Føroyingur kendur í Norra

21 ára gamli Calix Black Ndiaye, sum hevur føroyska mammu, er blivin ein sera kendur kurvabóltsleikari í Norra. Fyri einum ári síðani fór hann til Wisconsin, USA at lesa handil á universiteti. Á universitetinum ger hann samstundis eisini rættiliga um seg innan kurvabóltin

Tá Sosialurin ringir til Calix, sum er staddur í Noregi, har hann er heima í summarfrí, er hann við norska kurvabóltslandsliðinum. Eg sigi, hvør eg eri og spyrji, um hann vil gera eina samrøðu til blaðið. Hann sigur, at tað vil hann fegin, men hann hevur ikki tíð beint nú, tí hann skal spæla dyst um eina løtu. Vit gera so av, at eg skal ringja aftur dagin eftir.
Calix, sum var føddur í Oslo, flutti saman við foreldrum sínum til Føroyar, tá hann var seks ára gamal. Tey búðu í Klaksvík í eini fimm ár, áðrenn tey fluttu aftur til Noregs.
Calix greiðir frá, at hann minnist tíðina í Føroyum, sum eina ta bestu í hansara lívi, tí her er so frítt.
- Føroyar eru eitt perfekt stað at vaksa upp í, tí tað er so trygt. Eg minnist, at eg var altíð úti og spældi við onkran. Ofta vóru vit eisini og fiskaðu síl ella á seiðabergi. Tað eru alt minnir, sum eg havi mikla gleði av frá Føroyum, sigur Calix.
Hóast hann hevur norskan tjóðskaparrætt, og pápi hansara er úr Senegal, so kennir hann seg sum føroying.
- Eg eri føroyingur, sigur hann við avgjørdari rødd. Og tað hoyrist so at siga ikki á hesum unga fryntiliga manni, at hann ikki hevur búð í Føroyum í tíggju ár. Hann tosar føroyskt, sum um hann ikki ger annað til dagligt.
- Eg tosi føroyskt við mammu, men tað er torført at halda tað við líka, serliga nú eg búgvi í USA.
Ì Føroyum gjørdi hesin drongurin rættiliga vart við seg innan fótbóltin, hóast hansara unga aldur. Og tað munnu hava verið mong, sum løgdu merki til hansara evni longu tá og hugsaðu við sær sjálvum, at har rennur ein komandi fótbóltsstjørna, um alt gongur væl hjá honum.
Men so var ikki við Calix. Hann og familjan fluttu aftur til Noregs at búgva, tá Calix var um ellivu ára gamal.
- Eg minnist, at tá eg fekk at vita, at vit skuldu flyta, tá vildi eg ikki, tí eg hevði jú allar mínar vinir í Føroyum, og tí var tað torført at skula flyta burtur. Men tá vit so vóru farin, og eg var komin upp á pláss í Noregi og hevði fingið nýggjar vinir, ja, so var tað kortini ikki so galið, greiðir hann frá. Calix vitjaði sjálvsagt aftur í Føroyum nakrar ferðir, og hann sigur, at aftan á eina tíð, so var tað heilt øðrvísi at koma aftur.
- Eg hugsaði aldrin um, at Føroyar eru so lítlar, meðan eg búði har, men aftan á, at vit høvdu búð í Noregi í eina tíð, so sá eg, hvussu lítið land Føroyar veruliga er. Tí eg tá hevði vant meg við at búgva í einum størri staði.
Tað eru nú eini fimm ár, síðani hann seinast var í Føroyum, men hann ætlar sær at koma hendanvegin í summarfrítíðini komandi ár.
- Tað gleði eg meg til.

Fekk áhuga fyri kurvabólti
Calix helt fram at spæla fótbólt í Noregi, men áhugin fyri kurvabólti byrjaði at kveikjast. Og at enda gjørdi hann av, at hann heldur vildi royna seg sum kurvabóltsleikara, hóast tað ikki tá var ein serliga kend ítróttargrein í Noregi.
- Eg plagdi at spæla kurvabólt í skúlagarðinum, og so bað ein venjari meg koma at venja onkuntíð. Og eg fann so út av, at hetta var nakað, sum mær dámdi, og eg kláraði meg eisini væl, so eg gjørdi av at gevast við fótbólti og heldur bara spæla kurvabólt, sigur Calix, sum heldur, at kurvabólturin er rættiliga við at koma fyri seg í Noregi nú.
Hann leggur aftur at, at ein onnur orsøk til, at hann valdi kurvabólt er, at í fótbólti kann ein ikki spæla í fleiri tímar uttanfyri húsini einsamallur.
- Men tað kann eg í kurvabólti. Eg kann renna runt uttanfyri í tímavís og bara skjóta bóltar, og tað dámar mær sera væl, sigur hesin fryntiligi, men sera lítillátni ungi maðurin.
Calix mentist skjótt, sum kurvabóltsleikari og kom skjótt upp á professionelt støði í Noregi. Hann kom eisini á landsliðið og bleiv sera kendur um alt landið, sum ein frágera góður kurvabóltsleikari.
Eitt dømi um, hvussu kendur hann er, er at fyri umleið hálvum øðrum ári síðani, bleiv ein bert 14 ára gamal drongur stungin niður av einum nazisti í Oslo. Tað bleiv skipað fyri eini friðarligari mótmælisgongu í hesum sambandi. Og tá gekk Calix á odda saman við borgarstjóranum í Oslo. Og hann helt eisini eina røðu fyri teimum umleið 10.000 fólkunum, sum vóru við í friðargonguni.
- Tað var eitt øðrvísi upplivilsi, tað er púra vist. Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi áður, sigur Calix við stillari rødd.

Til USA at leika
Sum blaðungur kurvabóltsleikari í Noregi, hevði Calix sum mál at koma til USA at spæla á onkrum universitetsliði. Liðini á universitetunum eru fyrsta deild í USA. Tann besta deildin, um ein kann kalla tað so, er NBA.
Felagið, sum hann leikti við í heima í Bergen, hevði gott samband til fleiri universitet í USA, og fekk Calix møguleika til at fara yvir til USA at venja í fleiri summarfrítíðum.
Har var hann so millum annað á eini venjingarlegu hjá Green Bay Universety í Wisconsin.
Og eftir at hava hugsað seg væl og longi um, tók hann avgerð um at fara til Wisconsin at leika kurvabólt og lesa handil.
Tað vóru eitt ótal av universitetum, sum sýndu hesum evnaríka leikara ans, so hann minkaði úrvalið til fýra og fór so runt og vitjaði tey universitetini. Og tók so at enda avgerð um at fara til Green Bay.
- Tað var ikki lætt at velja, tí tað vóru so mong ymisk universitet, sum sýndu mær áhuga, men eg valdi Green Bay, tí at eg kendi fleiri av fólkunum har frá venjingarlegum, sum eg hevði verið til. Og so dámdi mær eisini væl mátan, sum kurvabóltur verður leiktur har.
Ì septembur í fjør flutti Calix so yvir til USA.
- Tað var ikki lætt, serliga at skula vera so langt frá familjuni, men tað vandi eg meg so við. Og mær dámar avbera væl at vera har nú.
Av tí at Calix hevði leikt á professionellum støði í Noregi, so slapp hann ikki at spæla við átta teir fyrstu dystirnar, men so fekk hann møguleikan.
- Tað var ikki stuttligt at sita á beinkinum og hyggja, meðan hinir spældu. Men tað er tað ongantíð, tí tá ein heldur kann vera við á vøllinum og gera sítt, so er tað ikki serliga hugaligt at vera noyddur at sita á beinkinum, orsakað av eini reglugerð, sum sigur, at eg ikki kann spæla í átta dystir, tí eg havi spælt á einum hægri støði, sigur Calix, men hann er skjótur at leggja aftur at, at hann vandi sera nógv allatíðina, meðan hann sat á beinkinum, og kundi glaður staðfesta, at hann bleiv betur og betur, hóast hann ikki fekk nakra dystarvenjing.

Hørð venjing
Ein vanligur dagur hjá Calix byrjar við, at hann fer upp um seks tíðina á morgni og lyftir vektir í umleið ein tíma. So er einstaklinga venjing á skránni í ein tíma eftir tað. Hann fer so í skúla frá 9:00 til 15:00. Klokkan 15:30 fer hann aftur at venja í einar tríggjar tímar. Tá venjingin er liðug um hálvgum sjey tíðina, so er vanligt, at tað verður farið á eitt bókasavn at lesa.
- Tað er so, at um tú gert tíni ting, og gert nóg mikið við útbúgvingina, so kanst tú sleppa undan at fara á bókasavnið at lesa. Men um tú ikki ert nóg góður, so verður tú noyddur at fara at lesa, og tá eru fólk, sum halda eyga við at tú veruliga situr og ger tíni skúlating. So útbúgvingin verður raðfest høgt á Green Bay, hóast tú ert kurvabóltsleikari, greiðir Calix frá.
Hann plagar so ofta at fara at skjóta nakrar bóltar aftur at seinni aftur um kvøldið, áðrenn songartíð, so her er ongin ivi um, at Calix hevur halgað alla sína frítíð til kurvabólt.

Verður javnan steðgaður
Spurdur um, hvussu tað so er at verða vorðin kendur, sigur hann ikki so nógv um tað. Hann er avbera lítillátin, og tað letur ikki til, at honum dámar nakað serliga væl at tosa um, at hann er vorðin ein stjørna í Noregi.
Men eg fái tó hálað úr honum, at hann verður steðgaður á gøtuni av fólki, sum kenna hann aftur og vilja heilsa upp á hann og práta við hann.
- Tað er, sum heild, fínasta slag, men um eg eri úti við vinum, og vit ætla okkum bert at slappa av og hugna okkum, so kann tað koma fyri, at eg haldi, at tað er keðiligt, um onkur steðgar mær fyri at práta um kurvabólt. Serliga, um tað eru, full fólk, sum steðga mær, sigur Calix.
Spurdur um framtíðina, sigur Calix, at hann sjálvandi hevur sett sær eitt mál. Og tað er at koma at spæla við teimum bestu: Nevniliga NBA, sum er toppurin innan kurvabólt. Tað er har, at vit kenna millum aðrar Michael Jordan frá.
- Men um eg ikki megni tað, so var tað ikki meiningin, at eg skuldi koma so langt. Og tað havi eg tað sum so fínt við, so longi eg veit, at eg gjørdi mítt besta fyri at koma har. Men tað bara ikki var nóg mikið, sigur Calix og tað hoyrist á røddini á honum, at hann ikki leggur nakað óneyðugt trýst á seg sjálvan.
Hann sigur, at hann hevur ikki sæð nógvar kendar kurvabóltsleikarar, meðan hann hevur verið í USA. Men einaferð hevur hann staðið við síðuna av Michael Jordan.
- Eg segði tó onki við hann.
Ein kurvabóltsleikari sigst at vera í toppinum um 27 ? 28 ára aldur, so ikki kann sigast annað enn, at Calix hevur mong ár eftir enn innan kurvabóltin.
Útbúgvingin hjá honum tekur minst trý ár, sigur hann, og hann fer yvir aftur til USA í septembur, tá universitetini byrja aftur.
Sosialurin ynskir Calix góða eydnu.