Okkara børn skulu læra at góðtaka sínar avmarkingar

Eingin forðing er fyri, at børn við arm- og beinbreki fara at klára seg eins væl og onnur, tá ið tey gerast vaksin. Nú heita foreldur at børnum við arm- og beinbreki í Føroyum á onnur í somu støðu um at koma saman í felag

Turið Kjølbro


Í mun til fólkatalið verða fleiri børn fødd við arm- og beinbreki í Føroyum í mun til í Danmark. Í fjør vórðu trý børn fødd í Føroyum við slíkum breki í mun til 18-20 í Danmark á hvørjum ári. Hví børnini eru fødd við hesum breki, veit eingin greitt at siga.

Í Føroyum er einki felag fyri foreldur og børn við hesum breki. Nøkur foreldur hava tó funnið saman, og nú vóna hesi, at fleiri fara at gera vart við seg, soleiðis at tey kunnu seta á stovn ein bólk ella eitt felag.

- Tað eru børnini vit fyrst og fremst hugsa um, at tað fer at gagna teimum, ið hava hesi brek, at vit hittast og síggja, at onnur eru úti í føroyska samfelagnum, ið eisini mangla arm, bein, hond ella fingrar, siga tær báðar Margrit Debess og Jonhild Dam, ið eiga ávikavist Teit og Hergeir, sum báðir vanta vinstru hond.

- Vit hava sett okkum í samband við danska felagið, og haðani hava vit fingið at vita, at tað hevur alstóran týdning fyri trivnaðin hjá børnunum, at tey síggja og hitta onnur, sum hava somu brek. Eisini skulu tey mennast soleiðis, at tey uttan trupulleikar góðtaka, at tey eru fødd við breki, uttan at tað skal verða ein ólukka hvørja ferð, tað verður nevnt, sigur Margrit Debess.

Familjurnar, sum koma saman í Føroyum, eru limir í danska felagnum ?Foreningen af arm-/bendefekte?.


Kreppan, ið kemur

Felags fyri hesi børn, ið vanta hond, arm ella bein, er, at tey koma í eina kreppu, tá ið tey gerast umleið trý ára gomul. Tá eru tey meiri tilvitandi um, hvat tey kunnu og ikki kunnu.

- Ikki fyrr enn børnini gerast meiri sjálvbjargin, sæst, hvussu tey klára seg. Tað er ein sannroynd, at børn við brekum eru sera treisk og gevast ikki á hendur fyrr enn tað, sum tey hava í kvittanum eydnast. Tað valdast brek, men eisini her er tað av stórum týdningi, at børnini kenna møguligar avmarkingar. Eingin forðing er tó fyri, at tey fara at klára seg eins væl og onnur, tá tey gerast vaksin, nærum uttan mun til, hvørja lívsleið tey velja sær, sigur Margrit Debess.

Tí er tað av stórum týdningi, at foreldrini saman við pedagogum og øðrum hjálparfólki eru tilreiðar at stuðla børnunum likamliga, sálarliga og sosialt. Kanningar uttanlands vísa, at børn við arm- og beinbreki, ið ikki koma í vøggustovu ella barnagarð, eru verri fyri sálarliga, tá ið tey koma í skúla.


Hvørki hoyrd ella sæð

Hesi børnini hava hvørki verið hoyrd ella sæð í almanna- ella sjúkrahúsverkinum. Eitt nú eru eingi hagtøl yvir henda bólk av børnum. Eigur tú eitt barn, sum er føtt við breki, hevur tú rætt til ymiskt sambært lóg. Í Danmark fáa foreldur at vita, hvagar og nær tey skulu venda sær til stovnar, læknar, serlæknar, serkunnleika og onnur, ið kunnu vera teimum ein hjálp.

- Í Føroyum er einki ein sjálvfylgja, og tí eru foreldur noydd at stríðast fyri tí minsta, tey skulu hava til børnini. Ymsir spurningar og trupulleikar eru dagliga uppi og venda heima, og soleiðis átti tað ikki at verið. Tað tekur dirvið frá nógvum. Vit lasta ikki nøkrum nakað, tí eingin hevur slóðað fyri. Men kortini halda vit, at tað kundi gingið lættari og skjótari at komið ígjøgnum skipanina. Serliga á Hjálpitólarmiðstøðini gongur tað ógvuliga seint og striltið fyri seg, sigur Jonhild Dam.

Somuleiðis sakna tey eina fasta mannagongd á sjúkrahúsunum, tá ið eitt barn við arm- og beinbreki verður føtt. Sambært Margrit og Jonhild áttu starvsfólk at verið til taks, sum kundu greitt foreldrunum frá um brekið beinanvegin, soleiðis at sleppast kann undan ótryggleika og óneyðugum spekulasjónum.


Foreldur saman

um sorg og gleði

Í Havn koma seks familjur, ið eiga børn við arm- og beinbreki, saman regluliga, og tey meta, at tey fáa stórt gagn av samveruni. Hesar vóna nú, at fleiri familjur gera vart við seg og seta seg í samband við tey.

- Børnini skulu vita, at tey eru ikki einsamøll í verðini, at onnur eru sum tey, og at tey kunnu læra av hvør øðrum. Koma fleiri foreldur saman í eitt felag ella í ein bólk, kunnu vit tosa saman um, hvørjar royndir, hvør einstakur hevur gjørt sær, hvørji krøv vit hava til hentleikar frá tí almenna, og annað, ið kann gagna børnunum, sigur Margrit Debess.

Nakrar av familjunum hava verið á Solbakken í Danmark, ið er ein venjingar- og skeiðsdepil fyri foreldur og børn við arm- og beinbreki. Haðani hava tey fingið størri innlit í brekið, hvat børn teirra skulu og mugu ígjøgnum í uppvøkstrinum, og hvussu tey sum foreldur kunnu stuðla teimum.

- Eftir møguligan skelk eftir at hava fingið eitt slíkt barn, skulu vit sum foreldur læra at góðtaka støðuna og kenna okkum væl uttan mun til eygnabráð og spurningar av ymsum slagi. Hetta er fyritreytin fyri, at barnið kann koma at kenna seg væl og góðtaka seg sjálvt. Nøkur foreldur fáa ein stóran skelk, tá ið tey fáa eitt barn sum vantar eina hond ella ein fót, meðan onnur beinanvegin góðtaka tað. Beint sum brekið er staðfest fáa vit at vita, at børn við arm- og beinbreki ofta hava onnur smærri brek eisini. Og tað er rættiliga nervapirrandi so leingi, tú ikki veitst meir.

- Á Solbakken fingu vit at vita, at børn við arm- og beinbreki skulu vera sjálvbjargin, tá ið javnaldrarnir eru tað. Tí er sera umráðandi, at tey longu sum heilt lítil sleppa at finna út av ymiskum sjálv. Tað mennir tey ótrúligt, og tað positiva er eisini, at tey veruliga vilja sjálv, sigur Jonhild Dam.