Kallaði Bush forseta ein

Er tað háðan ímóti amerikanska forsetanum, at ein ráðharri í einum vinarliga sinnaðum landi kallar hann »hasin forbrendi kalurin úr Texas«?

OrÐalag
Árni Joensen:

Spurningurin verður í hvussu er umrøddur í Svøríki, eftir at ráðharrin í innflytaramálum, Jan O. Karlsson, verður sagdur at hava nýtt hetta orðalagið um George W. Bush, forseta, á einari samkomu við tíðindafólk mikudagin. Blaðið Expressen endurgav orðini í sjálvari oddagreinini, og blaðmaðurin helt tað vera ovboðið, at ein svenskur ráðharri nýtir slíkt orðalag um ríkisleiðaran í einum øðrum landi.
Jan O. Karlsson dylir ikki fyri, at hann hevur sínar tankar um Bush, forseta, men hann sigur seg ikki minnast at hava nýtt hesi orðini um amerikanska forsetan. Men hann vil heldur ikki leggja Expressen undir at hava lagt honum orðini í munnin.
Amerikanski heilsumálaráðharrin, Tommy G. Thomson, hitti Jan O. Karlsson hósdagin, og har vórðu orðini eisini umrødd.
Gøran Persson, forsætisráðharri, er ikki fegin um orðalagið hjá ráðharra sínum, men hann sigur, at Jan O. Karlsson noyðist loysa trupulleikarnar sjálvur.
- Tað er ikki hóskandi at nýta tílík orð, sama hvar tað er. Málið er álvarssamt, og eg fari at tosa við ráðharran um tað. Men soleiðis kann ein ikki tosa, sigur Gøran Persson, sum kortini ger greitt, at Jan O. Karlsson verður ikki koyrdur úr stjórnini.