Bæði Danbor og Maersk Contractors vitja í Suðuroynni sunnudagin, mánadagin og týsdagin. Høvuðsendamálið við vitjanini er at halda kunnandi fund fyri vinnulívinum í oynni um oljuhavn á Drelnesi. Eisini er fundur við Tvøroyrar Býráð á skránni.
Sum skilst eru tað ikki hissini fólk úr hesum feløgum, ið koma á vitjan. Sjálvur stjórin í Danbor, Gert Kragelund, er við á vitjanini. Í fylgi við honum er operatiónssjefurin, Sten Hansen. Harafturat er Vagn Mols Poulsen, ið er stjóri í Maersk Contractors í Aberdeen, eisini við í fylginum. Hetta eru alt fólk, ið hava áhuga í eini oljuútgerðarhavn á Drelnesi, og ynskja feløgini at kunna vinnulívið í oynni um, hvat tey vilja við einari slíkari havn.
Hóast høvuðsendamálið við vitjanini er kunnandi fundurin við vinnulívið í Suðuroynni, er hetta ikki tað einasta á skránni. Eisini verður fundur við Tvøroyrar Býráð og í Havn verður vitjað hjá løgmanni og í oljumálaráðnum. Ætlanin er eisini, at Petur Joensen frá oljumálastýrinum skal vera við á kunnandi fundinum við vinnulívið í Suðuroynni.
Vinarbýarsamstarv
Partur av fylginum, ið vitjar í Suðuroynni, verður eisini borgarstjórin í danska oljuvinnubýnum, Esbjerg, Jonny Søtrup. Hann vitjar saman við kommunustjóranum Otto Jespersen, formanninum fyri ídnaðarsamtakinum í Esbjerg, Tom Nielsen og Carsten Jensen, ið er nevndarformaður í eini elfyritøku í Esbjerg, ið hevur arbeitt nógv innan donsku oljuvinnuna.
Høvuðsendamálið við vitjanini úr Esbjerg er at vitja Tvøroyrar Býráð, og sum skilst á býráðsformanninum á Tvøroyri, Páll Vang, er ætlanin at fáa vinarbýarsamstarv í lag millum báðar býirnar.
Fegin um oljuvinnuráðið
Býráðsformaðurin á Tvøroyri er annars fegin um, at eitt oljuvinnuráð er skipað, ið fevnir um alla oynna. Hann heldur tað nevniliga vera ógvuliga umráðandi við tøttum samstarvi innan vinnuna úr allari oynni, tá ein komandi oljuvinna kemur upp á tal.
Páll Vang sigur eisini, at alt er fingið í rættlag viðvíkjandi oljuútgerðarhavnini á Drelnesi, og opnar hendan tá verulig leiting eftir olju byrjar á føroyskum øki. Tað einasta, ið er eftir, er at bíða til oljumálastýrið gevur loyvi til leitingar eftir olju kring Føroyar.