? Tá ein persónur hevur fingið lívshóttandi skaða, er tann fyrsti tímin avgerandi fyri, um sjúklingurin yvirlivir. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at skurðlæknavaktirnar í Klaksvík og á Tvøroyri verða varveittar. Um tær verða niðurlagdar, er neyðugt at hava eina tyrlutænastu, ið lítast kann á alt samdøgrið, eisini tó óveður er. Fyri at hetta skal bera til, er neyðugt at hava flogskiparar, ið eru útbúnir at flúgva eftir tólum í myrkri og illveðri, og so skulu tyrlurnar og tyrlupallarnir eisini vera útgjørdir til hetta. Sostatt skulu vit hava aðrar tyrlupallar, ið hava elektrónisk innflúgvingartól, so til ber hjá einari tyrlu at lenda, sjálvt um einki sýni er. Alt hetta er nógv dýrari enn at varveita skurðlæknavaktirnar, so eftir mínum tykki er talan als ikki um nakra sparing, men bert um at gera lívið meira ótrygt hjá fólkunum í útjaðaraøkjunum.
Jákup Petersen vísir á, at hóast eina væl virkandi tyrlutænastu, fara tað at vera dagar, har tað ikki ber til at flúgva við tyrlu til Landssjúkrahúsið. Tískil skapa ætlaninar um at niðurleggja akuttu skurðlæknavaktirnar ótryggleika hjá teimum fólkum, ið búleikast í útjaðaranum. Jákup Petersen vísir á syndarligu vanlukkuna, tá onnur av føroysku tyrlunum datt niður á Borðoyavík undir einum kavaæli ávegis til Klaksvíkar eftir einum sjúklingi, ið skuldi flytast á Landssjúkrahúsið. Eisini vísir hann á illveðrið, ið brast á, meðan politikarar vóru í Klaksvík á kjakfundi um júst sparingar innan sjúkrahúsverkið, og at tað var um reppið, at tey vitjandi sluppu av aftur oynni, orsakað av illveðrinum.
Altíð dupultfunktiónir
Jákup Petersen sigur, at tað ikki ber til hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum at tosa um, at flestu dupuletfunktiónir eiga at niðurleggjast fyri at fremja sparingar. Hann vísir á, at dupultfunktiónir altíð koma at vera. Sum dømi nevnir hann, at sár sjálvandi altíð fara at verða seymaði bæði í Klaksvík og á Tvøroyri, og til hetta krevjast sjálvadi læknar.
? Tað er ein orsøk fyri, at eitt so lítið land sum Ísland hevur heili 27 sjúkrahús og somuleiðis fyri, at Grønland hevur 17 sjúkrahús. Orsøkin er sjálvandi tann, at her valda onnur viðurskifti enn í Danmark. Veðrið er ógvuliga illfýsi her norðuri í Norðuratlantshavi, og ger saman við tí, at farast skal yvir hav, sjúkraflutningin ógvuliga torføran. Tískil ber ikki til at samanlíkna støðuna við Danmark og siga, at vit kunnu hava eitt stórt sjúkrahús mitt í landinum, ið er álitið. Medisinskum sjúklingum tørvar at koma undir læknahond beinanvegin, og hetta verður trupult, um neuðugt skal verða at fara til Havnar.
Jákup Petersen ásannar, at tað eigur at verða tálmað um útreiðslurnar hjá sjúkrahúsverkinum. Men hann heldur tó, at myndugleikarnir loypa uppum, har garðurin er lægstur. Eftir hansara tykki minnir støðan um nevniliga donsku rapportina frá 1992, har mælt varð til at niðurleggja smærru sjúkrahúsini.