gjørdi tað ógvuliga tungt at spæla, og eg má siga, at eg var fegin, tá eg hoyrdi dómaran bríksla fyri seinastu ferð. Væl skipaðir At síggja til, tóktist tað serliga í fyrra hálvleiki at vera tungt hjá føroyska [...] Kristian, at tað hevði venjarin so ikki gjørt. - Tað er rætt, at tað var sera tungt í fyrra hálvleiki, men í hálvleikinum fingu vit bara boð um at halda fram á sama hátt. Tað eydnaðist okkum eisini at skipa [...] skulu vit minnast til, at teir einki mál fáa eftir nakað gjøgnumspælt álop, og tað eiga vit so avgjørt at vera nøgdir um, segði Jens Kristian Hansen at enda, áðrenn hann fór at pakka klæði og annað niður
myndugleikunum at finna fram til hesar góðu teldusníkar. Eisini í Føroyum tykist sovorðið virksemi at koma fyri. Sambært upplýsingum, sum Sosialurin hevur fingið hendi á, so er tað vanligt, at ein ella fleiri [...] hjá Føroya Tele. Higartil bendir einki á, at tað er ætlanin at skaða Føroya Tele. Eftir hvat Sosialurin skilur, so hevði tað ikki verið torført hjá hesum at gjørt stóran skaða. Hvussu? Stóri spurningurin [...] Framferðarhátturin, sum verður nýttur til at útvega loyniligar upplýsingar, er við at nýta forrit sum eitt nú ?arpredirect.c?. .Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa upplýst, hvørjir loyniligir upplýsingar
serstakliga hevur tað verið í Fuglafirði, at soleiðis hevur verið. Nú røkist tó fyri, at tað framyvir ikki bert verður í Fuglafirði og har um leiðir, at navnið verður at hoyra, tí leygardagin fara tveir fug [...] ikki. - Tað er bara at gera sítt besta. So fáa vit at síggja. Tað er so ikki soleiðis, at eg verði vónbrotin, um einki hendir, heldur hann fyri. Annars leggja teir báðir dent á, at teir sum so ikki kenna [...] yvir høvur at liva sum ein slíkur í eina viku, er nakað, sum eg síggi fram til. Hóast hetta ljóðar heldur lítillatið fyri stinna verjuleikaran hjá GÍ, so viðgongur hann sjálvandi, at um so er, at nakað spyrst
almannakunnugt, at Jógvan Martin komandi ár skal venja NSÍ. ? At teir báðir fara at spæla við okkum aftur, eru vit fegnir um. Eingin ivi er um, at teir eru góðir spælarar, og vit halda, at tað eisini hevur [...] fyri spælarum, sum eru førir fyri at fáa úrtøku burturúr, tá liðið spælir seg til møguleikar, og nú áttu fyritreytirnar at verið betri fyri at spælt seg til møguleikar og at fingið størri úrtøku. [...] spæla við GÍ, har hann er ætlaður at vera við til at gera álopið uppaftur meiri vandamikið, enn tað var í farna kappingarárinum. Men nú eru greiðar ábendingar um, at tyngdin í álopspartinum hjá GÍ komandi
varisligari, og tekur til, at: "Hóast Frakland ikki hevur fullgóð prógv fyri, at ólóglig vápn eru í Irak, eru tað nógvar indikatiónir um, at Irak hevur brúkt hesa støðu til at fremja ólógligu skipanir teirra [...] í Irak. Í fyrstu atløgu, um vápn verða funnin, eftir at Irak hevur lagt doyðin á, at eingi vandamikil vápn eru, verður trýstið stórt, av tí at alt ST tá er hildið fyri gjøldur. Í øðrum lagi, um einki [...] VANLIGT Ringt er í skrivandi løtu at siga, um nakað verður greitt í hesari vikuni. Fleiri diplomatar meta, at málið kann gott draga út í komandi viku. Lagt verður afturat, at fáir kenna til mál í Trygdarráðnum
um, straks at taka afferu. Ein nøs ella nefs er ikki nokk. Landsstýrismaðurin eigur at fáa eina kraftiga ávaring og samtíðis fáa boð um at velja limirnar í nevndina av nýggjum, soleiðis at teir eru í tráð [...] letur standa til. Hann er tvingaður at krevja av Bill Justinussen, at hesin velur nevndina av nýggjum, og at hann kemur við eini treytaleysari umbering. Tað er løgið at hoyra umboð fyri Tjóðveldisflokkin [...] Miðflokkurin velur eina nevnd, sum eigur at umboða alt fólkið, ístaðin velur ein minniluta at umboða alt fólkið. Hví hugsaði man ikki um tað, tá samgonga skuldi skipast? At byggja eitt stýri á ein minniluta sum
spælarar, og eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa hann til FCK, segði Hans Backe. Nýggi spælarin verður sagdur at vera undirhaldandi at hyggja at, soleiðis sum Zuma er tað, og sjálvur [...] rættuliga fegin um at fáa møguleikan í FCK. ? Eg havi verið fegin um at vera í Helsingborg, men nú vóru umstøður ikki at halda fram har. Eg havi fylgt við FCK, og eg gleði meg nógv at spæla í Parkini, har [...] verður at síggja á TV Danmark 1 rásini klokkan 19.30 í kvøld. Nýggja hóttanin Seinnapartin í fyrradagin boðaði FCK leiðlsan frá, at teir hava keypt ein brasilskan spælara, sum verður sagdur at vera ein
fiskivinnu at gera, frá fundinum. Og tað vísti seg, at tey, sum halda, at saknur er í fiskivinnutinginum, hava gitt rætt, tí rættiliga nógv fólk var á fundi og harafturat høvdu eisini nógv boðað frá, at tey stuðlaðu [...] áhugi verið at endurstovna tað aftur og serliga seinastu tíðina hevur tankin rættiliga fingið lív. Og nú fiskivinnustevna er í Runavík, helt stýrisbólkurin fyri fiskivinnuroyndir, at tað var rætt at nýta hetta [...] hetta høvi at vita, um áhugi yvirhøvur er at endurreisa fiskivinnutingið. Stýrisbólkurin heldur, at tað manglar eitt fakligt støði, har evni, sum fiskivinnan heldur hava týdning, verða tikin til viðgerðar
og eina Kassamiðstøð, sum umsitur hesa skipan og eigur at syrgja fyri, at nóg mikið er av kassum og kørum. Ikki sagt upp Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á Kristian Fríðriki, men tað eydnaðist okkum [...] stjóranum á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen. Hann avsannar, at Kristian Fríðrik hevur sagt upp. - Eg veit væl, at hann hevði sagt okkurt um at siga upp, meðan fólk vóru til steðar, men soleiðis er tað ikki [...] John sigur, at tað er rættiliga frustrerandi, soleiðis sum støðan er við kassum og kørum. - Vit eru í stórum trupulleikum og fáa ikki arbeitt, soleiðis sum vit eiga at arbeiða. Tað ringasta er, at vit fáa
í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum sigur, at tað kom óvart á hana, at játtanin til landssjúkrahúsið eisini næsta ár er so lág, og at fíggjarnevndin harumframt valdi at skera 8,3 milliónir krónur av upprunaligu [...] eru fíggjarligu karmarnir so trongir, at ikki ber til at klípa burtur av her og har. Eisini vísti sjúkrahússtjórin á, at við verandi gongd fara seks milliónir krónir at mangla í til lønir næsta ár. Hvussu [...] fyri, at starvsfólk fara at rýma av landssjúkrahúsinum, tí tey orka ikki at halda fram á henda hátt. Tey hava verið ovbyrjað við arbeiði í nógv ár, og spurningurin er, hvussu leingi tey orka at halda fram