Slepp tankanum sum skjótast

? At niðurleggja skurðlæknavaktina á Suðuroyar Sjúkrahúsi er tað sama sum at niðurleggja sjúkrahúsið. Hetta skapar ótryggleika fyri íbúgvarnar í Suðuroynni, og tí eigur landsstýriskvinnan at sleppa tankanum sum skjótast, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, heldur, at tað, Helena Dam á Neystabø segði við sjónvarpið fyrrakvøldið, um at niðurleggja dupultfunktiónirnar á sjúkrahúsunum, má vera komið skeivt fyri. Hann heldur, at hon rætt og slætt má hava mistikið seg. Tó sigur hann, at um Helena Dam á Neystabø veruliga hevur ætlanir um at niðurleggja skurðlæknavaktirnar, eigur hon at sleppa tankanum beinan vegin.

? Vit hava ongan medisinara á sjúkrahúsinum í oynni, bert tveir skurðlæknar. Og verða skurðlæknavaktirnar niðurlagdar, er hetta tað sama sum at niðurleggja sjúkrahúsið í oynni. Hetta kann als ikki góðtakast, og er vón mín tískil, at landsstýriskvinnan hevur mistikið seg. Tað er nevniliga bráfeingishjálp vit hava brúk fyri her suðuri, tí hevur skurðlæknavaktin ógvuliga nógv at siga. Annað, ið ikki hevur so stóran skund, kann so ganga fyri seg í Havn, sigur Páll Vang og vísir á, at um veturin kann tað vera ógvuliga langt og baldrut at koma úr Suðuroynni til Havnar, serliga í akuttum sjúkraørindum.

Páll Vang hevur annars ikki stórvegis viðmerkingar til málið, men vísir á, at neyðugt er at hava sjúkrahús við skurðlæknum í Suðuroynni, fyri at tað skal vera trygt at búgva í Suðuroynni.