– Men longu nú kunnu vit avdúka tey seks, sum eru í uppskoti, sum eru í uppskoti, sigur Synergi í tíðindaskrivi.
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvør verður Ársins leiðari 2014, hevur funnið fram til tríggar sterkir topp-kandidatar innan bæði tað privata og tað almenna.
Top 3 kandidatar innan tað privata - í alfabetiskari raðfylgju:
Atli Gregersen, HiddenFjord
Eirikur Lindenskov, Miðlahúsið
Johanna á Bergi, Faroe Ship
Topp 3 kandidatar innan tað almenna - í alfabetiskari raðfylgju:
Annika Sølvará, Granskingarráðið
Eyðun Mørkøre, TAKS
Jenny Christina Petersen, Tjóðpallur Føroya
Almenningurin hevur havt møguleika at senda inn tilnevningar, og hevur áhugin verið størri enn nakrantíð.
Í 2013 gjørdist Ólavur Asafson Olsen, stjóri, KJ Hydraulik Ársins privati leiðari, og Halldis Joensen, leiðari, Heimið við Vallalíð Ársins almenni leiðari.
Í dómsnevndini sita Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari Føroya Bjór, Andras Róin, stjóri Bústaðir og Gunnleyg Durhuus. fyrrv. depilsstjóri Eldradepilin.