Vitin skal aftur lýsa

Næmingarnir í Hoydølum kunnu nú aftur byrja at gleða seg til at fáa enn eina útgávu av studentablaðnum »Vitin«

Fáar útgávur

Í fleiri ár var studentablaðið Vitin eitt tað fyrsta hugsað varð um, tá tosið fall inn á aktivitetin uppi í Hoydølum. Ivaleyst vóru veitslurnar nakað frammaligari í umrøðu og undirtøku, men eftir hetta mundi tað vera Vitin, sum næmingar í Hoydølum identifiseraðu seg við.

Soleiðis er tó ikki longur. Í nøkur ár hava útgávurnar verið fáar og spjaddar, og seinasta ár varð bert um eittans blað. Hetta blað varð meira ella minni ein neyðloysn, sum varð skipað á tann hátt, at ein heilur flokkur fekk tað sum uppgávu at gera eitt blað. Hetta gjørdist neyðugt, av tí at næmingaráðið ikki fekk nakran at átaka sær uppgávuna.

5 fólk um arbeiðið

Í ár eru tað tó nakrir av næmingunum, sum ætla, at nú skal takast annað skinn um bak. 5 ungfólk, sum øll hava tilknýti til Hoydalar, hava tikið seg saman í ein bólk, sum hevur til endamáls at endurreisa Vitan.

Yngd hevur hitt tvey teirra, Atu Bærentsen og Johan Poulsen. Tey halda bæði tvey, at eftir teirra tykki er avgjørt neyðugt, at Vitin verður endurreistur. Vitin eigur snøgt sagt at vera ein partur av tí at ganga í Hoydølum, og harumframt meta tey tað vera sera spennandi at gera hesa royndina.

Ætlandi skal fyrsta blaðið verða prentað einaferð í november mánaði, men tey bæði vilja ikki siga nakað um, hvussu nógv bløðini verða í tali. Ofta hevur tað víst seg, at tá fyrsta blaðið á árinum verður latið næmingunum, verður lagt hart út, og ætlanir verða settar um at geva eini 8 bløð út í einum skúlaári. Síðani hendir tíverri oftani tað, at hetta tal verður skorið niður í 4, og síðani kanska enn meira. Tískil vilja vit ikki seta okkum nakað mál hesum viðvíkjandi, men vilja heldur fáa fyrsta blaðið frá hondini fyrst. Um talan so verður um 1 ella 8 bløð, vil tíðin so vísa.

Skal vera viðkomandi

Innihaldið í blaðnum fer ætlandi at snúgva seg um tey viðurskifti, sum hava áhuga millum studentar, og sjálvsagt eisini um tað, sum gongur fyri seg uppi á skúlanum. Talan kann verða um útferðir, veitslur, ítróttardagar og onnur tiltøk.

Ivaleyst verða eisini onkrar stuttligar studentarsøgur at lesa, men alt hetta vóru tey ikki rættuliga greið yvir enn.

Sum sagt er tað tó heilt vist, at tilfarið fer at snúgva seg um lívið uppi í Hoydølum, og ivaleyst munnu tað vera fleiri gamlir studentar, sum ymsastaðni í landinum liggja inni við onkrari útgávu av Vitanum, frá teirri tíðini, tá tey sjálv gingu í skúla. Vónandi verður tað eisini soleiðis við hesum (vónandi verða tað fleiri) útgávunum, soleiðis at studentarnir, sum nú eru har uppi, um nøkur ár kunnu sita og práta, flenna ella skeldast, um tað, sum í sínari tíð hevur verið skrivað um tey.

Í øllum førum vil Yngd ynskja Vitanum góðan byrð framyvir, soleiðis at hann eisini framyvir kann verða blaðið hjá øllum teimum, sum velja at gera eitt legg niðan í Hoydalar á lívsleið teirra.