Frálík handbók í heimi og skúla

Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava í felag givið út alfrøðina Heimsins lond

Talan er um eina bók hjá forlagnum Dorling Kindersley í føroyskari týðing. Eitt lið av landafrøðingum hevur skrivað og lagt bókina til rættis, sum hevur upprunaheitið Geography of the World. Magni Joensen hevur týtt bókina úr enskum. Henda litfagra bókin er framúr góður leiðvísari í øllum frælsum londum og heimspørtum í dagsins umskiftiliga heimi. Tú ognar tær skjótt og lætt, týdningarmiklar upplýsingar um m.a. fólkatal, mál, átrúnað, stýri og gjaldoyra.

Bókin er býtt sundur í heimspartar. Fyrst í hvørjum parti er eitt kort, ið vísir allan heimspartin og eisini síður, ið lýsa fólkini, har búgva. Hvørt landið ella landabólkur hevur so sertakt kort, sum vísir býir, áir, fjøll, o.a. týdningarmikið. So koma síðurnar um sjálvt landið. Tær eru gjørdar soleiðis, at tú skalt fáa so nógv sum til ber at vita um, hvussu er í landinum - fólk, siðir, politikk og búskap. Fyri hvørt landið er kassi við umráðandi hagtølum, t.d. vídd, fólkatali, høvuðsstaði, átrúnaði, stýrislagi og gjaldoyra.

Aftast í bókini er ískoyti við upplýsingum um sovorðið, ið er meiri alment: Stýrisskipanir, Altjóða felagsskapir, Átrúnaður í heiminum, Heilsa og útbúgving, Rík og fátæk, og Heimshandilin. Eisini eru orðalýsingar, navnaskrá og leitorðalisti.

Heimsins lond er 304 síður við litmyndum og kostar 280 krónur í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini.