Árliga musikkstevnan hjá føroysku hornorkestrunum verður í ár í Runavík. Luttakandi orkestrini eru 9 í tali, men av tí, at Sørvágs Tónleikarafelag og Vestmanna Hornorkestur í ár spæla saman, verður talan um 8 framførslur. Konsertin verður í ítróttarhøllini í Runavík dýra biðidag. Har vera 4 pallar, og orkestrini spæla 12 minuttir í part. Endað verður við at øll orketrini spæla 2 marsjir saman. Um kvøldið verður veitsla á Svangaskarði kl. 19.
Musikkstevnan verður sett í ítróttarhøllini í Runavík av Rodmundi Nielsen, býráðsformanni kl. 14.
Síðan spæla orkestrini í hesi raðfylgju:
Nes Sóknar Musikkfelag
Sørvágs Tónleikarfelag & Vestmanna Hornorkestur
Harmoniorkestrið G.H.M.
Klaksvíkar Hornorkestur
Havnar Ungdómshornorkestur
Tvøroyrar Hornorkestur
Fuglafjarðar Hornorkestur
Havnar Hornorkestur
Siður hevur verið, at orkestrini skiftast um at skipa fyri hesum tiltakið, sum má metast at vera hæddarpunktið á tónleikaárinum hjá hornorkestrunum. Tað eru í ár 40 ár, síðan Nes Sóknar Musikkfelag byrjaði at spæla, og er tað tí sera hóskandi, at NSM hesa ferð skipa fyri stevnuni.
3 spælarar hava verið við alla tíðina, men umframt tað hevur orkestrið havt stóra tilgongd av ungum spælarum í góðum samstarvi við musikkskúlar og ? lærarar. Spælararnir koma úr flestu bygdum í Runavíkar kommunu umframt av Toftum, av Strondum, av Skála og úr Oyndarfirði. Samstarvið millum bygdirnar hevur verið fyrimyndarligt. Við okkara 28 spælarum eru vit eitt av best mannaðu orkstrunum í landinum.
Nes Sóknar Musikkfelag vónar, at nógv nýta høvið til at hoyra góðan og fjølbroyttan horntónleik á konsertini í ítróttarhøllini í Runavík dýra biðidag - 16. mai 2003 kl. 14.