Sjálvandi fullveldi

Sosialurin hevur heitt á fólk um at skriva í blaðið í sambandi við fullveldismálið, og eg fari at royna at siga mína hugsan. Fólkaatkvøðan Í 1946 vórðu føroyingar á fólkaatkvøðu fyrstu og einastu ferð spurdir um loysing ella samband. Ein meiriluti valdi loysingina. Vit kunnu venda og snara hesum, men tað ber ikki til at skriva ella at tala henda veruleika burtur. Tó, fólkaviljin varð ikki virdur, hvørki í Danmørk ella í Føroyum, og endin varð, at vit fingu heimastýrisskipanina, skrivar Pól Jespersen m. a.:

. Eg haldi, at vit ongantíð skuldu havt hesa stýrisskipan. Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu vit tá høvdu verið stødd í Føroyum, men stórt skaðiligt árin hevur henda lógin so havt, tað er sjón fyri søgn.


Pressan

50 ár seinni, 14. sept. í 1996, hátíðarhildu tjóðveldisfólk henda merkisdag í landsins søgu. Tá skrivaði Dimma, landsins størsta blað, í leiðara sínum, undir yvirskriftini - Regn-gurgli-kvøða-sjálstýrismanna-orðarætt soleiðis: "Bara tað ikki fer at regna í dag, nú tjóðveldissinnað eru í veitsluhýri og hava sett so nógv tiltøk í gongd. Tað hevði verið keðiligt, um sangurin í Gamla Kommunuskúlagarðinum gjørdist tann bera tjóðveldis-jodlan vegna ælaveður og førdi til ein regn-gurgli-tátt í staðin".

Ein seriøs pressa vanvirðir ikki lesarar sínar soleiðis, sum her verður gjørt, og mær nýtist valla at siga meira um tað. Óseriøs pressa er ein stórur trupulleiki í okkara samfelag.


Broyting

Fyri løgtingsvalið seinasta gjørdist greitt, at føroyingar høvdu flutt seg í tjóðskaparmálinum. Spurningurin var bara, hvør var førur fyri at taka ímóti hesi vælvild. Beint fyri valið hendi so tað gleðiliga, at nýggj andlit á lista E trinu fram á politiska pallin.

Tjóðveldisflokkurin hevði eitt gott val og fullveldissamgongan varð skipað.

Javnaðarhøvdingin royndi beinanvegin at ræða og hótta Høgna Hoydal, tað sóu vit í sjónvarpinum, men taktikkurin rein als ikki við, og síðani hevur javnaðarmaðurin verið í døpurhuga. Hóast fullveldismálaráðharrin so at siga hevur lovað at ganga bæði við reim og selum, er einki nóg gott. Javnaðarflokkurin krevur eina økonomiska trygd, sum einki land í heiminum nakrantíð hevur átt.

Tað er einki at siga til, at sjálvt sjálvstýrissinnaðir veljarar eru skeptiskir. Tað er bara natúrligt. Vit eru jú so ørkymlandi fáment. Men spennadi verður at síggja, hvussu leikur fer. Verður tað nú? Fer tað veruliga at bera til? Ber til at líta á fólkaflokkin? Vit eru nøkur enn sum minnast, tá ið frímerkini skuldu "koma heim" í 60'unum. Svíkur fólkaflokkurin sjálvstýrismálið á hesum sinni, verið eg ikki kløkkur, um hesin flokkurin fer í tvíningar. Eitt er í hvussu er vist; trupulleikarnir, sum standast av okkara ríkisrættarligu støðu, hvørva so ikki, fyrr enn viðurskiftini eru broytt.


Donsku gestirnir

Ræðuherferðirnar hava rættiliga tikið dyk á seg í seinastuni. Danskir politikarar hava verið her kropp á kroppi. Ósmædnir hava teir verið, men so grovur og hóttandi sum uttanríkismálaráðharrin var í degi og viku nú um dagarnar, hevur kortini eingin verið. Tit hava sjálvstýri?! Tað er ikki so lætt, sum tit halda - mørkini í Evropa eru føst. Hvør skal siga, hatta sleppa tit ikki einsamallir at gera av. Hann fekk tað at ljóða, sum var frælsiskvotan, sum hann og aðrir góðir menn umsita, uppi. Hann sýntist at hava gloymt, at politiskt frælsi ber ikki til at fáa til gávus. Eisini bar hann saman okkara støðu við tað, at Danmørk hevur latið frá sær suverenitet bæði til Nato, ST og EU. Vorðið sum samanbering. "Jeg har et problem med suvereniteten", segði hann. Baltum hevði hann tó stóra samkenslu við, tí teir høvdu áður havt politiskt frælsi! Og aftur máttu vit hoyra føroyingar lýstar sum minniluta. Føroyingar eru ikki og hava ongantíð verið minniluti, men ein pinkutjóð, tað eru vit. Maðurin sýntist als ikki at hava skilt hetta.

Vit eiga fólk í Føroyum, sum hava skil fyri fólkarætti. Hví eru tey so tigandi? Hugsandi fólk, sum vita um hesi viðurskift, og sum duga at skriva, kundu sum einki gjørt henda mannin til láturs í øllum tí mentaða heiminum. So býttisliga arrogantur var hann. Sum ein annar Jeltsin ella Milosevic. Vinstramaðurin var tó so frægur, at hann nevndi fólkarættin. Merkiligt, at føroysk tíðindafólk lata hesar donsku menn sleppa so lætt. Statsmenn eiga vit at vísa seg ongar, sum kunnu seta hesar sjálvbodnu gestir upp á pláss.

Danski ráðharrin minti eisini á, at gongdin í heiminum í dag er móti størri samstarvi. Ein sambandsmaður var einaferð á skíggjanum í sambandi við eina kjaksending í sjónvarpinum. Skúlalærari, skúlastjóri haldi eg. Hann segði, at vart tú fyri loysing, so vart tú ímóti altjóða samstarvi. Eisini hann gloymdi, júst sum danski ráðharrin, at nevna tað, sum hvørt pinkubarn veit, at her er talan um samstarv millum suverenar partar. So bakvent ber til at lýsa veruleikan. Eisini hevur verið hótt við avbyrging, tó at tað als ikki ber til at byrgja seg av, sum heimurin sær út í dag. Tað ber snøgt sagt ikki til.


Sambandsmenn

á lista B og C

Sambandsmenn á lista B kann eg tó til neyð skilja, teir eru onkursvegna sannir, siga sum er, halda tað vera í lagi, at vit lívbjarga okkum í allar ævir við donskum skattakrónum, men sambandsmenninar á lista C skilji eg ikki. Tá ið fólkafloksmenn tosaðu um at kapitalisera blokkin, søgdu javnaðarmenn at tað bar ikki til, tí danir kundu taka blokkin burtur í morgin. Nú, tá ið tjóðveldismenn tala um fullveldi, rokna javnaðarmenn við blokkinum, sum var hann eitt støðugt náttúrutilfeingi í Føroyum.

Tað gleðiliga er hent, at summir rithøvundar hava latið falla okkurt orð um politikk í seinastuni. Jens Pauli Heinesen hevur sagt, at tað er ómoralskt at vera sambandsmaður. Og hann hevur sagt tað vera nassarí at hava rættindi við ongum skyldum. Eg haldi, at hann hevur rætt í báðum. Men tað er verri enn so, tí javnaðarflokkurin verjir í roynd og veru hesa vanæruligu ríkisrættarligu støðuna, sum eftirhondini sjálvt tey tortrúnastu síggja vera sjúka. Núverandi formaður javnaðarfloksins hevur í sambandi við fullveldismálið spurt um frælsið hjá einari einsamallari mammu á Verterbro?! Eg haldi, at tað hevði sømt seg betur at mint á, at hendan mamman á hvørjum ári verður kravd eftir olmussugávuni til føroyingar, sum flestir munnu vera betri fyri enn hon, og hon skal eisini gjalda fyri sálarfrelsuna hjá flestum okkara. Og omaná alt verða føroyingar, sum tala fyri politiskum frælsi, skýrdir danahatarar. Eg meini tað.


Um at toga

Sosialurin skrivaði í leiðaranum beint eftir valið í vár: "Ein kann siga, at tjóðveldisflokkurin er tann, sum í tjóðskaparmálum hevur verið við til at toga javnaðarflokkin burtur frá sambandsleiðini". Ikki veit eg, illa er togað! Teir, sum í meira enn 10 ár hava bluffað og spælt hund við einum teir nevna sjálvstýrislóg, og helst hava vunnið okkurt valið við hesum snildum eisini, teir hava nú sett seg uttanfyri at lúnast. Nú vilja teir hava reelt sjávstýri, ikki formelt sjálvstýri. Og teir ætla at hækka pensiónirnar, siga teir, nú teir sita í andstøðu. Hví hækkaðu teir ikki pensjónirnar, tá ið teir nærum vóru fastgróvnir í ráðharrakrakkarnar í Tinganesi? Tað er sera væl skiljandi, at sjálvstýrissinnaðir føroyingar hava so ilt av hesum flokki beint nú. Merkiligt, at hann ikki fæst at taka støðu í tjóðskaparmálum. Eg sigi fyri meg, at vónbrotið av nýggju tinglimum javnaðarfloksins er fullkomið. Tann dag, við ráða okkum sjálvum - tann dagurin kemur - tá vera nógvir heimleysir veljarar. Listarnir B og E missa tá líkasum sína meining. Tá vænti eg, at nógvir veljarar fara at savnast um ein sterkan og trúverdugan sosialdemokratiskan flokk, sum vil byggja upp einar solidariskar Føroyar. Men javnaðarflokkurin fer ikki at fáa hesa vælvild, hálsar hann ikki skjótt um í tjóðskaparmálum. Og eitt mugu teir beinanvegin gera sær greitt, at teir kunnu ikki fjarstýra veljarum sínum á einari komandi fólkaatkvøðu. Ein helmingur ella so av teirra veljarum fer tá at vera fyri fullveldinum.


Ein heilsan

Nú eg havi tikið til pennin, kann eg ikki bara mær at senda útlagna landafrøðinginum eina heilsan. Rolf Guttesen er fyri mær vorðin ímyndin av einum bólki av lærdum føroyingum, sum hava til ítriv at dríta á landsmenn sínar. Upp í saman verður júkað, um heimføðiskap, um vánaligar politikarar (sum ikki er eitt serføroyskt fyribrigdi), um málspurningar, um heimsatlas, um at aðrir (les danir) virða navnagávuna (sum er positivt ósatt) og so fram. Hvat skulu vit brúka hesa skrivingina til? Hví eru hesir menn so óglaðir og beiskir? Er tað uppgerðin við egin politisk avrik, sum er so svár? Ella hvat? Tey flestu, sum eg kenni, tíma ikki at lesa hetta svassið longur. Rolf hevur avdúkað fyri okkum, framtíðina sum hann sær Føroyar hava. Vit skulu vera eitt eksotiskt reservat, sum hann og børn hansara kunnu hugna sær í. Tað er so hugnaligt at sleppa ein túr á fjøllini ella í fjørðin.


Koyrið á

Lat meg samanum tikið siga hetta. Vit liva undir einari stjórnarskipan, sum er óverdug. Sigurd Joensen sáli var sera beinrakin, tá ið hann nevndi heimastýrislógina "katekismus í nýkolonialismu". Hon kann koma bæði okkum og dønum í óføri, og hevur longu gjørt tað. Hon eigur at vera tikin av ongantíð ov skjótt. Og so mugu vit fara so langt á sjálvstýrisleið, sum vit kunnu semjast um. Sum er, eru vit einki. Ikki stjálvstøðug tjóð, ikki danskt amt. Handilsviðurskifti okkara við umheimin eru fløkt og vera helst fløktari. Vit kunnu ikki fáa limaskap í ST, Nato ella EU sum føroyingar. Heimastýrislógin er umframt løgtingslóg og sáttmáli millum londini eisini fólkatingslóg. Og fólkatingslógir kann fólkatingið taka av eftir vild. Í roynd og veru kann fólkatingið tí helst eisini taka løgtingið av, um so skuldi verið. So lítið hava vit í roynd og veru at halda um. Vit skulu ikki ræðast framtíðina, bara skulu vit ræðast tað leti, dølskni og líkasælu, sum eru elvd av tí ábyrgdarloysi, sum er grundfest í einari sjúkari stjórnarskipan.

Heimurin er á mangan hátt ljótur at skoða, stríð og vesældómur mangastaðni. Og hartil hava stungið seg upp trupulleikar, sum fyri fyrstu ferð í mannasøguni krevja samstarv tvørtur um landamørk, skal knøttinum vera lív lagað. Myrkursins gongumenn fáa tað at ljóða, sum melda vit okkum út úr verðini, taka vit fullveldi. Veruleikin er beint øvugtur. Tá kunnu vit sum fræls tjóð taka á okkum ta ábyrgd, sum okkara er. Vit, sum eru so sera væl fyri sammett við meginpartin av heimsins íbúgvum.


Pól Jespersen