Landsdystur
Tað var farið at líða heilt væl til hálvleiks, tá Føroyar spældu niðri í Sveis í oktober mánaði í fjør, tá drúgvi steðgurin hjá Jens Kristiani Hansen á landsliðnum byrjaði.
Í royndini at verja fyri eini sveisisakri skotroynd nýtti liðskiparin armin, og so kom reyða kortið úr lummanum hjá dómaranum.
Nógvir skaðar
Tískil hevði liðskiparin leikbann til dystin móti Luksemburg í vár, men samstundis vóru skaðar farnir at gera rættiliga nógv um seg. Ein brákað stóratá forðaði honum at taka lut í dystinum ímóti Russlandi, og síðani hava hendan ólukku táin, ein skaði í lærkrikanum og okkurt trýst rivjabein forða fyri víðari landsliðsluttøku.
Móti Jugoslavia var Jens Kristian so endiliga aftur tøkur, og tá vit mikukvøldið fingu orðið á hann, gleddist hann um, at hann nú aftur var á landsliðnum.
- Jú, tað er bara fínasta slag at vera við aftur. Tað var ein ræðuliga strævin dystur, men suttligt var tað kortini.
Spurdur, um hann hevði gloymt, hvussu strævið tað er at spæla landsdystir, segði hann, at tað hevði kortini ikki.
- Nei. Tað var nú ikki tað, sum eg meinti við, men hitin var nógvur, og niðri á vøllinum var rættiliga kvælið. Tað gjørdi tað ógvuliga tungt at spæla, og eg má siga, at eg var fegin, tá eg hoyrdi dómaran bríksla fyri seinastu ferð.
Væl skipaðir
At síggja til, tóktist tað serliga í fyrra hálvleiki at vera tungt hjá føroyska liðnum, meðan skipanin av liðnum var betri seinnu trý korterini. Spurdur, um Allan Simonsen hevði framt nakrar broytingar í hálvleikinum, segði Jens Kristian, at tað hevði venjarin so ikki gjørt.
- Tað er rætt, at tað var sera tungt í fyrra hálvleiki, men í hálvleikinum fingu vit bara boð um at halda fram á sama hátt. Tað eydnaðist okkum eisini at skipa okkum somikið væl, at teir ógvuliga sjáldan fingu spælt seg ígjøgnum, og tað hóvaði teimum avgjørt ikki. Teir vórðu frustreraðir, sum dysturin leið, og tað hoyrdist eisini aftur á áskoðarunum, sum týðiliga góvu sína misnøgd til kennar. Í so máta haldi eg, at vit kunnu vera ógvuliga væl nøgdir um avrikið.
Stríðsviljin var framúr
At enda spurdu vit so Jens Kristian, hvussu hann var nøgdur um føroyska avrikið, og sjálvt úrslitið, og yvir høvur tóktist fyrrverandi liðskiparin at vera sera væl nøgdur.
- Tað hevði sjálvandi verið stuttligari, um vit høvdu fingið hatta málið móti endanum, men yvir høvur eri eg øgiliga væl nøgdur um avrikið. Allir spælararnir stríddust fantastiska væl, og tað var sjónligt, at vit vildu vaska stórtapið á Tórsvølli av okkum.
- Teir hava bara nakrar heilt fáar royndir innan fyri málrammuna, so verjuparturin hjá okkum var í lagi, men tað er spell, at teir so fáa tvey mál eftir deyðbóltar. Hinvegin skulu vit minnast til, at teir einki mál fáa eftir nakað gjøgnumspælt álop, og tað eiga vit so avgjørt at vera nøgdir um, segði Jens Kristian Hansen at enda, áðrenn hann fór at pakka klæði og annað niður á hotel-kamarinum.
Útpurring var longu klokkan fimm hósmorgunin, so tað var ein rættiliga drúgv ferð, sum leikararnir høvdu fyri framman, áðrenn teir hósdagin um nátturðatíð skuldu verið heima hjá sínum kæru aftur.