Turið Kjølbro Í mun til fólkatalið verða fleiri børn fødd við arm- og beinbreki í Føroyum í mun til í Danmark. Í fjør vórðu trý børn fødd í Føroyum við slíkum breki í mun til 18-20 í Danmark á hvørjum [...] og beinbreki, ið ikki koma í vøggustovu ella barnagarð, eru verri fyri sálarliga, tá ið tey koma í skúla. Hvørki hoyrd ella sæð Hesi børnini hava hvørki verið hoyrd ella sæð í almanna- ella sjúkrahúsverkinum [...] Familjurnar, sum koma saman í Føroyum, eru limir í danska felagnum ?Foreningen af arm-/bendefekte?. Kreppan, ið kemur Felags fyri hesi børn, ið vanta hond, arm ella bein, er, at tey koma í eina kreppu, tá ið tey
konsertferð í Noregi, Svøríki og í Danmark, umframt at teir hava verið á palli saman í Føroyum. Livandi umhvørvi Jógvan Andrias er ikki í iva um, at tað livandi tónleikaumhvørvi í Klaksvík í fleiri tíggju-ár [...] systrarnar vóru virkin í Klaksvíkar Sangfelag, og tað varð nógv sungið í barnaheiminum. Sjálvur byrjaði hann ongantíð í sangkóri, men hugurin til tónleikin lá har. Vinurin Hanus Í 1986 kom hann inn á v [...] frá arbeiði og skúla. Hetta var ikki tónleikur, sum varð góðkendur av teimum vaksnu hesa tíðina, men seinni fekk hendan rockoperan eisini pláss í kirkjuni, og er í dag ein klassikari. - Hetta er eitt tað
upprunaheitið Geography of the World. Henda litfagra bókin er framúr góður leiðvísari í øllum frælsum londum og heimspørtum í dagsins umskiftiliga heimi. Tú ognar tær skjótt og lætt, týdningarmiklar upplýsingar
lívið uppi í Hoydølum, og ivaleyst munnu tað vera fleiri gamlir studentar, sum ymsastaðni í landinum liggja inni við onkrari útgávu av Vitanum, frá teirri tíðini, tá tey sjálv gingu í skúla. Vónandi verður [...] Fáar útgávur Í fleiri ár var studentablaðið Vitin eitt tað fyrsta hugsað varð um, tá tosið fall inn á aktivitetin uppi í Hoydølum. Ivaleyst vóru veitslurnar nakað frammaligari í umrøðu og undirtøku, men [...] men eftir hetta mundi tað vera Vitin, sum næmingar í Hoydølum identifiseraðu seg við. Soleiðis er tó ikki longur. Í nøkur ár hava útgávurnar verið fáar og spjaddar, og seinasta ár varð bert um eittans blað
m. - Eg var á fundi í Íslandi í summar, har umboð fyri norðurlendsku skúlaleiðarafeløgini hittust. Har var felags yvirlýsing gjørd, har víst var á, at støðan hjá skúlaleiðslunum í Norðurlondum er vánlig [...] hvørki stjóri ella varastjóri á einum skúla við 200 næmingum undirvísingartímar, men leiðsluuppgávur, fyrisitingarligt arbeiði og teir hava skrivara. Í Føroyum á einum skúla av somu stødd, undirvísir stjórin [...] myndugleikar, í ein mánað. - Tað er løgið og átaluvert, at ein innan skúlaverkið ikki kann tosa saman, tí er vilji, so kann trupulleikin loysast, metir Hanus Joensen, skúlastjóri í Konmmunuskúlanum í Havn.
ímóti klokkan níggju. Í Tórshavn tysa menniskju og bilar í øllum aldrum og støddum úr trongum gøtum og skýmligum skotum. Til arbeiðis og í skúla. Hesa avgerandi løtu stendur alt brádliga í einum roki. Ikki [...] tíðum, er ljós í eygsjón. Sunnunáttina fer summartíðin úr gildi, og klokkan verður flutt ein tíma aftur. Komandi viku verður sostatt ljósari í fyrru tysingartíðini, tá børnini fara í skúla. Heilt ljóst verður [...] rættstundis í skúla. Lærdómur barnanna hevur týdning fyri framtíðina. Um átta tíðina eru bilar og børn umsíðir savnað við skúlarnar. Og hóast tíðliga á morgni bilar hugflognum onki. Steðgað verður í báðum síðum
Petersen. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15.00 limafundur í KFUK. 1. november: Eingin eldrasamkoma vegna Alla halganna dag. Týsdagin kl. 16.00: Várgleði fyri børn. Meinigheitin í Hoyvík Í kvøld kl. 20 After [...] Eystari Ringvegur 4. Sunnudagin í Hoyvíkar skúla: kl. 14.00 sunnudagsskúli og kl. 17.30 Bøn, kl. 18.00 møti við Paula Høj. Verið øll hjartaliga vælkomin. Vit eru við í tiltakinum frá »Minus til Pluss« [...] kvinnur eru vælkomnar. Kirkjan í Hósvík Møti verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 19.00 v/ Niclas Mikkelsen og Petur Magnusson. Evangeliskt møti í Róðrarneystinum Hvalvík/Streymnes
seg vera eysturoying út í odd og egg, er hetta seinnu ferð, hon er í Suðurstreymoy í starvsvenjing. Fyrru ferð, í fjør, var hon í klædnahandlinum Klivanum í SMS. Hóast Elisabeth í sínum Buffalo plateauskóm [...] Skjótt 16 ára gamla Elisabeth Hansen er í starvsvenjing á Sosialinum. Hon gongur í 10. flokki í Tofta Skúla. Mánadagin í farnu viku byrjaði hon við at heilsa upp á Jan Müller, blaðstjóra, og síðani varð [...] politikki, búskapi og livibreyði! ? Eg havi búð í Oxford í Onglandi í 9 mánaðar. Tá var eg 12 ára gomul, og eg ætli mær aftur til landið. Kanska sum Au-pair í London. Mær dámar væl enska málið, og kundi væl
Hvørki í Føroyum ella í Danmørk er fólkaháskúli fornsøguligt hugtak. Í Danmørk tók hugsjónin seg upp í 1848, tá ið danir fóru frá einaveldi til fólkastýri. Hugsjónarmaðurin aftan fyri háskúlarørsluna í Danmørk [...] verið so snimma komin, høvdu teir báðir ikki lagt so stóra orku í dreymin. Í dag stendur Føroya Fólkaháskúli í Tórshavn. Veldugur í mun til hin í Føgrulíð, og við virksemi, ið er fleirfaldað og við frálæruhátti [...] biðin at vera lærari eina tíð í Kunoy. Hugur hansara var til starvið, tí í 1893 fór hann á læraraskúla í Havn. Eftir at hava búð hjá Sámali Rasmussen á Kák, flutti hann í hús Trinu Winther, ættað av Sandi
tað, at hann tá hevði rætt í sínum pástandum um, at lógin er ov dýr, metir Elif Samuelsen. Eilif metir ikki, at lógin stílar ov høgt, í mun til fíggjarligu karmarnar. - Eini 95% í logini eru óbroytt. Um 5% [...] Samuelsen. Elif metir, at í 1998 hevdu vit góð ráð at seta slíkt í verk, og hann minnir á, at peningur t.d. varð settur av til gransking og granskingarráð. - Bíðar ein við at seta slíkt í verk, til ráðini eru [...] fyrrverandi landsstýrismaður við undirvísingarmálum, ið legði fram nýggju fólkaskúlalógina. Lógin varð sett í verk, hóast menn vóru ósamdir, tí hon var hildin at vera kostnaðarmikil. Føroya Lærarafelag hevur hótt