- Tey flestu halda, at russar góvust at njósnast, tá Sovjetsamveldið datt sundur, men veruleikin er, at Russland njósnast líka illa nú, sum Sovjetsamveldið gjørdi undir kalda krígnum.
Tað sigur tann nýggi ovastin fyri bretsku mótnjósningini MI5, Jonathan Evans, sum tó leggur afturat, at tað eru ikki bara russar, sum njósnast í Bretlandi. Kina og onnur lond gera tað sama, sigur hann.
- Sjálvt um tjúgu ár eru liðin, síðani kalda kríggið endaði, noyðast vit framvegis at brúka nógva orku og nógvar pengar til at verja land okkara ímóti útlendskari njósning, sigur Jonayhan Evans.
Men MI5 fæst ikki bara við russiskar og aðrar útlendskar njósnarar. Jonathan Evans sigur, at mótnjósningin hevur verið í sambandi við unglingar í 15 - 16 ára adri, sum hava verið uppi í ætlanum um yvirgang. Kanningar hava eisini avdúkað, at fleiri yvirgangsfelagsskapir liggja framvið at fáa ungfólk at fremja yvirgang.