæli ávegis til Klaksvíkar eftir einum sjúklingi, ið skuldi flytast á Landssjúkrahúsið. Eisini [...] Eisini vísir hann á illveðrið, ið brast á, meðan politikarar vóru í Klaksvík á kjakfundi um júst sparingar innan sjúkrahúsverkið, og at tað var um reppið, at tey vitjandi sluppu av aftur oynni, orsakað
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, heldur, at tað, Helena Dam á Neystabø segði við sjónvarpið fyrrakvøldið, um at niðurleggja dupultfunktiónirnar á sjúkrahúsunum, má vera komið skeivt fyri. Hann heldur [...] sigur hann, at um Helena Dam á Neystabø veruliga hevur ætlanir um at niðurleggja skurðlæknavaktirnar, eigur hon at sleppa tankanum beinan vegin. ? Vit hava ongan medisinara á sjúkrahúsinum í oynni, bert [...] siga. Annað, ið ikki hevur so stóran skund, kann so ganga fyri seg í Havn, sigur Páll Vang og vísir á, at um veturin kann tað vera ógvuliga langt og baldrut at koma úr Suðuroynni til Havnar, serliga í akuttum