glað fyri tey avrik og brøgd, sum kvinnur ígjøgnum tíðirnar hava framt. Í eini rørslu eru tað altíð nøkur, sum mugu ganga undan og slóða fyri, og hesi eru mangan meiri provokerandi og kollveltandi, enn vanliga [...] ikki siga, at politikarar og føroyingar sum heild eru visjónsleys, men ein sannroynd er, at alt ov lítið verður tosað um okkara samfelag um 10-20 ár ella longri frammi í tíðini og hvat vit vilja við samfelagnum [...] ði og gamla mentalitetinum, sum fyri ein part framvegis er galdandi, heldur Annika Olsen. - Føroyingar hava ígjøgnum tíðina og søguna tikið ein dag í senn. Tað er inngrógvið í okkara mentalitet og tí er
trivalig, og umstøðurnar eru rúmligar og góðar. Vit hava tvær kryvjimaskinur umborð á hvørjum skipi. Hvør maskina kryvur ímóti umleið 3-4 monnum, og maskinurnar møðast ikki. Tá veiðan er størst, og tørnini [...] royndust væl, og tá Kristian og Edny lótu hús síni byggja í Lamba í 1984, áttu tey fyri grundøki og innilokingina av húsunum. Tá var Kristian bert 22 ára gamal. Tá eg spyrji stýrimannin og skiparan í Lamba [...] túrarnir eru stuttir, og vit hava góða skiftisskipan fyri manningina. Tað sigur Kristian Larsen, ið siglir sum stýrimaður og avloysari sum skipari við Róki. Fastir skiparar við Róki og Lerki eru Ólavur Samuelsen
Finlands og suður til Danmarkar. At vera partur av hesum ríkidømi, bæði mentunarliga og tímiliga, er ikki nøkur sjálvfylgja - og duga vit ikki eitt av skandinavisku málunum til fulnar eins væl og okkara [...] uppgávur. Tey skulu duga eitt fak heilt væl, tey skulu duga føroyskt, danskt og enskt og kanska eitt mál afturat heilt væl, og harafturat skulu tey duga leiðslu. Tey, sum um 20 ár røkka 15-20 ára aldur skulu [...] duga leiðslulæru - viljan og evnini at seta mál saman við øðrum, loysa uppgávur saman við øðrum og seta orð á saman við øðrum. Hvørki yvir ella undir. Saman við. Tí eins væl og tað er sannlíkt at altjóðagerðin
hevði eitt gott val og fullveldissamgongan varð skipað. Javnaðarhøvdingin royndi beinanvegin at ræða og hótta Høgna Hoydal, tað sóu vit í sjónvarpinum, men taktikkurin rein als ikki við, og síðani hevur ja [...] sambandsleiðini". Ikki veit eg, illa er togað! Teir, sum í meira enn 10 ár hava bluffað og spælt hund við einum teir nevna sjálvstýrislóg, og helst hava vunnið okkurt valið við hesum snildum eisini, teir hava [...] "katekismus í nýkolonialismu". Hon kann koma bæði okkum og dønum í óføri, og hevur longu gjørt tað. Hon eigur at vera tikin av ongantíð ov skjótt. Og so mugu vit fara so langt á sjálvstýrisleið, sum vit kunnu
Mitt í desember sótu Niclas Heri og vinmaðurin Emil og suffaðu um, hvussu keðilig og trist jólini vóru í Klaksvík. - Vit hildu tað vera langt úti, at einki hendi. Og so fóru vit at snakka um, hvat vit [...] lívið, sigur Niclas Heri og flennir. Teir kastaðu seg út í jólaprojektið. Pápi Niclas Hera átti ein reyðan útróðrarbát, og pápi Emil fór á buckwald og samlaði nakrar billyktir og forbant tær í eina ketu [...] samskifta við fólk og at selja. Og eg seti mær altíð mál og gevist ikki fyrr enn tey eru rokkin. Fyri at lýsa hetta málsøkni greiðir hann frá sínari billiard karrieru. - Eg keypti mær eina kø og teknaði meg sum
ið burturav arbeiða við list, og krevja tí aðrar karmar. Og tí er og skal ein munur vera. At tey fara nakað friðaliga um hurðarnar, er kanska tí, at tey eru so fá í tali og nógv teirra búgva uttanlands [...] - Eg kann ikki hugsa mær, at eitt landsstýri og løgting koma til, sum ikki fara at raðfesta listina og mentanina høgt, og sum ikki vilja hava ein skipaðan mentunarpolitikk. Eitt komandi ting fær í øllum [...] landsbókavørður, rithøvundur og týðari. Á borðinum á skrivstovuni hjá Martini Næs á Landsbókasavninum liggja nógv álit. Álit, sum upp ígjøgnum tíðirnar eru skrivað um mentan og list, og hvørjar karmar tær skulu
útbúgving, pengar, átrúnað og óneyðugar menniskjaligar kenslur. Skipanin ráddi og stýrdi øllum og beindi fyri teimum, sum tað vildi hava av vegnum. Serliga listafólk, lærd og lærarar fingu eina harða viðferð [...] plágaðu og píndu hann og felagar hansara tað kambodiska fólkið. Hesi árini lótu 1,7 millión kambodiumenn lív ella meiri enn ein fimtapartur av fólkinum.Tey doyðu í hungri, av sjúku, í arbeiðslegum og av píning [...] kendur undir navninum Duch og sum ovasti fyri tí ringasta píningarstaðnum og fongslinum hjá Reyðu Khmerunum. Men nógvir kambodjanar halda, at rættarmálið kemur ov seint, og at ov fáir av leiðarunum eru
fólki, sum kenna hann aftur og vilja heilsa upp á hann og práta við hann. - Tað er, sum heild, fínasta slag, men um eg eri úti við vinum, og vit ætla okkum bert at slappa av og hugna okkum, so kann tað koma [...] úti og spældi við onkran. Ofta vóru vit eisini og fiskaðu síl ella á seiðabergi. Tað eru alt minnir, sum eg havi mikla gleði av frá Føroyum, sigur Calix. Hóast hann hevur norskan tjóðskaparrætt, og pápi [...] tí eg hevði jú allar mínar vinir í Føroyum, og tí var tað torført at skula flyta burtur. Men tá vit so vóru farin, og eg var komin upp á pláss í Noregi og hevði fingið nýggjar vinir, ja, so var tað kortini
Føroya Lívstrygging varð loyst frá Tryggingarsambandinum og fekk egna nevnd og egnan stjóra. Tummas Eliasen eitur nýggi stjórin. Hann er 42 ár og útbúgvin innan politisk vísindi á universitetinum í Århus; [...] fyri við ymiskum ressursum sum t.d. leiðslu og fyriskipan, pengum o.s.frv. Broyttar fortreytir Og Tummas Eliasen vísir á, at samfelagsbroytingarnar tey seinastu 10-15 árini hava havt við sær avgerandi broytingar [...] veitingum, og hartil kemur, at tey standa meiri frítt í spurninginum um, nær tey fara av arbeiðsmarknaðinum og hvussu nógv tey vilja arbeiða eftir at tey hava gjørt av at fara uppá eftirløn. Í Danmark og hinum
men nú er hetta søga. Í kvøld og framyvir eru teir á fyrsta sinni á sama liði og skulu kasta bóltar ímillum sín. Heini Hanusarson og Tummas Pauli Hanusarson. Hávaksnir og smílandi eru teir báðir tveir [...] hondbólt, og verður tað hesaferð neistablusuna, hann letur seg í. - Tað verður bæði spennandi og stuttligt at spæla saman við Heina. Hann hevur roynt nógv eftir hondini, bæði her heima og uttanlands, og aðrir [...] síni spælt við Kyndli, og síðani Heini vendi heimaftur til Føroya og Neistan, hava teir báðir fýra ferðir spælt ímóti hvørjum øðrum - í samanlagt trimum FM- og steypafinalum og einum landskappingardysti