stundir eru ikki til nærveruna við tað einkulta barnið í gerandisdegnum. Ósamsvar millum krøv og vantandi møguleikar at liva upp til krøvini yvir longri tíð, gevur útbrend starvsfólk, og tað er her vit eru [...] um at vegleiða og læra frá sær. Økið er nú slitið inn á bein! Tað sker hóast meirilutin sigur seg hava játtað millónir til økið seinasta árið. Milliónirnar eru ikki komnar børnunum og starvfólkunum at [...] arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkum og viðurskiftin hjá børnum í TK verið so trupul og avbjóðandi sum NÚ. Hóast tað ongantíð fyrr, hevur verið sett so nógv fokus á námsfrøðiliga dygd frá umsitinganna síðu
Vit heita inniliga á tykkum um at leggja frá tykkum. Hetta er greiði boðskapurin frá fýra stórum fakfeløgunum á fýra av teimum fimm dómarunum í Fasta Gerðarrættinum. Tey fýra fakfeløgini eru tey stóru [...] í seinasta lagi 30. juni kunnu tey siga sáttmálan upp og so eru tey leys av Fasta Gerðarrættinum tann 1. januar í 2011. - Hvørja støðu, vit taka, veldst alt um, hvat hendir hesar næstu dagarnar, sigur [...] arbeiðssteðgir. - Tað, sum Fasti Gerðarrætturin nú hevur gjørt, er at gera seg inn á verkfalsrættin. Tað ørkymlar fakfeløgini av álvara og tí vilja vit hava at teir fýra dómarnarnir leggja frá sær fyri
verið uppi og vent, var við í sonevnda skúlapakkanum á sinni, men so spurdist ikki meir burturúr. Nú eru ítøkilig stig tikin til, at ætlan verður til veruleika. Fyrsta dagin fer ein arbeiðsbólkur settur [...] um okkum, tí annars verður útbúgvingin ov avskorin. Vit eiga at menna okkum í samstarvi við onnur, men høvuðsdenturin eigur at verða lagdur á tað vit eiga í samfelagnum. Føroyingar hava ígjøgnum øldir drúgvar [...] arbeiðið tíðliga komandi vár. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru pengar ikki settir av til ein lista- og handverksskúla. - Pengar eru í skipanini í og við at frítíðarundirvísingin ræður yvir eini játtan
menninir umborð á Lómi hava. Bæði teir og vit høvdu sjálvandi vónað, at hetta skuldi síggjast aftur í úrslitunum. Men higartil hevur tað ikki stemmað heilt hjá teimum. Vit vóna kortini, at tað fer at eydnast [...] felagið í summar, sigur hann fyrst, at tað eru seks manningar á Argjum. Orsøkin er tann, at hann eisini roknar 10-mannafarið Nólsoyingin uppí. Nólsoyingar eru í sínum egna felag í Nólsoy. Men teir hava [...] við bátunum á Argjum, búgva uttanfyri brúnna. Tað eru eisini fleiri aðra staðni frá, og tað kemur ofta fyri, at rógvarar, sum hava róð á Argjum, seinni eru við til at manna bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag
ellisheim í Fuglafirði. Aðrastaðni í Eysturoynni eru eisini eldrasambýlir sett á stovn, sum hava lætt um trýstið úti á "markini" ? um vit so kunnu siga. Hetta eru stór tøk, sum kommunurnar taka. Almenna ískoytið [...] eitt nú borgarstjórin í kommununi, Marjun Gaardbo, beyð vælkomin og segði nøkur orð um byggingina. - Eg vil bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin at síggja okkara stásiliga sambýli, sum nú er tikið [...] fyrstu átta eru flutt inn. Marjun segði, at Nes kommuna hevur arbeitt við ætlanunum um at byggja sambýli síðan 1998. - Ætlanin byggir á tann stóra tørvin á eldrarøkt, sum er í kommununi. Vit hava nógv eldri
samráðingunum, sum eru farnar fram. Og sambært libanskum eygleiðarum, so kann hendan støðan halda sær í eitt ár fram ella so – eingin av teimum stóru flokkunum missir stórvegis vald sum støðan nú fyriheldur seg [...] einum stríði millum sunni og shia-muslimar, ímeðan teir kristnu eru deildir einastaðni ímillum teir báðar størru partarnar. Men í Miðeystri eru tað ofta heilt aðrar maktir, enn sjálvt umtalaða samfelagið og [...] so trupulleikin? Tað er ikki so nógv forsetavalevnið, ið er trupulleikin. Hann er funnin. Partarnir eru samdir um Michel Suleiman generalur skal innstillast. Heldur er tað ein røð av øðrum viðurskiftum,
árini var Dánjal eins og undanmaðurin einasti djóralækni í landinum. Arbeiðsbyrðan vaks í hvørjum, og nú eru fleiri djóralæknar, sum hava privatan praksis, umframt landsdjóralæknan. Sum djóralækni var Dánjal [...] Hann hyggur upp í vindeyguni á fyrstu húsunum. Har eru gardinurnar reyðpuntutar. Konan í húsinum er í reyðpuntutum turriklæði. Eisini í hinum húsunum eru gardinurnar reyðpuntutar, og konan í seinasta húsinum [...] hon til sjúkrasystir. Elsa var fróð kvinna og skald. Fleiri sálmar, sum hon hevur yrkt ella týtt, eru í Sálmabókini. Heima í Føroyum var Dánjal eitt skifti vikarur í skúlanum í Kvívík. Men mest plagdi
óróliga farinum í havn. Luttakararnir eru oftast tveir áhugabólkar, og mangan eru evnini politisk, t.d. fiskivinnan, pensjónir, ferðsla, sjúkrarøkt, og altíð eru serlig fakfólk boðin við. Tað kunnu vera [...] Bókaummælini í Útvarpi Føroya eru spøk afturímóti. Lurtarin følir, at stigið verður varliga. Tað er als ikki lætt at ummæla í hesum lítla landi. Eplið er ov nær slokkinum, kunnu vit siga, eldur í fjúsinum, hatta [...] ein ummælari er vællisin." Nú fer at knípa hjá hesum ummælara og kanska fleiri við. Kortini vágar undirritaða sær at avdúka, at hon heldur, at fleiri sendingar í miðlunum eru ringar at skriva um. Orsøkin
- Eg eri samdur við Kristian Martin Petersen, línuskipareiðara, um, at vit eiga at gera nógv fleiri royndir á Føroyabanka, enn vit higartil hava gjørt, bæði við línu og troli. Tað sigur Jacob Vestergaard [...] eisini er annar fiskur á Føroyabanka enn toskur og hýsa, sum vit sjálvtsagt eiga at gagnnýta. - Tað er onkur sum heldur, at hesin fiskur, eitt nú havtaska, skøta og annað, kann vera ein av orsøkunum til, [...] stongdu leiðirnar á Føroyagrunninum, sum er galdandi fyri Føroyabanka í løtuni. Fleiri eftirmetingar eru gjørdar av stongdu leiðunum, men higartil hevur tað ikki víst seg at vera politisk undirtøka fyri at
tons tilsamans hvønn søludagin. Men, teir prísir, vit sóu á hýsu hesar báðar søludagarnar, kunnu slett ikki samanberast við teir prísir, vit síggja í dag, nú fiskiflotin - serliga línuskipaflotin - bjóðar [...] var fyri hýsu 2 - og við søluna 5. januar var besti miðalprísur 21,19, sum var fyri hýsu 1. Hyggja vit eftir hýsuprísinum við søluna seinasta mánadag, 25. januar, tá væl størri ráfiskanøgdir vóru á marknaðinum [...] hýsu sum fer pakkað og heil av landinum. At enda er tað eisini ein spurningur, hvussu nógvir keyparar eru á marknaðium í løtuni, sum keypa, pakka og senda hýsu óvirkaða av landinum - og soleiðis hava eitt