Føroya Fólkaháskúli - eitt tjóðskaparstríð

Háskúlin fyllir hundrað ár í komandi viku. At skúlin kom undan í tíðum, tá ið veking og tjóðskapur vóru illavorðin orð í Føroyum, er serliga Rasmusi Rasmussen og Símuni av Skarði fyri at takka. Fyrstu 25 árini løgdu teir alla orku sína í stríð fyri føroyskum háskúla og móti donskum illvilja

Hvørki í Føroyum ella í Danmørk er fólkaháskúli fornsøguligt hugtak. Í Danmørk tók hugsjónin seg upp í 1848, tá ið danir fóru frá einaveldi til fólkastýri. Hugsjónarmaðurin aftan fyri háskúlarørsluna í Danmørk var N.F.S. Grundtvig. Hann var so mikið framsíggin, at hann alt fyri eitt varnaðist vansarnar, ið standast kundu av fólkastýri, var vanligi borgarin ikki upplýstur um grundleggjandi hugtøk, neyðugt var at hava kunnleika til í einum fólkaræði.

Hóast samskiftið millum Føroyar og flatlond um hetta mundið ikki á nakran hátt kann samanberast við tað, vit hava í dag, frættist tað skjótt um hesa sermerktu skúlaskipan.

Fyrsti føroyski háskúlanæmingurin, vitandi er um, er Ellen Elisabeth Catrine Jacobsen (deyð 1904). Heilt ung fór hon til Danmarkar at tæna og læra húsarhald. Hon kom á ein garð, har grundtvigska rørslan hevði góð gróðrarlíkindi, og eggjaði hetta henni at royna seg. Við hesum var fyrsti neistin kveiktur. Føroyingum tørvaði slíka vitan, sum Ellen hevði.


Tjóðskaparligt málstríð

Í 1873 - 74 fóru fyrstu næmingarnir á háskúla í Danmørk. Gongd var komin á. Hugurin at verða upplýstur um lívið bylgdist í barmi føroyinga, men ein vansi var: Enn var háskúlin ikki føroyskur.

Tjóðskaparrørslan var av álvara farin at gera um seg seinast í 19. øld, og háskúlamálið gjørdist partur av hesum stríði. Hildið varð, at háskúlin skuldi viðgera evni, sum vóru føroyingum viðkomandi, á føroyskum. Føroyingafelagið setti sær fyri at fáa háskúlan settan á stovn í Føroyum. Felagið hevði hetta í stevnuskránni.

Afturhaldstungur vildu vera við, at óneyðugt var við háskúla í Føroyum. Føroyingar kundu bara fara niður. Um hetta er at siga, at vansarnir við, at føroyingar noyddust til Danmarkar vóru tær hugvísindaligu lærugreinirnar, t.d. søga, skaldskapur og mál. Danski háskúlin var í fyrsta lagi fyri danir, og lærugreinirnar hareftir. Søguundurvísingin fór fram við tí fyri eyga at lýsa danska fosturlandssøgu, og sama var við skaldskapinum. Føroyskur skaldskapur var ongin.

Tað sum helst hevur verið berandi brandurin, var málsligi spurningurin. Á danska háskúlanum varð einans undirvíst á og í donskum máli. Føroyska tjóðskaparstríðið snúði seg einamest um málið, og tískil gjørdist tað sterkasta grundgevingin fyri háskúla í Føroyum. Føroyingar høvdu heldur ikki nóg góðan kunnleika til danskt mál, at kunna fáa nóg nógv burtur úr frálæruni í Danmørk.


»Det kommer vel?«

Ein trupulleiki við háskúlagongd í Danmark, ið hvør einstakur næmingur merkti, var peningaligur. Ongin stuðul varð veittur. Hugskotið um, at føroysku næmingunum í Danmørk átti at verða veittur stuðul, fekk sandoyarpresturin, Rudolf Jensen, ið kom til Føroya í 1865. Áðrenn hann kom til higar, hevði hann havt gott samband við danskar háskúlamenn, og kendi hann tí virðið á hesi serstøku skúlaskipan. Á eini vitjan í Danmørk í 1869 legði presturin stuðulsmálið fyri mentamálaráðharran. Hesin helt tað vera løgið, at føroyingar ikki langt síðan høvdu fingið stuðul; teir vóru jú danskir ríkisborgarar. Stuðulin kom soleiðis í lag.

Tó er vert at nevna, at stuðulin als ikki nøktaði tørvin. Í árunum 1879 - 1899 fingu føroyingar millum 100 og 161 krónur um árið, og hetta munaði lítið, tá ið ferðakostnaðurin aftur og fram millum Føroyar og Danmørk var um 200 krónur. Hetta hevði við sær, at nógv ungfólk ikki sóust aftur í Føroyum. Teir fingu sær arbeiði niðri og Føroya land fekk sostatt onki gagn av lærdómi teirra.

Føroyum hevði tað verið munin ódýrari og samfelagsliga gagnligari, var háskúlin í Føroyum. Aðrar grundgevingar vóru eisini. Føroyingurin var sum heild tjóðskaparsinnaður og sum heild sinnaður at stovnseta føroyskan háskúla. Enn tørvaði hugskotinum fólk við áræði og dirvi at fara undir ætlanina. Tørvur var á fólki, ið kundi taka undir við orðum Ernst Triers, háskúlastjóra í Vallekilde, við ein føroyskan næming, veturin 1892-93: » Det bliver ikke godt der oppe hos Jer før I faar Forkyndelse paa Jert Modersmaal baade i Skolen og i Kirken, men det kommer vel ogsaa nok engang«.


Framskygdir bygdamenn

Spádómur Ernst Triers varð eisini lovaður at ganga út. Hetta hendi, tá ið Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði, ið báðir gingu á háskúlanum í Askov, lovaðu hvørjum øðrum at stovna háskúla í Føroyum. Teir báðir gjørdust so hugtiknir av háskúlaandanum og sambondunum við mætar danskar háskúlamenn (t.d. Marius Kristensen, Poul la Cour, Laust Moltesen, Jacob Appel og fyristøðumann Askov Skúla, Ludvig Schrøder), at teir settu sær fyri at gerast undangongumenn Háskúlans.

Meðan Føroyingafelagið sendi tjóðskaparligar geislar um landið og áhugin fyri Háskúlanum av álvara var farin at taka seg upp, vóru háskúlamenninir unglingar. Rasmus var í Miðvági og tókst við fyrifallandi arbeiði, ið hoyrdi bygdini til. Í tí nú avtoftaðu bygdini á Skarði gekk Símun. Báðir vistu enn onki um týdningin, teir fóru at hava fyri føroyska mentan og tjóðskap.

Rasmus Rasmussen varð føddur í Miðvági 13. august 1871. Ungur fekk hann samband við fólk, ið bóru alsk til háskúlarørsluna. Í Miðvági var lærari, ið hevði verið í Danmørk á háskúla. Hann var giftur kvinnu, ið eisini hevði verið á háskúla. Hesi bæði, Jákup Jacobsen og Anna Kjelnes, gjørdu sítt til at greiða forvitnum ungfólki frá hesi rørslu, sum var skapað í anda ungdómsins. Jákup var lærari Rasmusar, og so stóra ávirkan høvdu mongu vitjanir Rasmusar í heimi Jákups og Onnu, at hann, hóast stríðið at slíta seg leysan úr bygdarlívinum, í 1892 fór til Danmarkar at ganga á Vallekilde Højskole.

Símun av Skarði varð føddur á Skarði 3. mai 1872. Sera torført var at fáa til vega lærarakreftir, tí Kunoyggin var rættiliga avbyrgd tá á døgum. Vaksin var hin evnaríki Símun biðin at vera lærari eina tíð í Kunoy. Hugur hansara var til starvið, tí í 1893 fór hann á læraraskúla í Havn. Eftir at hava búð hjá Sámali Rasmussen á Kák, flutti hann í hús Trinu Winther, ættað av Sandi. Heppið var hetta, tí somu hús vóru samkomustaður hjá oddamonnunum í Føroyingafelagnum. Har hittust m.a. Rasmus Effersøe, Jóannes Patursson og Mads Andreas Winther. Hesir ávirkaðu Símun nógv, og hann gjørdi av at gerast partur av stríðsfjøld teirra, ið ynsktu mentanarligan framburð í Føroyum við føroyskum sum amboði. Liðugur við læraraútbúgvingina, fór hann á háskúla í Askov. Hetta var í 1896.


Styrkjandi tjóðskaparløtur

Rasmus var 2 ár á handverkaradeildini á Vallekilde Højskole og lærdi seg træsmíð og tekning. Væl lá fyri, tí longu áðrenn hann fór niður hevði hann fingist við hetta handverk. Í 1894 segði Rasmus Vallekilde farvæl og arbeiddi sum timburmaður í 2 ár. Í 1896 gjørdi Rasmus av at fara á víðkaða fólkaháskúlanum í Askov. Her hitti hann Símun, og teir báðir samdust um at stovnseta Føroya Fólkaháskúla.

Símun av Skarði var longu útbúgvin lærari og Rasmus Rasmussen hevði hollan kunnleika til skúlaskap. Kortini var hetta ikki nóg dygg barlast til at fara undir yrki sum háskúlalærarar. Neyðugt var at ganga 2 ár á Askov og 1 ár á læraraháskúlanum í Keypmannahavn. Tíðin her gjørdist teimum rík og mennandi. Frálæran fór fram í samljóði við endamálsgreinir Grundtvigs, og á skeiðnum vóru aðrir føroyingar. Har gingu so miklir mentamenn sum Jákup Dahl, A.C. Evensen og Jacob Jakobsen. Í hesum hópi høvdu háskúlamenninir mangar styrkjandi tjóðskaparløtur, ið løgdu lunnar undir ætlan teirra. Á ólavsvøku 1899 stigu teir fótin á land í Føroyum eftir lokna útbúgving. Kósin móti Føroya Fólkaháskúla var sett og ein strævin túrur lá fyri framman.


Lærdu skriftmál

Fyrsta reglugerðin fyri Føroya Fólkaháskúla er frá 1910. Grein 2 er soljóðandi: »Endamál skúlans er: 1) at vekja ans fyri andligari og kropsligari menning hjá Føroya ungdómi. 2) at veita næmingunum kunnleika í vanligum lærugreinum, t.d. føroyskum og donskum máli, rokning, skriving, søgu, náttúrulæru, landafrøði og - um stundir eru til tess - øðrum, sum hóskandi kann vera«.

Frálærutilfarið á fyrsta skeiðnum í 1899 var sera avmarkað. Bøkurnar vóru Føroyingasøga, Færøsk Anthologi og Smásangir og Sálmar, umframt eitt slitið føroyakort?

Tað kann tykjast løgið, at so lítið tilfar var, men Rasmus og Símun tóku jú undir við grundsjónarmiði Grundtvigs: Boðskapurin skuldi berast fram, sum livandi orð. Og hvønn dag skuldu teir báðir halda tvær røður hvør. Símun røddi um søgulig evni og Rasmus røddi um tey náttúruvísindaligu. Hetta uppfylti kortini ikki krøvini, sum sermerkti háskúlan: At skúlin skuldi veita næmingunum hollan kunnleika í føroyskum og mállæru tess. Og var nakað serstakt, ið háskúlamenninar løgdu seg eftir, var tað júst at læra frá sær í føroyskum máli og mentan.

Símun og Rasmus gjørdu av, at teirra háttur at læra næmingarnar føroyskt skuldi vera eftir leisti Hammershaimbs. Næmingarnir kendu onki til føroyskt skriftmál, og tískil var uppgávan torfør. Eitt, ið kortini lætti um, var tann eldhugur, ið eyðkendi næmingarnar. Teir gleddust um at sleppa at læra egna skriftmál. Dánjal Klein, ið var næmingur í 1904-05, sigur soleiðis frá: »Vit lærdu at lesa og skriva okkara móðurmál, og lærdu at virða tað sum tað mál, ið gongur inn at okkara hjartarótum, eins og gamli Grundtvig og próst Petersen kvóðu: At tað áleina í munn og bók kann vekja eitt fólk úr dvala!«

Eisini samanber Dánjal Klein viðurskiftini í barnaskúlanum og á Háskúlanum. »Tað var ein royndur lutur, at seinast í nítjandu øld var tann almenni barnaskúlin í flestu sóknunum í Føryum so fátæksliga útgjørdur og fyribúgvin, at vit, sum gingu í skúla fingu so lítið burtur úr teimum 7 árunum, at vit fingu ov lítlar kunnskapir og harvið lítla andliga barlast til at liva framtíðar lívið uppá. Tað sum vit lærdu var bara: At lesa danskt mál, bíbliusøgu og katekismuslærubók, at ramsa tær uttanat tey 7 árini, og har afturat, at mála bókstavir (fagurskrift)«.


Rembingar

Sama árið, Dánjal gekk á Háskúlanum, hendu stórar rembingar. Rasmus giftist Onnu Fíu, systir Símunar, og Símun giftist Sonnu Jacobsen úr Tórshavn. Serliga hin seinni so navnframa kona Símunar menti Háskúlan við sínum góðu hondum. Genturnar høvdu stóra gleði av Sonnu. Serliga væl dugdi hon at fáast við vevna. Hon hevði eisini tikið læraraprógv samstundis sum maðurin, so hennara lutur lá ikki eftir.

Onnur rembing var hin tjóðskaparliga. Árið 1905 gjørdist kollveltandi, tí afturhaldssinnaðir sambandsmenn fóru at taka seg saman. Teir royndu av øllum alvi at stríðast ímóti stuðli til Háskúlan. Skúlin var áður hildin at vera ópolitiskur, men tað broyttist. Ongin, ið var knýttur at skúlanum, tók undir við sambandsmonnunum, og sostatt varð Háskúlin drigin upp í politikk. Undirvísingin gjørdist meira tjóðskaparkend, og størri dentur varð lagdur á Føroya søgu og mál.


Funnu Føgrulíð

Háskúlamenninir fóru undir skúlavirksemi beinanvegin, teir vóru heimkomnir. Pengamenn, sum tóku undir við ætlanini, stuðlaðu teimum, og fyrstu hølini fingu teir til vega frá Jóan Peturi Olsen í Klaksvík, sum sjálvur sendi tvey børn á fyrsta skeiðið.

Skúlin var als ikki fyribúgvin til skúlavirksemi. Har vóru hvørki beinkir ella borð, men hesum tók Rasmus sær av at smíða. Tá fyrsta skeiðið var lokið á vári 1900, tóku háskúlamenninir ta avgerð, at nýggjur skúli skuldi byggjast. 16 næmingar høvdu verið á fyrsta skeiðnum og helmingurin hevði búð á skúlanum saman við lærarum og matmóðir undir trongum umstøðum. Fyrsta, ið kom Rasmusi og Símuni til hugs, var fígging og neyðug loyvi. Í Klaksvík var ein maður, J.C. Djurhuus, faktor, ið var høgt virdur. Ja, so høgt, at nærum ongin tordi at fara undir nakað, uttan at hann var eftirspurdur. Símun í Vági, sum kendi væl til viðurskiftini í Klaksvík, helt tað vera burtur við at fara undir bygging, uttan at faktorurin var kunnaður. Samráðingar vórðu tískil tiknar upp við hendan og aðrar spíssar, og semja var um bygging, men ikki um hvar skúlin skuldi vera. Símun og Rasmus hildu best vera at fara út um bygdarmark, og eftir ein róðrartúr vestan fyri Borðoy vórðu teir samdir um staðið. Teir funnu Føgrulíð.


Góðsstjórnin ikki at vika

Farið varð nú undir fyrireikandi arbeiðið. Jørðin í Føgrulíð var ognarjørð og ánararnir vóru mangir. Allir vóru spurdir eftir og allir játtaðu at lata jørðina. Einasta loyvið, ið vantaði, var frá donsku góðsstjórnini. Men hon vildi bert loyva teimum leigu, og lánistovnarnir vildu bert lána Háskúlanum pening, um skúlin stóð á ognarjørð. Farið varð kortini undir byggingina. Fyrstu 1.000 krónurnar, ið bert rindaðu arbeiðsløn til húsagrundina, fingu teir frá vinum og fólki, ið tóku undir við ætlanini. Kristihimmalfaradag 1900 varð spakin settur í. Hin 8. september sama ár var innilokað, og longu 28. november byrjaði fyrsta skeiðið í nýggja skúlanum.

Skuldin var stór, nú liðugt var. Viðin høvdu teir fingið upp á borg frá Finsen, apotekara, ið átti timburhandil í Tórshavn, men hann kravdi nú peningin. Símun og Rasmus gjørdu ikki mætari, enn at gera skúlan til sjálvognarstovn, og fóru teir kring landið at tekna partapening. Tá ið avtornaði, vóru 8.000 krónur komnar í kassan, og farið var at velja stjórn millum partaeigararnar. Hesir vórðu valdir í fyrstu stjórn Háskúlans: Símun Hansen í Vági, keypmaður, Jóannes Patursson, bóndi í Kirkjubø, A.C. Evensen, prestur í Sandoy, Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði.

Nú skúlin var vorðin sjálvsognarstovnur, var neyðugt, at hann gjørdist verulig ogn hjá sær sjálvum. Men góðsstjórnin stóð við sítt, og í 1909 varð skúlin fluttur til Tórhavnar at standa á ognarjørð.


Ótemjandi dirvi

Tað var Frants Mortensen, húsasmiðjur, ið tók sær av flytingini, og við árslok var farið undir virksemið í Havn. Bygt var seinni upp í, og nú fóru frálæra og át fram í hvør sínum høli.

Hóast flyting og uppíbygging líktust varandi loysn sum árini gingu, sást nú brádliga, at skúlin var merktur av at vera gjørdur í skundi. Nú var illa statt peningaliga. Løgtingsstuðulin var ikki nóg stórur, men tíbetur var næmingatalið so høgt í 1917, at Føroya Háskúli kom undir donsku játtanina. Hendan hekk við til 1924, tá ið næmingatalið fór niður um 10, ið var markið fyri stuðulsrætti. Hetta kom háskúlamonnunum dátt við. Serliga tá ið hugsað verður um, at Háskúlin hetta árið hevði virkað í 25 ár. Av sonnum eitt høpisleyst hátíðarhald!

Hóast sera meint og sorgarkent fyri Háskúlan, knýtti seg at hesi hending ein søga, sum lýsir anda háskúlamanna til fulnar. Nógv fólk vóru komin í veitslu at heiðra Háskúlan, nú hann fylti 25. Tá gildið var hálvrunnið, varð Símuni handað bræv frá danska kenslumálaráðharranum. Boðað varð frá, at stuðulin var rokin. Løgið kann tað tykjast, at Símun ikki fall í fátt, men hinvegin megnaði at halda sær á gleimi líka til veitslan var at enda komin. Maðurin hevur kanska vitað, at hann, Rasmus og ótemjandi dirvi teirra fóru at megna framhaldandi stríð fyri fólkaháskúla í Føroyum. Við anda Grundtvigs sum stuðli.


Føroyingar tóku lógvatak

Fatanin er, at danir ræddust føroysku háskúlaætlanina illa. Teir vistu, at háskúlarørslan var ein vekingarrørsla, og landsumfatandi veking ynsktu teir ikki í Føroyum. Tað kundi kanska enda við loysing. Tað vóru tí danir, ið frá fyrsta bríksli royndu at spenna bein fyri ætlanina. Rasmus og Símun siga soleiðis frá: »Góðsstjórnin, landfútin, sum var forvaltari av kongsjørðini setti føtur í spenni móti, at háskúlin mátti fáa leigutrøð og grundir til keyps av kongsjørðini; har stóð jú onki um í traðarlógini um háskúlar sum leigarar. Tá hann síðani varð vendur aftur við tí, at har stóð heldur einki um skraddarar og skómakarar, ønti hann ikki aftur, men stóð bert við sítt nei. Bóndur og ognarmenn høvdu allir givið skrivliga játtan, men einki hjálpti«.

Hendan royndin var ikki einasta roynd dana at geva skúlanum mønustingin í føðingini. 27 ár seinni, í 1926, gjørdu teir aftur ein vørr. Rasmus og Símun siga aftur frá: »Nú var nýggj ríkisstjórn komin í Danmark, vinstrastjórn, og kenslumálaráðharrin, J. Byskov, skrivaði skúlanum?at Man ikke ser Sig i Stand til at stille Forslag om ekstraordinært Statstilskud til nævnte Skole? Nú var ringur standur, og tað var øllum greitt, at um ikki okkurt hendi, so var hetta deyðastingurin, sum skuldi gera av við skúlan. Men tá hendi nakað. Nú lat Føroya fólk við seg koma og vísti, at tað ikki vildi, at skúlin skuldi verða dripin, og skúlin kendi aftur enn, sum so ofta, bæði frammanundan og eftirsíðan, hvussu nógvar og trúgvar vinir hann hevði úti um landið: Landsfelag Føroya Fólkaháskúla varð stovnað. Hetta hendi hin 18. apríl 1927«.

Onkursvegna er ein noyddur at takka lagnu landsins fyri beinasemi hennara, tá ið hon leiddi háskúlamenninar saman á Askov Háskúla. Neyvan hevði Føroya Háskúli verið so snimma komin, høvdu teir báðir ikki lagt so stóra orku í dreymin.

Í dag stendur Føroya Fólkaháskúli í Tórshavn. Veldugur í mun til hin í Føgrulíð, og við virksemi, ið er fleirfaldað og við frálæruhátti, ið hevur ment og gjørt mangan ungan føroying sjálvstøðugan í mongum lutum. Tey eru mong, ið vóna, at hann framvegis fer at stuðla upp undir hesa neyðugu menning.