grunninum: 3a á Argja skúla fekk kr. 10.000,00 til Íslandsferð í sambandi við verkætlan. Føroya Handilsskúla fekk kr. 25.000,00 til ferðaútreiðslur til Nuuk í sambandi við verkætlan. Katrin G. Isfeld, læ [...] kommunurnar. Stuðul uppá umleið kr. 300.000,00 kann verða latin einaferð um árið, og kommunurnar taka á felagsfundi avgerð um, hvør skal hava hann. Í ár verður fundurin í juni mánað í Reykjavík. Í 2002 vóru
minuttir í part. Endað verður við at øll orketrini spæla 2 marsjir saman. Um kvøldið verður veitsla á Svangaskarði kl. 19. Musikkstevnan verður sett í ítróttarhøllini í Runavík av Rodmundi Nielsen, býr [...] raðfylgju: Nes Sóknar Musikkfelag Sørvágs Tónleikarfelag & Vestmanna Hornorkestur Harmoniorkestrið G.H.M. Klaksvíkar Hornorkestur Havnar Ungdómshornorkestur Tvøroyrar Hornorkestur Fuglafjarðar Hornorkestur [...] verið, at orkestrini skiftast um at skipa fyri hesum tiltakið, sum má metast at vera hæddarpunktið á tónleikaárinum hjá hornorkestrunum. Tað eru í ár 40 ár, síðan Nes Sóknar Musikkfelag byrjaði at spæla
Men hvat hendir so á oljuøkinum. Er oljan bara gloymd ella er hon so væl goymd, at vit mugu brynja okkum við toli og aftur toli! Eftir dvalalíknandi støðu nú í eina tíð tykist nú at koma røringur í aftur [...] staðið - lokalitiónina ? at seta borin í. Nú skal tað so verða. Tann 15. Juni verður borurin umborð á tí framkomna boriskipinum Belford Dolphin settur í gongd við beinari kós móti føroysku undirgrundini [...] vera mangul uppá tak ella "seal" sum kann goyma oljuna. Nettupp hesin trupulleikin varð nógv umrøddur á oljuráðstevnuni seinast. Vit mugu so bara krossa fingrar fyri, at Agip er meira heppið og at tað við
steðga honum. Sokolov, sum seinast var í Føroyum í 1997, hevði á næstseinasta lista heili 2688 í rating, men er siðani follin eitt petti niður á eitt eisini vælljóðandi tal, 2677. Í fjør bleiv hann næstir [...] nátúrligt. Møguliga var_ svartur bangin fyri Fb5 og tí heldur veiku b-finnuni) 13.Bxc4 g5 14.Rfe1 b5 15.axb6 Ri5xb6 16.Fa6 g4 17.e4 Fh5 18.Rie5 Rixe5 19.dxe5 Bg7 [19...Fxe5?? 20.Bc3] 20.e6! (Skræðir svørtu støðuna [...] kongurin verður nakin av tí sama 20...Be5 21.exf7+ Kf8 (Kongurin kann tykjast tryggur á f8, men tað heldur ikki í longdini 22.g3 Rd8 23.Rad1 Kg7 24.Ba2! (Idéin við leikinum kemur seinni...) 24...Bd4 25.Fe2 Fg6
Jan harmast stórliga um støðuna, sum hon nú er. Og hann sigur bart út, at um verkfallið framvegis er á norðoyastevnu, so verður hon rættiliga skerd, um hon yvirhøvur verður. ? Vit fáa ikki gjørt so nógv [...] norðoyastevna tá, tí hon eigur at vera fyrst. Eitt annað tiltak er í Gøtu tað vikuskiftið, og tað er G-festivalurin, men um tað bilar so nógv, veit Jan ikki at siga. Hann staðfestir bara í øllum førum í [...] stórvegis skerd. Men hinvegin slitnar aftur, so er hann sannførdur um, at verkfall verður framvegis á norðoyastevnu. Kappróður Ein annar trupulleiki, sum stingur seg upp viðvíkjandi norðoyastevnu, er k
hevur tað verið tvørtur ímóti. Og serliga í Gøtu mikukvøldið var Skála leikliga omaná. Á miðvøllinum høvdu teir betri tak á fótbóltsspælinum enn mótstøðumenninir, teir dugdu væl at spæla seg ígjøgnum í borðunum [...] og hann er avgerandi. Teir megna ikki at skjóta mál. ? Spælið hjá okkum er ikki nóg gott á síðsta triðinginum á vøllinum. Tá gerast vit ov tunnir, staðfesti venjarin, Johan Nielsen, sum kortini tók undir [...] verjan kortini fyri tað mesta hevði í stuttum tjóðri. Ikki minst eftir at Pauli G. Hansen eftir steðgin var komin inn á vongverjan. Fyrsta tíman vóru næstu royndirnar, tá ið Bartal Eliasen og Súni Olsen
ein sáttmála hjá SEV, so var onki verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum og alt var gott? Hetta eru berar undanførslur. Nei, størri álit hava vit á pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum, enn at teir skulu [...] lesarabrøv gera Karsten Hansen og Tjóðveldisflokkin til syndabukk fyri eitt verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum. 0g øll arbeiðarafeløgini hava gjørt tað við stórum lýsingum í bløðunum. Eg haldi tað vera [...] betrað stútt og munandi. Um nakar kann vísa á eitt annað 5 ára skeið, har so nógvir batar í korunum hjá fakbólkunum eru framdir, so lurti eg fegin. Um nakar kann vísa á, at gjógvin millum verkafólk og hinar
t.d. C-D-E-F-G og F-E-D-C-Bb á rimaspølunum. Í næmingabókini eru fýra tokvognar, tríggir teir fremstu verða litaðir reyðir, og tann aftasti er bláur. Siga vit nú, at lagastubbin C-D-E-F-G er reyður og [...] Børnini spæla tríggjar ferðir C-D-E-F-G og eina ferð F-E-D-C-Bb. Fara vit víðari, so kunnu børnini gera sítt egna lag úr hesum sama tónatilfari við at býta um upp á tokvognarnir t.d. reytt, reytt, blátt [...] tey skulu koma inn og út aftur, tá tey skulu). Sera einfalt og gott. Í bók 2 og 3 verður bygt oman á, soleiðis at tey læra meira og meira. Her skal viðmerkjast, at Kári hevur hegnisliga umyrkt sangirnar
Dalbø, Norðskála, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3825 gr. 20. mai fingu Marin-Elisabeth á Høgabóli, Miðvági, og Kristoffur Vidtfeldt, Sandi, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3700 gr [...] Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3300 gr. 21. mai fingu Súsanna Simonsen og Finnbjørn G. Mikkelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3650 gr. 21. mai fingu Katja Gaasedal
innflytaramálum, Jan O. Karlsson, verður sagdur at hava nýtt hetta orðalagið um George W. Bush, forseta, á einari samkomu við tíðindafólk mikudagin. Blaðið Expressen endurgav orðini í sjálvari oddagreinini, [...] ikki leggja Expressen undir at hava lagt honum orðini í munnin. Amerikanski heilsumálaráðharrin, Tommy G. Thomson, hitti Jan O. Karlsson hósdagin, og har vórðu orðini eisini umrødd. Gøran Persson, forsætisráðharri