Saltfiskatúrar slóðaðu fyri

Hann byrjaði sum ungur umborð á saltfiskatrolaranum Ennibergi, men seinastu mongu árini hevur hann verið stýrimaður og skipari við føroyskum ísfiskatrolarum

Umborð

 

Tað hevur gingið væl at fiskað hjá flestu ísfiskatrolarum í longri tíð. Upsin, sum nøkur ár herfyri, var sera smáur, er nógv betri aftur, og nú í gýtingartíðini hevur slagið, sum skipini hava fingið eystur av Sandoyarbanka, verið rættiliga gott.

Vit hava skift orð við stýrimannin umborð á ísfiskatrolaranum Róki, Kristian Larsen, sum er uppvaksin í Havn, men er giftur og býr í Lamba.

Rókur partrolar saman við Lerki. Hetta eru systurskip, sum Faroe Seafood keypti úr ávikavist Skotlandi og Írlandi.

Áðrenn skipini loystu á fyrsta túri saman, varð Lerkur longdur á Tórshavnar Skipasmiðju, so skipini nú eisini eru lík til longdar.

- Jú, her er gott at vera. Skipini eru trivalig, og umstøðurnar eru rúmligar og góðar. Vit hava tvær kryvjimaskinur umborð á hvørjum skipi. Hvør maskina kryvur ímóti umleið 3-4 monnum, og maskinurnar møðast ikki. Tá veiðan er størst, og tørnini eru, kann tað vera strævið hjá monnum, men túrarnir eru stuttir, og vit hava góða skiftisskipan fyri manningina.

Tað sigur Kristian Larsen, ið siglir sum stýrimaður og avloysari sum skipari við Róki. Fastir skiparar við Róki og Lerki eru Ólavur Samuelsen, ið er víkarmaðurin, sum býr í Elduvík og Róin Joensen, sum er nólsoyingur. Sonur Ólav, Rúni Samuelsen, er skipari hendan túrin við Róki, og hann ferðast annars ímillum skipini. Tá Ólavur er í landi, og Kristian er umborð á Róki, er havnarmaðurin í Lamba á brúnni.

Nú vit hittu mannin mikudagin, vóru teir komnir aftur við fullum skipi leygardagin fyri.

Kristian hevur verið við Róki síðan í apríl mánaða í fjør, og hann heldur, at Rókur og Lerkur bara ein túr í hesum tíðarskeiði hava fiskað minni enn 300.000 pund í ein túr.

- Lakasta túrin í veiðinøgd høvdu vit tó 270.000 pund tilsamans, sum ikki er nøkur ring veiða.

Hann sigur, at flestu ísfiskatúrar hjá teimum seinasta árið hava ligið um eina viku hvør túrur, og onkur túrur hevur verið uppaftur stytri.

- Í seinastuni hava vit fyri tað mesta roynt í rennuni og eystur av Sandoyarbanka. Fiskiskapurin hevur roynst væl, og upsin hevur verið heilt góður.

Kristian vísir á, at upsin stendur tættastur, beint áðrenn hann gýtir, og tá er hann eisini lættastur at fáa fatur á, tí tá orkar hann verri at svimja undan.

- Vit eru júst í tí tíðini, tá fiskurin gýtir. So hvørt, sum tað líður út á várið, fer fiskurin at gerast verri í holdum. Tá er eisini væntandi, at vit fara at síggja eitt ávíst prísfall, tí úrtøkan úr fiskinum verður lakari.

Fiskimenn eru annars sera væl nøgdir við, at upsaprísurin hevur hildið sær so væl, sum hann hevur gjørt, nú bæði prísirnir á toski og hýsu yvir eina longri tíð hava verið sera vánaligir.

- Hetta er líka sum tann øvuta verð. Áður kundi tað vera ein fyrimunur fyri miðalprísin, um vit høvdu hjáveiði av øðrum fiskasløgum, men í dag telir tað heldur niður.

Kristian sigur, at menn, sum sigla við ísfiskatrolarum undir Føroyum, eru fegnir um, at upsin nú er vorðin hægri í metum.

Um upsaveiði undir Føroyum annars, vísir stýrimaðurin og skiparin á, at fiskiskapurin eysturi í Holinum, teir rópa, ongantíð er vorðin tann heilt góði í vár.

- Vit plagdu at fáa væl burtur úr har eysturi júst hesa tíðina av árinum, men har hevur ikki verið tað heilt villa at fingið seinastu tíðina, sum hann tekur til.

Áðrenn vit sleppa upsanum, veit Kristian eisini at siga, at leiðunum vestur úr Mykinesi, sum áður plagdu at roynast væl til upsa, hevur at kalla slett eingin fiskiskapur verið í longri tíð.

- Fyri fáum árum síðan var hetta leiðin, sum rættiliga plagdi at roynast, men í dag ger bert okkurt hendinga skip túr har vesturi. Sum heild, verður slett ikki farið á leiðirnar vestur úr Mykinesi longur. Soleiðis eru broytingar eisini at síggja við upsaveiðini, tó at veiðan kortini má sigast at hava verið góð í fleiri ár, sigur hann.

Áðrenn Kristian fór umborð á Rók 14. apríl í fjør, sigldi hann í fleiri ár sum skipari við Safir, sum partrolaði saman við Smaragd. Hann var við hesum skipi undir ymiskum eigarum, og tá skipini vórðu seld til Klaksvíkar, fylgdi hann eisini við norður hagar.

- Jú, tað var eitt sindur svárt at síggja hesi skip liggja bundin við bryggju í Runavík yvir eina longri tíð, eftir at tey vóru farin undir hamaran, og bankin hevði keypt tey. Tað skerst ikki burtur, at tú hugsar um teir menn og felag, sum átti hesi skip, meðan tey enn vóru í vinnu. Nú lógu tey bundin við bryggju og kundu onga nyttu gera úti á havinum, samstundis sum menn høvdu mistu sína hýru umborð.

Hann sigur seg fegnast um, at skipini nú eru seld útaftur, og at roynt verður at fáa tey í vinnu aftur.

- Eg hevði nógv góð ár umborð á hesum skipum, leggur hann aftrat.

Kristian sigur, at teir hildu altíð, at Safir var skipið, sum var í hampiliga góðum standi, meðan Smaragd kanska var skipið, sum var í verri standi.

- Vit hildu, at Smaragd var trupulleikin, um vit so kunnu siga, men nú skipini eru seld, og nýggju eigararnir skulu fá tey góðkend av klassanum, so tey aftur kunnu loysa, havi eg skilt, at tað er Safir, sum er í ringum standi. Fóðringar eru slitnar, og teringur er í maskinuni. Men hetta er so bara nakað, sum eg havi skilt á lagnum, leggur hann aftrat.

Áðrenn vit fara longur niður ígjøgnum skipssøguna hjá havnarmanninum í Lamba, venda vit heldur aftur til byrjanina av tíðini hjá honum sum fiskimanni.

Onkusvegna var tað meira av tilvild, at Kristian, sum nú í fleiri ár hevur havt sítt starv á eini skipsbrúgv, yvirhøvur gjørdist fiskimaður. Pápin arbeiddi á Matrikulstovuni, og í familjuni var sum so eingin fiskimaður, sum Kristiani kemur til hugs, meðan vit skifta orð.

- Nei, eg haldi ikki, at nakar fiskimaður var í familjuni, sum hevði serliga ávirkan á, at eg gjørdi av at fara til skips.

Kristian tók 10. floks prógv við Tórshavnar Kommunuskúla, og sum ungur fór hann hin 25. apríl í 1980 á saltfiskaveiði við Ennibergi.

- Hetta er skipið, sum eg meini áður hevur havt navnið Sjúrðarberg, sum í dag kallast Ran. Mortan Johannesen, Mortan hjá Kaj, var skipari og eigari. Hetta gjørdist ein langur túrur, sum vardi í hálvan fimta mánaða. Fiskiskapurin í Barentshavinum hevði árini undan verið vánaligur, og fiskurin hevði verið smáum. Tað var hann eisini hendan túrin, men sum tíðin leið, gjørdist fiskurin betri til støddar, samstundis sum veiðan eisini fór at roynast.

Kristian var við Ennibergi heilt fram til hin 19. apríl í 1987.

- Hóast hetta vóru langir túrar, sum vardu millum tríggjar og fimm mánaðir, var eg fáar túrar av, kanska bara hin eina. Millum túrarnar vóru vit heima einar 2-3 vikur. Jú, summir av hesum túrum kendust langir, men tú hugsaði ikki stórt um tað. Soleiðis átti tað bara at vera. Eg kundi tó ikki hugsað mær at gjørt hetta umaftur. Í dag kennist ein ísfiskatúrur sum eitt vikuskifti í staðin.

Hann kendi ongantíð til sjóverk, so har var als eingin trupulleiki. Flestu árini umborð á Ennibergi royndust væl, og tá Kristian og Edny lótu hús síni byggja í Lamba í 1984, áttu tey fyri grundøki og innilokingina av húsunum. Tá var Kristian bert 22 ára gamal.

Tá eg spyrji stýrimannin og skiparan í Lamba, nær hann og konan giftust, fer hann úr telefonini eina løtu, og eg hoyri, at hann rópar:

- Edny, nær giftust vit?

Hon sigur dagin, men ikki árið.

- Nei, eg meini, hvat ár var tað, rópar hann aftur.

Og so kemur svarið:

- Jú, vit giftust í 1986, men fingu okkara fyrsta fødda av trimum í 1985, sigur hann.

Tað er ikki vist, at júst árstalið fyri brúdleypinum fyllir mest í høvdinum hjá einum royndum sjógarpi gjøgnum so mong ár…

- Vártúrin í 1981 byrjaðu vit longu at tjena pening við Ennibergi, og eg vil siga, at hetta eftir tátíðar mátistokki vóru góð ár til fortjenastu, leggur hann aftrat.

Kristian sigur, at tá hann var heima ta einu ferðina, meðan Enniberg var í Barentshavinum, kendist tíðin at ganga heima rættiliga long.

- Í hesum tíðarskeiði var eg onkran túr í Eystursjónum við trolbátinum Heldarstindi. Hetta var í tíðini, áðrenn teir vóru fyri óhappinum við sinnopsgassinum, sigur hann.

Tá havnarmaðurin fór av Ennibergi í 1987, fór hann umborð á ísfiskatrolararnar, Topas og Sardis, og eitt skifti sigldi hann sum stýrimaður við undantaksloyvi, sum tá kundi fáast.

- Eg sá skjótt, at tað fór ikki at bera til at sigla sum navigatørur uttan útbúgving, so í 1990 gjørdi eg av at fara á skiparaskúla, har eg fekk mína útbúgving. Eg hevði ongan serligan hug til bøkur og skúla, og tí gjørdist tað eitt ordiligt tak at fáa útbúgvingina undir land. Men hetta eydnaðist umsíðir, og tað eri eg sera fegin um.

Eftir at hann hevði fingið sína útbúgving, fór Kristian í fyrra helmingi av nítiárunum sum stýrimaður umborð á Ametyst, sum partrolaði saman við Jaspis.

Sum tíðin leið, vóru teir tríggir, sum skiftust um brúnna á hesum báðum skipum, Símun Einarsson, sáli, ættaður úr Rituvík, men búsitandi í Lamba, Jóan Niclas Johannesen, ættaður av Nesi og Kristian Larsen.

Nú rennur so søgan saman aftur, har vit áður í greinini sleptu tíðini hjá Kristiani umborð á Safir, sum hann førdi í fleiri ár undir ymiskum eigarum, seinastu árini í Klaksvík.

Vit spurdu hann at enda, hvussu hann hevur trivist í Lamba hesi mongu ár.

- Jú, her dámar mær ógvuliga væl. Tað er deiligt at búgva í Lamba. Eg havi nakrar seyðir, sum eg taki mær av, tá eg eri heima millum túrar, sigur stýrimaðurin og skiparin.

Foreldrini hjá Kristiani, sum bæði eru deyð, vóru Mia (fødd Joensen), sum var ættað úr Kvívík og Frits Larsen. Foreldrini búðu í Havn, har Kristian Larsen soleiðis sleit sínar barnaskógvar.