av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg síggi fegin, at vit finna olju og gass við Føroyar. Sjálvur haldi eg, at hesi kolvetni eru fjald í undirgrundini - undir basaltinum og bara bíðar eftir at [...] Oljufyrisitingini og annars tey mongu, sum hava tilknýti til oljumál. Gott samstarv Hann vónar og ivast ikki í at fáa eitt gott samstarv við hesi fólkini og sigur seg vilja ganga konstruktivt og positivt inn [...] eisini verið við skipi og var eitt skifti á verkinum hjá SEV í Klaksvík . Frá 1987 hevur hann arbeitt sum eftirlitsmaður á Arbeiðseftirlitinum og hevur seinastu árini havt undirvísing og blaðútgávu um hendi
eisini lagt merki til hesa gentuna. Eftir veistluna var tað eins og øll fóru í hvør sín ætt, og vit stóðu einsamøll eftir og tosaðu. Hon var ógvuliga fitt at práta við, og eg segði henni mína støðu, at eg [...] myndirnar av familiuni prýða málningar av Funningi og av Risanum og Kellingini stovuna. Bøkurnar eru eisini nógvar, og innímillum eisini onkur føroysk. Í køkinum er tað vakra myndin av flaggdagshaldinum [...] framyvirboygdur, og at hoyrnin er byrjað at fara. Minnið er gott sum hjá fáum. Tað merkist týðiliga, at Martin er glaður fyri at tosað føroyskt. ? Onkur hevur spurt meg um eg ikki havi gloymt føroyskt, men eg svari
mótsetnings- og komplementerviðurskiftir« millum realismu og romantikk, og í eini grein um Edinburgh endar hann við hesum orðum: »Í okkara døgum er romantikkin illa kend og er fyri háð og spott frá ikki [...] »Barba og harra Pál« er ein brennidepil av ideologiskum rákum. Í skaldsøguni hittast barokkur, pietisma og upplýsing. Haraftrat føroyskt og danskt. Jørgen-Frantz Jacobsen vildi vera blaðmaður og politikari [...] Berkeley. Upplýsingartíðin, tíðin har skil og vit ráða, har tú ikki bláoygdur gloypir líkum og ólíkum, og har tú krevur frælsi at trúgva, tosa og hugsa sum tær hóvar, var ein fyrimyndin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen:
vísa, kristna trúgvin júst er ætlað at savna og ikki spjaða, hóast tað mangan sær soleiðis út. Fleiri tiltøk Umframt samkomurnar og kirkjuna, eru Landsstýrið og Felagið fyri kirkjuráðslimir eisini umboðað [...] dómpróstur á tíðindafundinum. Bókin er næstan klár, segði Bjarni Bæk, og onkur er longu farin at royna hana. Onkrar smærri justeringar eru eftir, og so verður hon givin út. Við í hesi bókini verða tey vanligu, [...] fyrra helmingi av sjeyndu øld. Og møguleiki er fyri, at hesi fólk hava verið kristin, hóast pollenkanningarnar sjálvandi ikki siga nakað um tað. Hart og effektivt Hvussu er og ikki, so rokna vit kortini við
presti. Evni: Enskt kirkjulív. Øll eru vælkomin til okkara tiltøk og fundir. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli [...] avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20?21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5 [...] aftur týsdagin 13. jan. kl. 17.30 og eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo byrjar aftur týsdagin 2. febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjar skeið aftur mánadagin
innan úr Heiðunum og Kristian Djurhuus, sum m.a. var løgmaður Føroya 1950?59. 13. januar andaðist Johan Frits Djurhuus. Í hjúnalagnum hjá Esther og Johan eru børnini Helena, Kristian, Høgni og Elin. Við Johan [...] tíðarbilum sera strævið og krevjandi, tí hetta eru málsøki, sum mangan hava gjørt næturnar langar og dagarnar í so strævnar fyri at fáa tingini at rigga. Ofta var læknatrotið ovurstórt og ferðasambandið hartil [...] greitt og snøgt. Tá Johan í 1987 legði frá sær sum skrivstovustjóri og tók sær meira av løttum, hóast hann støðugt hevði onkrar uppgávur, var hann meira enn so at síggja í bønum í vásaklæðum, og tá tyktist
av Sundi og Jacob Andreas Wang, kongsbóndi Frammi í Stovu við Á í Kaldbak. Av teimum 5 systkjunum hjá Hanusi er bert Turid eftir á lívi, hon býr í Keypmannahavn. Hanus er 5 ár, tá mamman doyr og veksur hann [...] talaði á tingi, varð lurtað eftir, tí hann hevði altíð nakað, sum vert var at lurta eftir, tók hann orðið. Tað er røtt lýsing av manninum, hjá honum var eitt orð eitt orð og ein maður ein maður. Bæriligur [...] vinnulívsmaður, sum íbirtari og arbeiðsmaður í mentum og so var hansara áhugi fyri jarðarbrúki. Óivað er mangt annað at nevna. Nevndarlimur var hann í Føroya Banka í seksti og sjeyti árunum. Útgerðarmaður
felagsstøðu til spurningin, og at endamálið við eini avkláring millum Føroyar og Danmark má vera greitt. Eftir mínum tykki, so er greiðasta leiðin ein breið politisk og prinsipiell semja og avgerð um, at Føroyar [...] ríkisrættarliga og samfelagsliga framtíðarstøða okkara eigur at vera. Eftir krígslok var flestum greitt, at ikki bar til at venda aftur til amtsstøðuna. Eftir drúgvar samráðingar millum føroyingar og danir í [...] flokkurin má vera komin eftir, at ?stig fyri stig?-politikkurin eru stig aftur eftir hæli. Og Tjóðveldisflokkurin sleppur ikki undan at svara spurninginum ?Sjálvstøðugt ríki og hvat so??. Breiða føroyska
handrit liggja eftir Bruun Eftir at Gudmundur Bruun var deyður, skrivaði kona hansara Edel Bruun til mín, at eftir Gudmund Bruun lá m.a. ein týðing til føroyskt: »Kristi eftirfylging«, eftir týska prestin [...] bumbaðu sundur og saman. Heima sótu vit við ótta og vistu ikki, um Jóhan var livandi ella deyður. At týskararnir løgdu á at bumba Kristiansund var tí, at Hákun, kongur og fylgi hansara flýddu og krógvaðu seg [...] Føroya at vitja eftir krígslok 1945. Føroyingar í Danmark høvdu sent hann heim. Teir hildu, at hann átti at søkja prestaembætið í Suðurstreymoy, sum tá var leyst, og verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum
landið, eru 12 løg, 10 føroysk og tvey ensk. Eyðun Nolsøe hevur gjørt øll løgini, ein tekst hevur Steintór Rasmussen skrivað, og ein tekst hevur Eyðun gjørt saman við Steintór Rasmussen og Jógvan Andrias Joensen [...] hugburði, og seta lurtaran í eina støðu, har hann skal gera av, um hann er samdur ella ósamdur við mær. Eg havi yrkt meiri frítt, og havi lagt meg eftir at fáa orð og tónleik at smelta saman, og harvið skapa [...] nógv, lærir av hendingum, og tú gerst klókari. Hjá mær liggja so nakrir sangir eftir og vísa á nakað, sum eg havi verið ígjøgnum ? Tónleikur snýr seg um at skapa stemningar, og tað hava vit eisini arbeitt