Tað treingist hjá Toda

FCK hevur keypt brasilskan álopsspælara, sum sigst hava verið ein tann besti í svensku kappingini trý tey seinastu árini

ÚTISETAFELAG

Í kvøld fer FCK at taka síðsta takið, áðrenn teir næstu vikurnar skulu til aðalroyndina ímóti Glasgow Rangers, sum fer at gera av, hvat av hesum báðum feløgunum skal eiga pláss í bólkaspælinum í Europa Cup fyri meistaralið. Todi Jónsson og liðfelagarnir fóru suður á Malta fyrrapartin í gjár.
Teir eru átjan spælarar í ferðalagnum, og millum teirra er Jörgen Pettersson, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur. Nú er hann tøkur aftur, og sviin er kappingarneyti hjá Toda til álopspláss í kvøld. Uppgerðin á Malta, har FCK skal verja 4?1 leiðsluna frá fyrra dystinum ímóti Sliema Wanderers, verður at síggja á TV Danmark 1 rásini klokkan 19.30 í kvøld.

Nýggja hóttanin
Seinnapartin í fyrradagin boðaði FCK leiðlsan frá, at teir hava keypt ein brasilskan spælara, sum verður sagdur at vera ein orduligur bombari, umframt at hann sigst vera ein fínur og rættuliga undirhaldandi spælari.
Talan er um 23 ára gamla Álvaro Santon, sum í framtíðini fer at spæla í FCK troyggjuni við 18 talinum á rygginum. Hann hevur síðani 2000 verið í Helsingborg IF, har teir hava verið framúr væl nøgdir við hann. Men pengakassin er tómur, teir vóru noyddir at selja, og FCK treiv niður í fulla kassan. Í FCK hava teir tryggjað sær, at nýggi maðurin verður hjá teimum í fimm ár. Tað er ikki kunngjørt, hvussu nógv hann fer at fáa í løn, men tað er neyvan nakar ivi í, at hann verður millum teir tungu dreingirnar.
Síðani Álvaro Santon fyri trimum árum síðani kom til Helsingborg, hevur hann spælt 108 dystir, og hann hevur skorað 53 mál. 63 av dystunum hava verið í landskappingini, og í teimum hevur hann skorað 35 mál.
At FCK hevur gjørt íløgu í nýggjan álopsspælara ber sjálvandi við sær, at tað verður størri kapping. Frammanundan hava Zuma, Todi, Peter Møller og Jörgen Pettersson verið fremstu evnini til tvey álopspláss. Nú er ein komin afturat, og hann er neyvan keyptur við tí fyri eyga, at hann skal sita á beinkinum. Men Álvaro, sum hann verður nevndur, er ikki tøkur rættuliga enn:
? Hann er júst komin fyri seg eftir at hann hevur verið krossbandsskaddur. Honum tørvar dystarvenjing. Kanska verður hann tøkur undan returdystinum ímóti Glasgow Rangers, sum verður í Parkini seinni í mánaðinum ? um vit megna at spæla okkum í triðja innleiðandi umfarið, segði FCK venjarin, Hans Backe, á tíðindafundi í Parkini seinnapartin mánadagin.
Skoðsmálið, sum venjarin gav nýggja spælaranum, er, at hann er ein komplettur spælari, sum er loyalur og stríðist og sum hevur stórt fótbóltsskil.
? Hetta er eitt sindur óvanlig eyðkenni fyri brasilskar spælarar, og eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa hann til FCK, segði Hans Backe.
Nýggi spælarin verður sagdur at vera undirhaldandi at hyggja at, soleiðis sum Zuma er tað, og sjálvur er spælarin rættuliga fegin um at fáa møguleikan í FCK.
? Eg havi verið fegin um at vera í Helsingborg, men nú vóru umstøður ikki at halda fram har. Eg havi fylgt við FCK, og eg gleði meg nógv at spæla í Parkini, har tað altíð eru nógvir áskoðarar, sigur Álvaro Santon.