- Ein stór orsøk til, at nógv gomul fólk flyta á Sambýli, er, at tað er nógv bíligari enn at búgva heima!
Hesum eygnarívandi páhaldi kom formaður í Pensónistafelagnum í Havn, og nevndarlimur í landsfelgnum hjá pensjonistunum, Finnur Johansen, við á Fólkafundinum í Klaksvík nú um vikuskiftið.
Hann staðfesti, at ein pensjónistur rindar 5.500 krónur um mánaðin fyri at búgva á sambýli.
Fyri tað fáa tey allar tænastur og eingin kann búgva heima fyri so bíligan penga, sigur hann.
Hinvegin rindar tað almenna eina hálva millión í rakstri til hvørt búfólk á einum sambýli.
- Tað hava vit ikki ráð til, sigur Finnur Johansen og hann leggur afturat, at hann veit sjálvur um frísk fólk, sum búgva á sambýli.
Hann sigur eisini, at fólk vilja helst búgva heima sum longst.
Og hansara páhald er, at tað eru ikki tey gomlu sjálvi, sum taka avgerðina um, at tey skulu flyta á sambýli.
- Tað eru arvingarnar, sum vilja hava tey gomlu á sambýli, fyri at fáa arvin og tað tvíhaldi eg um, til onkur hevur mótprógvað tí sigur Finnur Johansen.










