Millum oddafólk í ST verður hildið, at kanningarleiðarin, sviðin, Hans Blix fær eina sera torføra uppgávu at loysa, tá hann endiliga sleppur til verka við kanningini av goymslunum av hópoyðingarvápnum í Irak.
Í fyrstu atløgu, um vápn verða funnin, eftir at Irak hevur lagt doyðin á, at eingi vandamikil vápn eru, verður trýstið stórt, av tí at alt ST tá er hildið fyri gjøldur.
Í øðrum lagi, um einki verður funnið, er misálitið greitt av kanningararbeiðinum frá teimum londum, sum hava sligið fast, at hópoyðingarvápn eru í landinum.
Álitið á Irak, burtur sæð frá nøkrum heilt fáum londum, er so gott sum einki.
BRETAR OG FRANSAR
Bretski ambassadørurin, Jeremy Greenstock, tekur til í røðu síni, at "vit kunnu ikki góðtaka at hava kanningarfólkið aftur standandi hjálparleyst, meðan óhugnalig skjøl verða brend ella meðan ein mongd rýmur frá bakdyrnum, tá kanningarfólkið er til reiðar við høvuðsdyrnar".
Franska umboðið, Jean-David Levitte, sum hevur fremstu virðing í øllum londum, er nakað varisligari, og tekur til, at: "Hóast Frakland ikki hevur fullgóð prógv fyri, at ólóglig vápn eru í Irak, eru tað nógvar indikatiónir um, at Irak hevur brúkt hesa støðu til at fremja ólógligu skipanir teirra, innan kemisku og biologisku økini".
DRIGIÐ LONGUR ÚT ENN VANLIGT
Ringt er í skrivandi løtu at siga, um nakað verður greitt í hesari vikuni.
Fleiri diplomatar meta, at málið kann gott draga út í komandi viku. Lagt verður afturat, at fáir kenna til mál í Trygdarráðnum, sum hava drigið so langt út.
Sum sagt, er ilt at siga í skrivandi løtu, hvat úrslitið verður.
Tikið verður til millum manna á ST-borgini, at gløgt hevur USA lagt út - nakað harðliga og nakað klossut heldur onkur - vitandi, at teir fingu ikki alt.
Sagt verður eisini, at bretsku umboðini, sum sigast at hava heimsins dugnaligastu uttanríkístænastu, sita nú og velja orðafelli, orða og orða um í innihaldinum av samtyktarinnihaldinum.
Frakland kanska er í løtuni sett á eitt síðuspor saman við Russlandi. Møguliga er umboð Russlands ikki samt við stjórnina.
SPURNINGUR UM ATKVØÐUGREIÐLSU
Verður atkvøtt um málið í Trygdarráðnum, fær tað helst 9 av 15 atkvøðum í ráðnum.
Syria atkvøður helst ímóti, meðan Frakland og Russland møguliga finna uppá at nýta veto- ella sytingarrættin. Spurningurin er so, um hesi lond "verða roknað sum heimsveldi".
Onkur hevur tikið til, at USA OG Bretland - Bretland hevur ikki givið endaligt svar uppá seinasta innihaldið hjá USA - fáa ikki alt sítt, men samtyktin liggur nakað ímillum tað franska og ameriska.
Spurningurin er tí, um talan verður um eina ella tvær samtyktir ella, at nakað verður valt har ímillum. T.v.s. sum tikið verður til her, " eina, tvær ella hálvonnur".
Eingin ivi er í, at fyrsta uppskotið hjá USA og Bretlandi er nakað "uppbloytt", sum dagarnir eru gingnir.
ALLIR GÓÐIR HEILSAR Í ST
Ja, nógv verður nú ferðast millum londini á ST-borgini, dygt diplomatiskt virksemi fer fram í hesum døgum, har allar frægastu og mest skynsomu kreftirnar samvirka í einum næstan vónleystum máli.
Røðurnar hava verið nógvar úr ymisku londunum, og áhugavert hevur verðið at sæð innihaldið í ymisku røðunum. Allir ynskja at røkka málinum, men útgangsstøðið er ótrúliga ymiskt.
Hetta er støðan í skrivandi løtu.