Ein av stóru skúlunum, ið verður meint raktur, um Føroya Lærarafelag ger álava av lýsta arbeiðssteðginum fyri sáttmálasettar lærarar tann 1. november, er Kommunuskúlin í Havn.
Hanus Joensen, skúlastjóri, sigur, at 17 av yeimum 38 lærarunum eru sáttmálasettir.
-Tænastumenninir verða til arbeiðis, so teir tímarnir verða lisnir, men teir hava ikki loyvi til at taka tímarnar hjá hinum, so taðmerkir, at alt verður ósamanhangandi og nógv glopp verða í. Teir yngru flokkarnir hava ofta ein sáttmálasettan og ein tænastumann, men onkur hevur eisini tveir sáttmálasettar lærarar, so har verður ongin undirvísing, sigur Hanus Joensan og leggur afturat, at heta verður ringt at umsita.
Ampa av teimum yngru
Hanus Joensen hugsar serliga um yngru børnini.
- Vit liggja mitt í býnum og tað er ikki uttan ampa, at t.d. børn í fyrsta flokki ganga leys. Eftir vanligum reglum hava vit framvegis ábyrgdina, men tað er klárt, at eru 200 næmingar, ið ganga uttan lærara, so verður ringt hjá mær at taka ábyrgd av øllum, og eg kann ikki seta onnur til tað og taka upp verkfallsrakt arbeiði, sigur Hanus Joensen.
Hann noktar ikki fyri, at vandi fyri koasi í skúlanum, um arbeiðssteðgur verður.
Hanus Joensen sigur, at enn veit hann ikki, um tað kemur so langt, sum til arbeiðssteðg, men skúlin fer at senda skriv heim til foreldrini og greiða frá, hvørjir tímar verða lisnir og hvørjir ikki.. Eisini verður í skrivinum gjørt vart við, at skúlin fær ilt við at liva upp til ábyrgdina, tí lærarar eru ikki til taks.
Støðan hjá leiðslunum
Hanus Joensen vísir á, at ein partur av málinum eru umstøðurnar hjá skúlaleiðslunum.
- Eg var á fundi í Íslandi í summar, har umboð fyri norðurlendsku skúlaleiðarafeløgini hittust. Har var felags yvirlýsing gjørd, har víst var á, at støðan hjá skúlaleiðslunum í Norðurlondum er vánlig, umstøðurnar eru ringar og lønin er lág og nógv verður kravt av leiðslunum, sigur Hanus Joensen.
- Aðrastaðni hava hvørki stjóri ella varastjóri á einum skúla við 200 næmingum undirvísingartímar, men leiðsluuppgávur, fyrisitingarligt arbeiði og teir hava skrivara. Í Føroyum á einum skúla av somu stødd, undirvísir stjórin einar 17 tímar og varastjórin yvir 20 tímar. Hetta er ein trupulleiki, tí eingin tíð er til leiðslu og fyrisiting. At hava ábyrgd og ikki hava tíð til tað, tað er strævi, sigur Hanus Joensen.
Hann vísir á, at starvið iki er lokkandi og at hetta vísti seg í summar. Størv vóru lýst leys, men øll máttu lýsast av nýggjum tí umsøkjarar vóru ikki til størvini og hetta tekur Hanus sum klárt tekin um, at størvini eru ikki lokkandi.
Einki samband hevur verið millum partarnar, Lærarafelagið og myndugleikar, í ein mánað.
- Tað er løgið og átaluvert, at ein innan skúlaverkið ikki kann tosa saman, tí er vilji, so kann trupulleikin loysast, metir Hanus Joensen, skúlastjóri í Konmmunuskúlanum í Havn.