Drepið dreparasniglarnar

Dorete Bloch heldur at allir føroyingar eiga at fara í hernað móti morsniglinum alt fyri eitt.

Dorete Bloch, leiðari á djórasavninum hjá Umhvørvisstovuni, mælir fólki, ið koma fram á morsnigil, um at týna hann alt fyri eitt.

Umhvørvisstovan sigur, at tann fyrsti morsnigilin í ár varð sæddur 5. mars. Men síðan hevur verið so mikið kalt í veðrinum, at ikki fyrr enn nú fyrst í apríl eru fleiri at síggja.

Til tess at halda talinum niðri og helst týna allan stovnin, eiga vit at fara undir at beina fyri sniglinum frá teirri løtu, teir fyrstu smáu ikki-kynsbúnu sniglarnir koma fram. Tí at verða teir makingarførir, kann talið á teimum koma upp í eina millión eftir einum summari, um einki verður gjørt beinanvegin.

Skal bardagin móti morsniglinum, ella dreparasnigilin, muna, eigur alt grannalagið at fylkjast og beina fyri honum.

Ráðini frá Doretu Bloch til at basa sniglinum eru millum annað:

Brúkið sniglafellu, egnið við keks, øli ella súreplaflusi, leggið út sniglaeitur, jarnsulfat [Fe2(SO4)3], ið ikki er eitrandi fyri fugl ella hópast upp í natúruni, ella takið teir allar upp og koyrið teir í kókandi vatn.