Mørkøre: Hetta er úrslitið av einum valdømi

Ongin ivi er um, at valið av landsstýrisumboðum, er eitt beinleiðis úrslit av, at Føroyar gjørdust eitt valdømi, sigur samfelagsfrøðingur - Longu í sambandi við uppstillingina, sóu vit, at valfeløgini fóru at missa vald. Valið av nýggjum landsstýri er eitt framhald av hesi gongdini.

Hetta sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, í sambandi við, at sjey av átta landsstýrisfólkum eru úr Streymoynni, harav seks úr Havn og Hoyvík.

Spurdur um hann heldur hetta vera eina negativa gongd, sigur samfelagsfrøðingurin:

- Ein partur av demokratinum er, at lóggevandi valdið er ein spegilsmynd av fólkinum. Aldur, kyn, samfelagsliga og landafrøðiliga, so sæð út frá hesum, er útjaðarin fyri vanbýti í valinum av landsstýri, sigur Jógvan Mørkøre.

Hann vísir eisini á, at fimm av átta landsstýrisfólkum eru akademikarar, og øll uttan ein fyri tað mesta hava havt starv innan tað almenna.

- Tað verður ikki longur lurtað eftir valfeløgunum, tá landsstýrisfólk skulu setast. Fyrr royndi hvør einstakur av teimum stóru flokkunum at hava eina geografiska javnvág, men tað er púrasta slept nú, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.