Hanus við Høgadalsá

Týsdagin 6. januar andaðist Hanus við Høgadalsá í heimi sínum við Sundsvegin í Havn. Hanus var føddur 8. mars 1913 í Kaldbak.

Foreldur hansara vóru Maria, sum var bóndadóttur av Sundi og Jacob Andreas Wang, kongsbóndi Frammi í Stovu við Á í Kaldbak. Av teimum 5 systkjunum hjá Hanusi er bert Turid eftir á lívi, hon býr í Keypmannahavn. Hanus er 5 ár, tá mamman doyr og veksur hann upp hjá mammufólkunum á Sundi. Útbúgving fær Hanus innan postverkið í Danmark. Tá heimsbardagin er av, kemur Hanus heim, tað var við »Aarhuus« 4. august 1945, fyrstu tíðina er hann á posthúsinum í Havn sum postkontrollørur.

Men tað var annað enn frímerkini, sum hevði áhuga, áhugin og virkisøki hjá Hanusi fevndi so víða. Hann var politiskt virkin, og til løgtingsvalið 1950 var Hanus valdur sum annar av fyrstu løgtingsumboðunum hjá Tjóðveldisflokkinum saman við D. P. Danielsen, sála. Hanus var løgtingsmaður óslitið í samfull 24 ár, til hann í 1984 ikki læt seg stilla uppaftur. Hann var býráðslimur í Havn, fyrstu ferð valdur í 1949-1960, síð-ani frá 1969-1972. Býráðsformaður var hann í 1970, næstformaður í 1960 og 1972.

Í minningarrøðu síni í útvarpinum mikukvøldið nevndi Finnbogi Ísakson m.a., at Hanus ikki var maðurin, sum leyp upp á røðarapallin aðruhvørja løtu, men tá hann talaði á tingi, varð lurtað eftir, tí hann hevði altíð nakað, sum vert var at lurta eftir, tók hann orðið. Tað er røtt lýsing av manninum, hjá honum var eitt orð eitt orð og ein maður ein maður.

Bæriligur var hann í víðari merking, fevnandi rættuliga víða, sum politikari, vinnulívsmaður, sum íbirtari og arbeiðsmaður í mentum og so var hansara áhugi fyri jarðarbrúki. Óivað er mangt annað at nevna.

Nevndarlimur var hann í Føroya Banka í seksti og sjeyti árunum.

Útgerðarmaður í árunum 1963 til hann gavst á hesum øki fyrst í 1980unum. Hann var útgerðarmaður fyri »Boðanesi«, »Ólavi Hvíta« og »Tungufossi«.

Tá Húsalánsgrunnurin var stovnaður í 1964, varð hann settur sum dagligur leiðari, og stjórnaði stovninum til hann gav starvið frá sær í 1979, men var á stovninum fram til 1982.

Hanus var í Grønlandi í síni tíð við »Karin K« at vitja útróðrarplássini hjá føroyingum, hann var uppi í Føroya Útflutningssamtøku og Samvinnufelag Fiskimanna.

Bókin »Barabass«, sum hann umsetti meistarliga til føroyskt, varð upplisin í Útvarpinum í 1960. Í 1940 gav hann út bóklingin Føroysk Postorð. M.a. rættlas hann verkið »Alisfrøði« hjá Hanusi D. Joensen, sála.

Tiltakið at fáa listasavn er ikki at gloyma, man vera tað, vit serliga minnast aftur á, tá Hanus við Høgadalsá verður nevndur. Hann var listini í Føroyum ein tann besti hjálpari.

Hanus keypti í síni tíð traðarstykki við Sundsvegin frá Edv. Mitens. Hesum bletti gjørdi hann nógv burturúr, hann hevði kúgv, seyð og hønur. Hann sýndi við hesum áhuga sínum, at til bar at grønka og væla um náttúruna, so hon kanska gjørdist eitt sindur mildari og yndisligari, hesin vakri blettur minnir okkum eisini á veruna aftanfyri.

Í hjúnalagnum hjá Honnu og Hanusi eru børnini, Hervør, Gestur, Guðrun og Úlvur.

Við Hanusi við Høgadalsá er ein sermerkt persónmenska farin, ein arbeiðsmaður vit fegin minnast við virðing.

jl.