Frelsarin kallar sítt fólk á fund

Í samband við, at tað eru umleið 1.000 ár, síðan kristna trúgvin kom til Føroya, fara føroyingar at hátíðarhalda hetta ár 2.000. Settur er ein bólkur fyrireika hátíðarhaldið

Føroyingar fara ár 2.000 at hátíðarhalda, at vit hava havt kristna trúgv í Føroyum í umleið 1.000 ár.

Hetta boðaði ein fyrireikingarbólkur frá á tíðindafundi í Havn mikudagin.

Endamálið við tíðindafundinum var at kunna um tær ætlanir, fyrireikararnir hava. Og at fáa fólk at luttaka aktivt í hesum fyrireikingum.

Tað kunnu fólk gera við at gera vart við seg og koma við hugskotum, sum kunnu leiða til eitthvørt, sum hevur samband við tiltakið.

Tað verið seg eina konsert, ein fyrilestur, útferð ella hvat tað nú skuldi verið.


Breitt forum

Tað var Hans Jacob Joensen, biskupur, sum í november mánaða í fjør tók stig til at fara undir fyrireikingar til hetta hátíðarhaldið.

Innbjóðing varð send øllum kristnum samkomum í landinum, og hava allar, uttan Brøðrasamkoman, boðað frá, at tær vilja luttaka. Brøðrasamkoman hevur sagt frá, at tey verða ikki við, men hava onga grundgeving givið, upplýsti biskupur á tíðindafundinum mikudagin.

Ætlanin við hesum breiða forumi er, sigur Hans Jacob Joensen, at vísa, kristna trúgvin júst er ætlað at savna og ikki spjaða, hóast tað mangan sær soleiðis út.



Fleiri tiltøk

Umframt samkomurnar og kirkjuna, eru Landsstýrið og Felagið fyri kirkjuráðslimir eisini umboðað í ráðnum, sum fyrireikar hátíðarhaldið.

Ætlanin er, at fáa vitjan aðrastaðni frá til hátíðarhaldið.

Hans Jacob Joensen, biskupur upplýsti, at donsku biskupparnir verða allir bodnir til Føroya í hesum sambandi. Eisini verða umboð fyri kirkjurnar í hinum Norðanlondunum boðin við. Og avgjørt er, at bjóða Margrethu drotning at luttaka. Men hon verður boðin av Føroya Landsstýri.

Umframt vitjanir og slík tiltøk, verður eisini annað gjørt í samband við 1.000 ára haldið.

Eitt nú verða onkrar bókaútgávur fyrireikaðar.

Talan er um føroysku trúarjáttarnirnar, sum í grundini ongantíð eru týddar til føroyskt.

Hetta hevur Hans Jacob Joensen, biskupur nú gjørt.

Tó er okkurt týtt áður. Til dømis verða týðingarnar hjá Jákupi Dahl av apostólsku dópsjáttanini og Luthers lítla katekismus við í bókini, sum nú kemur út í samband við 1.000 ára haldið.

Tað er grunnurin Føroyskt kirkjumál, sum gevur út.

Eisini kemur ein nýggj, føroysk koralbók til nýggju sálmabókina út nakað skjótt, upplýsti Bjarni Bæk, dómpróstur á tíðindafundinum. Bókin er næstan klár, segði Bjarni Bæk, og onkur er longu farin at royna hana. Onkrar smærri justeringar eru eftir, og so verður hon givin út.

Við í hesi bókini verða tey vanligu, kendu sálmaløgini, umframt tey føroysku, sum komin eru seinnu árini. Tað vil siga, bæði tey, sum vit við tíðini eru von við og kenna, umframt onnur heilt nýggj, sum ikki eru so kend.

Eisini verða onkur ensk løg við í bókini, men høvuðsparturin verður tað traditionella, sigur Bjarni Bæk.

Tiltøkini, ætlanin er at hava í samband við 1.000 ára haldið, verða hildin alt árið 2.000 og verða ymsastaðni í Føroyum.

Tað stóra høvuðshátíðarhaldið verður hvítusunnudag, sum verður tann 11. juni ár 2.000.

Eitt sindur av skemti stóðst av hesum á fundinum, av tí, at 11. juni, sum kunnugt, manna millum á donskum verður nevndur »Fandens fødselsdag«.

Men hví ikki hátíðarhalda kristnu trúnna júst tann dagin? Fanin er ein rættiliga stórur partur av okkara lívi og trúgv.

Men tað var tó ótilætlað, sigur biskupur, at tað gjørdist hendan dagfestingin. Sjálvandi er tað hvítusunnudag, sum er føðingardagur Kristnitrúnnar, sum haldið er sett til.


Ymsar hugsanir

Almenn hugsan er, at Føroyar vórðu kristnaðar við Sigmundi Brestissyni umleið ár 1.000.

Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at hann hevur spurt seg fyri hjá søgumonnum, og eru teir eitt sindur ójavnir á málið um heilt nágreiniliga árið. Onkur sigur , at tað hendi í 998, onkur sigur 999, men mett verður, at vit við góðari samvitsku kunnu hátíðarhalda hesa hending ár 2.000 og siga, at tá eru 1.000 ár liðin, síðan fyrsti missionerurin steig á land í Føroyum.

Men vit vita, at írskir munkar, sum helst hava verið kristnir, hava búð í Føroyum, áðrenn víkingarnir komu hendanvegin.

Tað sigur Dicuil, ein írskur munkur í Fraklandi, í bók, hann skrivaði í árinum 825.

Vísindarligar kanningar av plantuleivdum siga okkum, at fólk hevur búð í Føroyum í fyrra helmingi av sjeyndu øld. Og møguleiki er fyri, at hesi fólk hava verið kristin, hóast pollenkanningarnar sjálvandi ikki siga nakað um tað.


Hart og effektivt

Hvussu er og ikki, so rokna vit kortini við, at tað er kristniboðan Sigmunds til víkingarnar umleið ár 1.000, sum er grundarlagið undir okkara trúgv í dag.

Føroyingasøga, sum er einasta kelda, vit eiga um hendingarnar, sigur okkum, at ikki hevur hann farið heilt fram eftir boðum meistarans.

Tá ikki hjálpti við orðum, varð tikið til gerðir. Tað vil siga svørðið. Og so bar til, hóast neyvan allir, sum kristnaðir vórðu á hendan hátt, hava meint so øgiliga nógv við sína trúgv.

Og nakað væl av politikki man hava verið uppi í eisini.

Skaldskapurin hevur eisini fingið væl burtur úr hesi hending á Tinganesi, tá Sigmundur stevndi føroyingum til fundar. Og Tróndur fór úr Gøtu, sigur Tróndarkvæðið okkum, ikki bara til at mótmæla trúnni, men líka nógv at mótmæla, at hon kom frá útlendskum kongi.

Yrkjarin letur Trónd siga soleiðis við menn sínar, áðrenn farið verður úr Gøtu:


Heilir, sælir mínir menn!

Á hesi morgunstund

skulum vær nú til Havnar suður

á tann trúnarfund.


Skulum vær níga Ólavi kongi,

skulum vær honum lúta?

Skulum vær krúpa so í krógv,

tá man mangur súta.


Og einki spurdist heldur burtur úr missiónsferðini hjá Sigmundi á tí sinni.

Seinni, tá hann við svikum og svørði gekk á Trónd, bar betur til.

Úrslitið er so kortini, at føroyingar 1.000 ár seinni kunnu hátíðarhalda hetta við ymsum tiltøkum.

Og tann, sum hevur eitthvørt gott hugskot til hátíðarhald, kann venda sær til formannin í stýrisbólkinum, Poul Jákup Thomsen, sum hevur


tlf. 1 75 22

ella


postboks 1121

FR 110 Tórshavn.