Hava lopið á goymslur hjá Ozon í Russlandi

Ukraina hevur framt dronuálop móti einari røð av vørugoymslum hjá Wildberries, sum er størsti nethandil í Russlandi. Nú stóð Ozon fyri skotum

Russiskir myndugleikar siga í morgun, at tvær vørugoymslur hjá nethandilsrisanum, Ozon í Russlandi, eru álopnar við dronum.

 

Goymslurnar vóru í Orenburg og Ufa.

 

Ukraina hevur síðan hin 18. juli framt dronuálop móti einari røð av vørugoymslum hjá Wildberries, sum er størsti nethandil í Russlandi.

 

Sagt verður, at stórir partar av vørugoymslunum hjá fyritøkuni eru oyðilagdar.