Nógv færri skúlabørn í Suðuroy

Í 1997 vórðu 92 næmingar innskrivaðir í teimum níggju skúlunum í Suðuroy, men í ár eru nýggju næmingarnir einans 64 í tali.

Komandi mánadagur, hin 16. august 1999, er merkissdagur í lívi teirra mongu; bæði vaksna og barna. Kanska eru tað serliga hesi yngru, ið gleða seg.


Dagurin er fyrsti skúladagur hjá 770 føroyskum børnum; teimum ið vórðu fødd í 1992, tá Føroyar fóru útav búskaparligu eggini. Nýbyrjaðu næmingarnir í ár, eru 9 færri enn í 1998, og heili 76 færri enn fyrrárið, 1997.


Tórshavn heldur tørn


Í fyribils hagtalstilfari frá Undirvísingarmálastýrinum sæst væl, at útjaðarin er tódnaður munandi á skúlaøkinum, meðan Tórshavn, Argir og Hoyvík halda tørn, samanbera vit 1999 við hitt góða árið, 1997.


Fyrrárið vórðu 92 næmingar innskrivaðir í teimum níggju skúlunum í Suðuroy, men í ár eru nýggju næmingarnir einans 64 í tali. Serliga tykist afturgongdin á Tvøroyri ógvuslig. Í Tvøroyar Skúla fóru 30 næmingar í fyrsta flokk í 1997; og í ár er talið einans 17?


Teir sjey stóru skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum vera framhaldandi væl mannaðir, eisini í 1. flokki. Har fara 300 næmingar í skúla; Fyrrárið vóru teir 299.


Hoyvík størst


Minstu fyrstuflokkar í landinum vera í Skálavík, Funningi, Funningsfirði, Skúvoy, á Kirkju, Húsum, Leiti og við Gjógv. Á hvørjum av hesum plássum, er ein einsamallur næmingur, ið fer fyrstu ferð í skúla.


Einastu skúlar, ið eftir øllum at døma fara at hava tríggjar fyrstuflokkar, eru Hoyvíkar Skúli og Kommunuskúlin. Næmingatølini har eru ávikavist 61 og 59.


Í Føroyum eru 66 skúlar, men sambært Undirvísingarmálastýrinum, er tómt í trimum teirra. Í teimum 63 virkandi skúlunum, starvast einir 600 lærarar.