Hvat ger løgmaður!

Stýriskipanarlógin gevur landsstýrismonnunum stórt vald.

Hetta krevur ein sterkan løgmann, ið kann tryggja, at landsstýrismenninir halda seg til tær demokratisku reglur og siðir, ið eru galdandi í okkara samfelag. Og tað átti at verið lagamanni, tí lógin gevur eisini løgmanni stórt vald. Tíanverri hava vit verið vitni til ein viknandi løgmann, nú nýggj samgonga er skipað, og nærum øll mál eru tikin (ella latin) úr hondunum á løgmanni og løgd undir landsstýrisfólkini her ikki minst varaløgmann. Tað hevur ljóðað frá løgmanni, at nú er tað hann, sum ger av, hvørja lagnu yvirtøkurnar fáa, hvørjar samráðingar verða við danir osfr., men veruleikin er ein annar. Nú sær tað út til, at tað er reint sjálvtøkuborð í Tinganesi. Einstøku landsstýrismenninir gera júst tað teimum hóvar á yvirtøkuøkjunum, og fyri Tjóðveldisflokkin kemur hetta sera væl við, tí tá sleppur hann jú at fara nógv longur enn samgonguskjalið loyvir honum. Vit hoyra so eitt pipp frá løgmanni av og á, tá bólkar í samfelagnum gera hann varugan við hesa støðu. Sjálvstýrisflokkurin vísir seg bókstaviliga at vera djúpt niðri í lummanum á løgmanni, tí hesin flokkur, ið segði seg vilja taka annað skinn um bak í sjálvstýristilgongdini, letur eins og løgmaður bara standa til. Mest umráðandi tykist vera bara at kunna vera í samgongu.

Vit eru so vitni til somu tøgn, nú ávís landsstýrisfólk velja at brúka og tulka lógir og siðir uppá sína egna máta. Hetta er valið av nýggjum nevndarlimum í siðsemisnevndina eitt talandi dømi um. Landsstýrismaðurin hjá Miðflokkinum hevur tveitt gomlu limirnar úr nevndini og sett nýggjar, sum nærum allir eru eftir hansara høvdi. Týðandi almennar nevndin eiga at umboða breiddina í fólkinum og ikki bara ávísar áhugabólkar. Tí er tað ikki ov nógv sagt, at Bill Justinussen hevur sett demokratisku skipanina ella í hvussu er andan í henni til viks. Og tá eigur løgmaður, sum er arbeiðsgevarin hjá øllum landsstýrisfólkunum, straks at taka afferu. Ein nøs ella nefs er ikki nokk. Landsstýrismaðurin eigur at fáa eina kraftiga ávaring og samtíðis fáa boð um at velja limirnar í nevndina av nýggjum, soleiðis at teir eru í tráð við demokratisku mannagongdina við val av slíkum nevndarlimum, ið jú skulu umboða okkum øll og ikki ein lítlan minniluta av fólkinum. Løgmaður ger ikki sína skyldu, um hann bara letur standa til. Hann er tvingaður at krevja av Bill Justinussen, at hesin velur nevndina av nýggjum, og at hann kemur við eini treytaleysari umbering.

Tað er løgið at hoyra umboð fyri Tjóðveldisflokkin tosa um valdsmisnýtslu, tá Miðflokkurin velur eina nevnd, sum eigur at umboða alt fólkið, ístaðin velur ein minniluta at umboða alt fólkið. Hví hugsaði man ikki um tað, tá samgonga skuldi skipast? At byggja eitt stýri á ein minniluta sum Miðflokkin, var tað ikki júst tað sama, sum Miðflokkurin ger nú! Hví var tað so avgerandi tá at halda Javnaðarflokkin uttanfyri? Hví var tað so umráðandi at byggja sítt politiska mandat komandi fýra árini uppá ein so lítlan minniluta, tá tú kundi fingið nógv breiðari undirtøku fyri tínum politikki, var eitt nú Javnaðarflokkurin við! Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum eigur at svara hesum spurningum alment. Men fyrst eigur løgmaður at seta krøv til Miðflokkin um at virða demokratiið. Fólk spyrja: hvar er og hvat ger løgmaður egentliga í Tinganesi!!!