Í gjár kom danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen til landið; nógv verður orðdrigið um, hvørt tað er rættast at taka væl ímóti honum ella at venda honum baki. Kjarnin í málinum er sjálvandi ikki vitjan Nyrups í sjálvum sær, men viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark.
Hendan greinin byggir á eitt sjónarmið, sum tað ikki er rúm fyri at leggja fram í hesi grein:
Tað ber ikki til at stjórna Føroyum og menna tær við teimum politisku og fíggjarligu bindingum, sum vit hava til Danmark (hetta er viðgjørt nágreiniligari í grein í Sosialinum 14. sept. 1996).
Royndirnar
frá 1946-48
Tað er kanska ómakin vert at líta afturá, tá ið støða skal takast til, hvør ríkisrættarliga og samfelagsliga framtíðarstøða okkara eigur at vera. Eftir krígslok var flestum greitt, at ikki bar til at venda aftur til amtsstøðuna. Eftir drúgvar samráðingar millum føroyingar og danir í Keypmannahavn og eina fólkaatkvøðu fekst heimastýrisskipanin í lag. Meta vit um tað, sum hendi eftir krígslok við atliti til aktuellu støðuna, so ber í hvussu er til at gera tvinnar staðfestingar:
1.Samráðingarnar í Keypmannahavn og fólkaatkvøðan vístu, at bæði politisku flokkarnir og fólkið stóð spjatt í tjóskaparspurninginum
2.Hóast tað leysliga varð tosað um menning av Føroyum í sambandi við Heimastyrislógina, so varð ongantíð greitt staðfest politiskt, hvat hetta heimastyris-projektið gekk út uppá
Tá ið føroyingar ikki kundu semjast sínamillum og heldur ikki kundu semjast við danir um, hvat politiska perspektivið við heimastyrisskipanini skuldi vera, so hevur gongdin eisini verið hareftir. Allir teir gomlu flokkarnir - Javnaðarflokkurin, Sjálvstyrisflokkurin og Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin - hava í teirra praktiska politikki stuðla uppundir eina gongd, ið hevur gjørt okkum alt meiri heft av danska statsstuðlinum.
Fastari binding
Ta meirorkuna, sum landskassin hevur fingið við statsstuðlinum, hana hevur tann sokallaði liberali Fólkaflokkurin brúkt til at byta út stuðul til vinnulívið. Javnaðarflokkurin hevur brúkt statsstuðulin til at innføra danskar vælferðarveitingar og -skipanir, ið bara kunnu halda fram í sama líki við framhaldandi ríkisstuðli. Og Tjóðveldisflokkurin hevur tikið undir - ikki minst gjøgnum sokallaðu §9-yvirtøkurnar - uttan samstundis at hava sannført okkum um, at hetta er í tráð við eina miðvísa fullveldisstrategi, og sama er galdandi fyri Sjálvstyrisflokkin, ið stig fyri stig hevur verið við til at knytt okkum fastari at Danmark.
Nú vindist ikki meiri uppá ta snælduna! Fólkaflokkurin má síggja í eyguni, at studningsbúskapurin er ein saga blott. Politiska gongdin í sambandi við kreppuna mugu hava sannført Javnaðarflokkin um, at sokallaði ríkisfelagsskapurin er eingin trygd fyri einum donskum vælferðarstøði. Sjálvstyrisflokkurin má vera komin eftir, at ?stig fyri stig?-politikkurin eru stig aftur eftir hæli. Og Tjóðveldisflokkurin sleppur ikki undan at svara spurninginum ?Sjálvstøðugt ríki og hvat so??.
Breiða føroyska semju um ?íslendska loysn?
Stutt sagt: Nú er enn eina ferð komið hartil, at hesir flokkar greitt taka støðu til spurningin um okkara ríkisrættarligu støðu. Læran frá 1946-1948 er, at føroyingar mugu hava eina breiða felagsstøðu til spurningin, og at endamálið við eini avkláring millum Føroyar og Danmark má vera greitt. Eftir mínum tykki, so er greiðasta leiðin ein breið politisk og prinsipiell semja og avgerð um, at Føroyar so at siga beinanvegin verða eitt sjálvstøðugt ríki; hetta er leiðin, íslendingar valdu í 1918. Við øðrum orðum: Tað skal vera staðfest longu frá byrjan, at endamálið við politisku avkláringini millum Føroyar og Danmark eru einar ríkisrættarliga suverenar Føroyar, har alt politiskt vald frá byrjan skal vera í Føroyum uttan so at føroyskur myndugleiki hevur lagt tað aðrastaðni!
Alt tos um eina ?sjálvstyrislóg, ið røkkur líka at loysingini? o.l. er bert við til at grugga eina politiska loysn: Tað ber í sær eina vanda fyri, at vit enn eina ferð enda í eini fløkjuni um, hvør myndugleiki hevur førleika til hvat. Og vandan fyri einum fullkomuliga vanskeplaðum orðaskifti - í Føroyum og í Danmark - um ábyrgdarplasering, har nógv politisk orka verða brúktar uppá at fokusera uppá leiklutin hjá dønum og minni uppá at taka í egnan barm. Og vandanum fyri, at føroysk og donsk áhugamál draga hvør sín veg, so danir røkja síni egnu heldur enn okkara. O.s.frv. O.s.frv. Og eg eri púra sannførdur um, at uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstyrislóg endar í eini blindgøtu, har flokkurin kemur at renna seg í størri og størri fløkjur, tess meiri hann roynir at konkretisera útkastið.
Javnaðaflokkurin
í lyklastøðu
Eftir mínum tykki er tað púra greitt, at eitt sjálvstøðugt ríki er einasta gongda leið; tað, sum flokkarnir tískil skulu leggja orku í, er heldur spurningurin um hvussu skift verður frá sambandi til sjálvstøðugt ríki og hvussu vit innrætta okkum í einum sjálvstøðugum ríki. Tað er greitt, at eftirsum føroyski búskapurin gjøgnum áratíggju er lagaður eftir hesum, at ein árlig veiting kemur úr Danmark, so ber ikki til at kvetta á stokkinum og broyta hesi viðurskifti frá degi til dags. Ein skiftistíð má til og ein skiftisloysn, har føroyski búskapurin - tann almenni og privati - verður lagaður til broyttu fortreytirnar.
Hvat skal til fyri at røkka eini slíkari semju? Tað er greitt, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og helst eisini Sjálvstyrisflokkurin taka undir við eini avgerð um at Føroyar verða sjálvstøðugt ríki. Men hvussu við Javnaðarflokkinum? Tað er einki prinsipielt er til hindurs fyri, at hann tekur støðu fyri, at Føroyar verða sjálvstøðugt ríki. Heldur tvørturímóti, og floksformaðurin hevur eisini víst á íslendsku avgerðina í 1918! Javnaðarflokkurin hevur altíð lagt dent á, at sjálvstyri er einki mál í sær sjálvum, men at tað avgerandi eru møguleikarnir at búleikast í samfelagnum. Sostatt er ?ríkisfelagsskapur? ella samband heldur einki mál í sær sjálvum. Bæði Nyrup og Jóannes leggja javnan doyin á, at ríkið er eitt samstarv millum partar á jøvnum føti. Tí hevði tað verið heilt konsekvent at samstarvið umfataði tvey (ella try) fullveldi, har viðurskiftini teirra millum ikki vórðu ásett í einari heimastyris- ella sjálvstyrislóg, sum gevur Danmark serstøðu, men heldur grundað á politiskar avtalur millum ríkini.
Tað er eingin logisk fortreyt fyri fíggjarligum ella øðrum stuðli úr Danmark, at vit skulu vera partur av danska ríkinum. Tí er verður hetta eisini ein samráðingarspurningur, har tað fyri Javnaðarflokkin ræður um at sannføra danir (og føroysku flokkarnar) um, at tað er skilagott at stuðla menningini av føroyska samfelagnum við eini ávísari upphædd (og skal tað endiliga vera, so kann danskur ?menningarstuðul? brúkast nógv meiri konstruktivt enn skipanin, sum nú er).
Loysing og hvat so?
Fólkaflokkurin hevur svarað ?kapitalisering av blokkinum? og Tjóðveldisflokkurin hevur svarað ?blokkin fyri uttanlandsskuld?. Slíkar slagorðsloysnir eru sjáldan álitisvekjandi einsamallar, og fólk krevja óivað eitt greiðari svar uppá spurningin um gongdina ?her frá? og ?har til?. Ein triði møguleiki kundi verið ein stigvís minking av danska stuðlinum yvir eitt áramál. Saman um tikið: Eftirsum fullkomin loysing av politisku bindingunum til Danmark er ein fortreyt fyri at menna hetta samfelagið politiskt, búskaparliga, sosialt og mentannarliga, so má Javnaðarflokkurin taka støðu fyri Føroyum sum sjálvstøðugt ríki, og Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin eins og hinir flokkarnir mugu fara í aktivan dialog við Javnaðarflokkin á hesum grundarlag og konkretisera skiftis- og framtíðarloysnina. Hon skal eisini umfata politisku viðurskifti okkara við Danmark framyvir (skulu vit hava okkurt slag av unión við Danmark ella hvat?)
Hvat pláss hevur so Danmark í øllum hesum? Tað er greitt, at við einum sambandi, ið formliga røkkur aftur til 1380 og reelt í hvussu er aftur til umleið 1600, so er tað einki meiri enn sjálvsagt, at Danmark kennir eina ávísa politiska skyldu til at lynna undir eina føroyska eginmenning innan politiskar karmar, sum føroyingar sjálvir ynskja. Og fólkarættarliga hevur Danmark eisini pliktað seg til tað, eftirsum Danmark hevur ratifiserað ST-yvirlysingina frá 1945 viðvíkjandi londum, ið ikki hava sjálvræði. Tað er sjálvsagt, at einar sjálvstøðugar Føroyar ikki fara at isolera seg, men tvørturímóti noyðast at samstarva við onnur fræls lond á ymiskum økjum: Um uttanríkispolitikk, um atgongd til hægri útbúgvingar og til sjúkrahús, um marknaðaratgongd etc. Av søguligum grundum verður Danmark eitt tað fremsta av hesum samstarvslondum. Akkurát hvat slag av samstarvi og hvørjar møguligar sersømdir, talan verður um, tað mugu flokkarnir gera sær greitt og leggja fram fyri okkum og fyri danir (ella norðmenn ella íslendingar ella ...)
Hvat sigur Nyrup?
Aftur til Nyrup-vitjanina. Alt tos við Nyrup er og verður prát, so leingi føroyingar ikki hava eina felags støðu í spurninginum um okkara ríkisrættarligu støðu. Tí hevði tað verið ein góð byrjan, at føroysku flokkarnir høvdu havt sett seg saman fyrst og vitað, um teir høvdu nakað at siga hvørjum øðrum, áðrenn teir tóku støðu til, um teir høvdu nakað at siga Nyrup ...
Bæði tað sjónarmið at vilja hitta Nyrup og at lata vera hava góðar grundir fyri sær; men tað, sum er hugvekjandi, er hetta, at vit liva í einum landi, har fólkið og politikkarar ivast í, um tey skulu hitta sín egna ríkisleiðara! Tá ið Nyrup er komin og farin, so man vera upp á høgu tíð, at føroysku flokkarnir uttan fyri Sambandsflokkin sessast við sama borð at avklára, hvussu hetta kann bera til og hvussu tað kann broytast. Halda fram kann tað so ikki!
Og byrjanin til eina slíkan fund millum føroysku flokkarnar skuldi verið so uppløgd: Eftirsum formaðurin í Javnaðarflokkinum fer á fund við Nyrup, og eftirsum Nyrup bara vil okkum tað besta, so kundi Jóannes hóskandi spurt Nyrup, um fortreytin fyri fíggjarligum stuðli til Føroyar er, at Føroyar partú skulu vera partur av danska ríkinum; síðani kundi hann kunnað hinar um svarið hjá Nyrup. Verður svarið antin eitt greitt ja ella eitt greitt nei, so eru vit komin eitt avgerandi stig víðari!