Men hvat hendir so á oljuøkinum. Er oljan bara gloymd ella er hon so væl goymd, at vit mugu brynja okkum við toli og aftur toli!
Eftir dvalalíknandi støðu nú í eina tíð tykist nú at koma røringur í aftur. Italski oljurisin Agip er farin at ressast og setir skjótt klørnar í Marimas ? sum er prospektið - tað staðið í undirgrundini, har serfrøðingarnir halda, at oljan er goymd. Í hvussu er hava teir brúkt drúgva tíð og nógvan pening at finna fram til júst rætta staðið - lokalitiónina ? at seta borin í. Nú skal tað so verða.
Tann 15. Juni verður borurin umborð á tí framkomna boriskipinum Belford Dolphin settur í gongd við beinari kós móti føroysku undirgrundini. Hvussu djúpt borurin skal niður vita bara serfrøðingarnir hjá Agip og Dolphin Drilling og so Oljumálaráðið. Men eftir øllum at døma verður talan um eina djúpa boring, kanska eins djúpa sum tann hjá Amerada Hess longur syðri. Ætlanin var annars, at Agip skuldi bora í fjør, men óvantaðu úrslitini hjá hinum fyristøðufeløgunum gjørdu, at italiufólkini bóðu um at fáa meiri tíð til sínar kanningar. Nú sleppa tey so at royna seg.
Tá hugt verður eftir teimum seinastu boringunum í grannalagnum sær tað kanska ikki alt ov bjart út. Tey úrslitini hava ikki verið nóg góð, tó at tað er staðfest, at tað finst ein virkin kolvetnisskipan í føroysku undirgrundini. Hyggja vit so eftir økinum, sum varð tillutað Agip, so var tað ikki júst tað økið, sum gravgangur varð eftir at fáa. Úrslitini frá brunnum í grannalagnum eitt nú hjá BP báðumegin við lisensin hjá Agip venda fingurin "niðureftir". Ein høvuðstrupulleikin tykist vera mangul uppá tak ella "seal" sum kann goyma oljuna. Nettupp hesin trupulleikin varð nógv umrøddur á oljuráðstevnuni seinast. Vit mugu so bara krossa fingrar fyri, at Agip er meira heppið og at tað við at brúka meiri tíð til sínar kanningar og evaluering av øðrum brunnum rakar rætt. Neyvan er nakað at ivast í, at bæði føroyingar og altjóða oljuvinnan seta sítt álit á italsku oljusnillingarnar, sum hava borið orð fyri at kunna finna olju har og tá aðrir høvdu mist trúnna.
Vitandi at tað er ikki nógv virksemi knýtt at bari eini boring, so mugu vit tó seta okkara álit á, at útlendska oljufelagið livir upp til bæði andan og setningin í føroysku lóggávuni um at brúka føroyskar vørur og tænastur í tann mun hesar eru kappingarførar. Tað má so eisini vera uppgávan hjá okkara oljumyndugleikum at tryggja, at ikki bert nøkur men øll tey útlendsku oljufeløgini, sum virka á landgrunninum, liva upp til endamálið við førayska kaikantinum. Komandi tíð fer at vera enn ein avgerandi roynd fyri Føroyar sum komandi oljutjóð. Kortini standa fýra aðrar boringar og bíða, til rætta høvið býðst.
Sosialurin