Teldusníkar hava brotið inn hjá Føroya Tele


Eftir øllum at døma hava teldusníkar brotið inn hjá Føroya Tele. Eftir hvat Sosialurin skilur, so ber til hjá hesum at lesa teldubrøv hjá fólki og sleppa til loyniligar upplýsingar hjá fyritøkuni


 

Hóast tað við árunum er bøtt um trygdarviðurskiftini innan telduøki, so eydnast tað eftir øllum at døma nøkrum at sleppa innum trygdargarðarnar. Slíkir persónar verða róptir hackers, t.e. teldusníkar á føroyskum. Tílikir teldusníkar fara ólógliga inn í skipanir hjá øðrum. Mong kend mál eru millum ár og dag komin fram, har tílíkir teldusníkar hava lagt leiðina framvið loyniligum og oftani sera viðkvæmum upplýsingum. Eitt nú eru stovnar sum Pentagon og CIA vorðnir álopnir av tílíkum sníkum. Aloftast hevur tað eydnast myndugleikunum at finna fram til hesar góðu teldusníkar.

Eisini í Føroyum tykist sovorðið virksemi at koma fyri. Sambært upplýsingum, sum Sosialurin hevur fingið hendi á, so er tað vanligt, at ein ella fleiri teldusníkar bæði dag og dagliga leggja leiðina framvið teldukervinum hjá at kalla øllum fyritøkum, ið hava fast internetsamband. Nú er túrurin so komin til Føroya Tele, sum sigst hava fingið vitjan av teldusníkum. Talan er um at hesin ella hesi eisini hava atgongd til loyniligar innanhýsis upplýsingar hjá Føroya Tele, umframt at lesa teldubrøv, ið verða send gjøgnum netið hjá Føroya Tele. Hvørki Føroya Tele ella kundar hjá fyritøkuni hava eftir øllum at døma varnast nakað.


E-mail og upplýsingar

Eftir hvat Sosialurin skilur, so hava ein ella fleiri teldusníkar borið soleiðis í bandi, at hesin ella hesi kunnu lesa teldubrøv, sum verða send yvir netið hjá Føroya Tele. Eftir øllum at døma kunnu ókendu teldusníkarnir hava fingið hendur á upplýsingum, sum Føroya Tele óivað metur sum loyniligar. Eftir hvat Sosialurin skilur, so er talan um upplýsingar, ið greiða frá innara bygnaðinum á netinum hjá Føroya Tele, og harvið geva sníkum møguleikan at gera sær dælt av upplýsingunum.

Teldusníkarnir, sum siga seg hava brotið inn í kervið hjá Føroya Tele, rópa seg .d~jango og move_ah:21. Hvør stendur aftanfyri hesi nøvn er ógreitt, men okkurt kundi bent á, at talan er um persón ella persónar, sum hava eitthvørt tilknýti til Føroyar.

.d~jango og move_ah:21 upplýsa ikki nágreiniligt, hvat endamálið er við koma innum teldukervið hjá Føroya Tele. Higartil bendir einki á, at tað er ætlanin at skaða Føroya Tele.

Eftir hvat Sosialurin skilur, so hevði tað ikki verið torført hjá hesum at gjørt stóran skaða.


Hvussu?

Stóri spurningurin, sum flest øll sita við, er óivað, hvussu ber hetta til? .d~jango og move_ah:21 siga, at eldri útgávur av cisco routarum, t.e. eindin, sum gevur fyritøkum samband við internetið. Eldur routararnir geva teimum møguleikan til at sleppa innum verjugarðarnar hjá Føroya Tele. Framferðarhátturin, sum verður nýttur til at útvega loyniligar upplýsingar, er við at nýta forrit sum eitt nú ?arpredirect.c?. .Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa upplýst, hvørjir loyniligir upplýsingar eru komnir teimum í hendi. Framferðarhátturin er vanliga nakað, sum tílíkir teldusníkar aloftast ikki nágreiniliga vilja siga, tá hetta er at meta sum eitt slag av vørumerki, og oftani er framferðarhátturin egin.

.d~jango og move_ah:21 vísa á myndir sum prógv fyri, at tað hevur eydnast teimum at koma innum trygdargarðarnar hjá almennu føroysku samskiftis fyritøkuni.

Í øllum førum hevur Sosialurin móttikið upplýsingar, sum skulu vísa, at hesin ella hesi hava megnað at brotið seg inn í innanhýsis netið hjá Føroya Tele.