Fiskamarknaður
Í morgun ljóðaði, at Kristian Fríðrik Olsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík, hevði sagt upp, tí ónøgdin um fiskaprísir og landingarviðurskifti í stóran mun verður vend móti teimum stóru landingarmiðstøðunum í Klaksvík og á Toftum.
Í vetur segði Kristian Fríðrik í samrøðu við Sosialin, at ein av hansara størstu uppgávum var at útvega neyðugu kørini, so landingarnar kundu fara fram, og fiskurin kundi skiljast. Hesum sá hann lítla meining í, tá ið vit hava eina skipan við kørum og eina Kassamiðstøð, sum umsitur hesa skipan og eigur at syrgja fyri, at nóg mikið er av kassum og kørum.
Ikki sagt upp
Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á Kristian Fríðriki, men tað eydnaðist okkum ikki.
Vit fingu tó fatur á stjóranum á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen.
Hann avsannar, at Kristian Fríðrik hevur sagt upp.
- Eg veit væl, at hann hevði sagt okkurt um at siga upp, meðan fólk vóru til steðar, men soleiðis er tað ikki. Kristian Fríðrik hevur ikki sagt upp, og sum eg havi skilt, hevur hann ongar ætlanir um tað.
John sigur, at tað er rættiliga frustrerandi, soleiðis sum støðan er við kassum og kørum.
- Vit eru í stórum trupulleikum og fáa ikki arbeitt, soleiðis sum vit eiga at arbeiða. Tað ringasta er, at vit fáa einki gjørt við støðuna, tí vit fáa ikki fatur á teimum íløtum, vit hava brúk fyri.
Avleiðingin er, sigur hann, at útróðrarfiskur ikki verður skildur, tá ið ringast vil til, og somuleiðis steðga landingar, tí eingi íløt eru at koyra fiskin í.
- Hetta er ein ógvuliga keðilig støða, sum serliga ger seg galdandi, tá ið nógvur útróður er. Tá ið ringast vil til, steðgar arbeiði snøgt sagt upp, og vit fáa hvørki skilt útróðrarfisk ella landað skipini, sigur stjórin.
Ov langt úti
John sigur tó, at tað er ikki bara kassatrotið, sum er orsøkin til prísfallið, men eisini tann veruleiki, at rættiliga nógvur fiskur er á marknaðinum.
- Trupulleikin gongur serliga útyvir okkum, tí tá ið fiskurin fer hiðani og til keypararnar, er hann í kørum. Sostatt fáa vit ákoyringarnar ? og ikki virkini, ið keypa fiskin.
Mest vanligu støddirnar av kørum eru tríggjar, 380 litrar, 460 og 660 litrar, og trupulleikin er um allan "banan".
Spurdur, um tað kann hugsast, at virkir bevíst leggja kør inn undir seg fyri at trýsta prísin á uppboðssøluni, heldur John, at tað neyvan er hugsandi.
- Tað hevði verið ov langt úti, sigur hann.
Tað vísir seg, sigur stjórin, at hvørja ferð, nýgg kør koma, so verður tørvurin ikki nøktaður kortini.
Hann heldur, at tørvurin veksur, so hvørt kørini gerast fleiri.
- Hinvegin undrar tað meg, hvat blívur av øllum teimum gomlu kørunum, sigur hann.
Hvør er loysnin?
Hann heldur, at hvørja ferð, trupulleikar eru við at taka seg upp við kørum, veksur trupulleikin so ógvuliga skjótt, tí vinnan roynir at "gardera" seg.
Spurdur, hvør loysnin er, sigur John.
- Tað finst neyvan nøkur skjót loysn, men neyðugt er at skipa so fyri, at nóg mikið er av kassum og kørum ? eisini, tá ið nógvur fiskur kemur uppá land, sigur stjóri á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen.










