Signar P. Heinesen
????????????????
Spurningurin um mál hevur verið frammi í seinastun. Fleiri fólk hava givið sítt íkast at lýsa hendan týðandi spurningin. Týðandi er hann, tí spurningurin um hvørji mál vit duga, hevur týdning bæði fyri okkara mentunarlív og fyri okkara møguleikar í einari altjóðagjørdari vinnu.
Hvat skulu vit duga um 20 ár? Mítt boð uppá eina framtíðarmynd
Tá ið eg fyri um 25-30 árum síðani skuldi leggja ætlanir fyri míni framtíð, vóru spurningarnir helst væl truplari, enn tá ið míni foreldur skuldu leggja sína framtíð til rættis. Í teirra føri, fyri hálvt hundrað árum síðani, var høvuðsmálið at læra seg eitt fak. Í mínum føri var lítil ivi um, at eg skuldi duga eitt fak og eitt altjóða mál - enskt - og harafturat at fáa eitthvørt innlit í enska mentan. Eins lítlan iva haldi eg vera um, at tey, sum í dag skulu leggja ætlanir fyri sína framtíð, hava tríggjar uppgávur. Tey skulu duga eitt fak heilt væl, tey skulu duga føroyskt, danskt og enskt og kanska eitt mál afturat heilt væl, og harafturat skulu tey duga leiðslu.
Tey, sum um 20 ár røkka 15-20 ára aldur skulu vinna sær holla vitan innan eitt serligt fak. Men tað verður ikki nóg mikið við einum fakspesiali, sum vit í dag kenna tað. Tey skulu bæði hava servitan og almenna vitan. Tá er lítil fongur í at siga, at tú ert "generalist", tí eingin í ríka partinum av heiminum hevur brúk fyri einum slíkum. Tað er heldur ikki áhugavert at vera "spesialist". Tú skalt duga bæði og megna at skifta ímillum. Tað, sum vit í dag nevna servitan, skalt tú hava á einum øki. Og tað vit í dag nevna "symbol-viðgerð" skalt tú eisini handfara. Hetta uttan mun til, um ein hevur valt eitt handverkarafak ella tað, vit í dag nevna bókligt fak.
Tey, sum um 20 ár røkka 15-20 ára aldur skulu vinna sær holla vitan innan mál og mentan. At tey duga enskt er ein sjálvfylgja, eins og tað er ein sjálvfylgja at tey duga danskt, norskt ella svenskt sum teirra egna móðurmál. Harafturat verður roknað við, at tað ber til at seta seg inn í onnur mál rímiliga skjótt. At tey hava sett seg inn í eina mentan merkir ikki, at tey hava lisið um mentan. Tað merkir, at tey á einhvønn hátt hava verið millum aðrar mentanir og á tann hátt hava nomið sær eina ívitan, eins og tey megna at seta orð á summar munir, sum tey kenna á sær.
Tey, sum um 20 ár røkka 15-20 ára aldur skulu vinna sær hollan kunnleika um leiðslulæru. Tá verður ikki talan um ta maktlæru, sum i dag mangan verður borðreidd sum leiðslulæra. Tey skulu duga leiðslulæru - viljan og evnini at seta mál saman við øðrum, loysa uppgávur saman við øðrum og seta orð á saman við øðrum. Hvørki yvir ella undir. Saman við. Tí eins væl og tað er sannlíkt at altjóðagerðin verður ein partur av gongdini í heiminum, ivist eg lítið í, at ein demokratiseringsgongd verður ein annar partur. Ein gongd, sum ger, at okkara "demokrati" verður at rokna sum ein liður í eini demo-kratiseringsgongd, sum fekk tungan burð.
At hesir tríggir førleik-ar-nir verða høvuðseyðkenni hjá fólkum í londum, sum klára seg væl um 20-30 ár, haldi eg meg hóma rætti-liga týðuliga. At hesir tríggir førleikar longu nú kundu verið okkara styrki, haldi eg meg eisini hóma.
Spurningurin, hvørji mál vit duga og hvussu væl vit duga tey, er eftir hesi framtíðarmynd ein av trimum høvuðsspurningum í út-búgvingarverkinum.
Tvey móðurmál
Føroyingar eru í dag eitt av fáu fólkum í heiminum, sum at kalla til fulnar hava tvey móðurmál. Tvey móðurmál skilt soleiðis, at vit tosa og skriva føroyskt og danskt uttan at "umseta" annað til hitt.
Tá ið vit kjakast um at duga enskt, sakni eg hendan mátistokkin. Tí hvat gera vit, um vit lata børnini t.d. fáa 300 fleiri tímar í enskum og 300 færri tímar í donskum tey 10 árini, tey skulu ganga í skúla? Lítil ivi er um, at tey verða heldur frægari til enskt, men eins lítil ivi er um, at tað verða ikki hesir 300 tím-arnir, sum gera, at flestu teirra duga so væl enskt, at tað kann samanberast við móðurmálið. Heldur er vandin, at danskt fánar nakað - og tey veikastu fara at "umseta" til danskt.
Tá ið vit viðgera, hvørji mál vit skulu duga, hevur tað eisini áhuga hvørji sløg av málum, talan er um. Dagliga kenna vit á okkum, hvussu munurin millum sagnorðamálið føroyskt og navnorðamálið danskt setir krøv til okkara málburð. Vit kenna eisini alt ov væl, hvussu tann væl útbygda føroyska mállæran er í andsøgn við eina væl ein-faldari danska mállæru. Hesi bæði málini læra okkum nakað um breiddina í heimsins málum.
Norðurlond og altjóðagerðin
Í viðgerðini higartil hevur ofta verið nevnt, at norðurlondini neyvan verða heimsins nalvi, og at tað er í tí enskt talandi heiminum, vinnan mennist. Tað er rætt, at tann enskt talandi heimurin er stórur í vavi við USA, Bretlandi, Australia og allari alnótini at kalla. Men norðanlond eru, hóast alt hetta, ein tann ríkasta perlan á jarðarknøttinum havandi í huga menniskjaliga vælveru, mentan og vinnulív. Norðurlond røkka eisini ein stóran part av jarðklótuni frá Grønlandi yvir Noreg til Finlands og suður til Danmarkar. At vera partur av hesum ríkidømi, bæði mentunarliga og tímiliga, er ikki nøkur sjálvfylgja - og duga vit ikki eitt av skandinavisku málunum til fulnar eins væl og okkara egna, tá eru vit ikki partur av hesi perlu. Tá kunnu vit í mesta lagi fáa burturav.
Tátíð, nútíð og framtíð
Eg skilji væl tey, sum eru millum 30 og 60 ára gomul og sum hava ilt við tí enska málinum, at tey óttast, hvussu yngra ættarliðið skal standa seg, verða tey ikki betur fyri. Men spurningurin er, um tann veruleiki, vit í dag kenna, eisini verður veruleiki í næstu framtíð. Ein kann óttast, at vit í dag loysa ein trupulleika, sum átti at verið loystur fyri 30 árum síðani, uttan at loysa ta uppgávu, sum røkkur 30 ár fram í tíðina.
Eg dugi ikki at ímynda mær, at tey, sum nú eru í skúlaaldri, fáa somu trupulleikar við enskum, sum okkara ættarlið hevur tað. Spurningurin hjá teimum verður heldur, at krøvini til teirra málburð verða væl størri.
Tey okkara, sum settu sær fyri, at læra tað enska málið, hava eisini havt tann trupulleikan, at tað var trupult at halda hetta ríka mál viðlíka, tí tað rætt og slætt ikki varð nýtt nóg nógv. Tann trupulleikan rokni eg heldur ikki við, at tey, sum nú læra seg enskt, hava.
Trý móðurmál?
Vit kenna trupulleikar av at hava tvey móðurmál. Man ikki vera tann einasti, sum fekk dyggan stuðul frá eldri fólkum á arbeiðsplássinum, sum við kønari hond tóku um ein setning nú ag annan tá í eini roynd at bøta um vánaliga málið. Seks - sjey ár í útlegd, har føroyskt bert verður tosað til húsbrúks, meðan alt fakligt samskifti er á øðrum máli, ger teg veikan í føroyskum.
Tí gerst tað alt greiðari fyri meg, at tað arbeiðið, sum málfrøðingar hava gjørt hesa seinastu øldina hevur verið til stórt gagn - eisini um heitið "puritanar" varð sett á hetta arbeiðið. Málið er eitt amboð, men málið er eisini ein partur av mentanini. Og tað ger einki, at partar av hesi mentan røkka longur aftur enn til tað, sum sagt var í gjár.
Men hvussu verður, tá ið vit skulu duga trý mál eins væl? Hvussu verður standurin í føroyskum tá? Litil ivi er um, at hetta setir enn størri krøv til frálæruna í føroyskum. Tað setir ikki minni krøv til tey, sum skulu røkja málið í gerandisdegnum. "Orðabókin", "Málteigurin" og slík tiltøk eru slóðir, sum eru verdar at elta, men helst skal meira til.
Hvat tá við tí enska?
Sjálvur lærdi eg enskt sum smádrongur úti í stóru verð. Lærdi tað hareftir í barnaskúla, framhaldsskúla og studentaskúla. Hóast allar hesar tímar í enskum og hóast eg hevði eina barlast frá fýra ára aldri, tók tað mær umleið tveir mánaðar í Bretlandi so dánt at duga at ferðast millum bretar. Ikki fyrr enn eftir hálvum ári var tað enska so gott, at tað ikki skuldi "umsetast", og at tað bar til at siga frá eini skemtisøgu.
Tað er helst ymiskt frá fólki til fólk, hvussu tað liggur fyri. Men eg haldi tað vera optimistiskt at rokna við, at fólk flest læra eitt fremmant mál væl skjótari enn eg og mong við mær hava upplivað, at tað tók at læra hetta ríka mál til "fulnar". Í gásareygum, tí at duga enskt til fulnar er ein stórur gloypibiti.
Til fyri fáum árum síðani máttu ungfólk, sum ætlaðu sær til Bretlands at lesa, brúka stóra orku til at leita upp stuðul at gjalda skúlan við. Harafturat skuldi uppihaldið gjaldast. Nú haldi eg meg skilja, at landið átekur sær at gjalda skúlar uttan fyri norðurlond, og er tað til mikið gagn. Spurningurin er, um vit ikki eiga at seta okkum fyri innan langt áramál, at øll ungfólk skulu fáa møguleikan at vera minst eitt ár úti í heimi - uttan mun til inntøkuna hjá foreldrunum. Kann vera, at ein dugir enskt, annar grikst og triði spanskt. Ikki er vist, at tað er verri. Hvør veit - kanska mentunarligt samskifti millum ungfólk í ymsum londum er til stóra gleði bæði fyri tey og fyri onnur - og ikki minni fyri føroyska samfelagið sum heild?