5,7 prosent í lønarhækking

Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu gjáramorgunin undir nýggjan sáttmála fyri starvsfólkini hjá Postverki Føroya.

Postverkið: Starvsfólkini fáa 5,7 prosent í lønarhækking og 2 prosent oman á eftirlønina

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum segði eftir samráðingarnar, at hon var væl nøgd við nýggja sáttmálan.

Hon viðgekk kortini fyri útvarpinum, at tey ikki fingu tað, tey fóru eftir – sum var ein lønarhækking í sáttmálaskeiðinum upp á 10 prosent.

- Virði á semjuni er kortini um 8,5 prosent, og tað eru vit væl nøgd við, segði Selma Ellingsgaard.

Lønin hjá starvsfólkunum hjá Posteverki Føroya hækkar við 5,7 prosentum frá 1. oktober í fjør at rokna, meðan eftirlønin hækkar tvey prosent frá 1. januar í ár. Sáttmálaskeiðið gongur til 1. januar í 2010.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er eisini nøgt við semjuna. Ester Dahl frá Vinnuhúsinum vísti á, at tey hava eisini fingið broytt ymsar orðingar, har leiðslurætturin varð skerdur.

Eitt dømi um hetta er forðingin hjá leiðsluni í postverkinum sum førdi við sær, at hon hevði ikki rætt at seta ávís størv. Hetta er nú broytt, soleiðis at leiðslan lættari fær sett fólk í starv.

Sum heild eru tey í Vinnuhúsinum eisini væl nøgd við semjuna.