ein avrætting.? Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin [...] maltesarin er komin til Føroya og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum. Træðrir eru aftur til krossriddararnar á Rhodos í 16. øld og til S/S Sauternes, sum sakk í [...] eitur Adventus Domini. ?Tað lak út úr hálsinum á tí høvuðleysa manninum. Tað vínreyða teppið framman fyri seingina var druknað í blóði, sum somuleiðis hevði sprænt út á veggin yvirav. Annars sá kamarið á
innsamlingin til frama fyri tey neyðstøddu heldur fram, so leingi sum áhugi er fyri at stuðla. Seinni verður tikið støða til, hvat peninguri skal brúkast til. Hann verður oyramerkitur til eitt nú teppir [...] staðfestir í Honduras og Nicaragua, og vandi er fyri at kolerafarsóttin fer at herjamillum tey túsundtals neyðstøddu í hesum londum. Til tess at forða fyri hesum, er Reyðikrossur í Danmark við í fyribyrgjandi [...] arbeiðinum, og hava sent fleiri bólkar av serkønum til neyðstøddu økini, sum skulu umvæla og reinska vatnleiðingarnar. Felagsskapurin hava sent vatntangabilar til Honduras, sum veita 50.000 fólkum drekkivatn
og “heldur sær í minsta lagi til” er vanligt at síggja á føroysku vørunum. Soleiðis er tað eisini í Danmark, men nú byrja fleiri fyritøkur at broyta orðingina. Í staðin fyri at skriva “best áðrenn xx/xx” [...] skal blakast út stendur nevniliga "seinasti nýtsludagur". Sambært DR er tað appin fyri matoyðsl “ToGoodToGo”, sum stendur fyri átakinum. Fyritøkur, ið hava tikið undir við hesum, eru eitt nú Arla, Carlsberg [...] xx/xx”, verður heldur skrivað “ofta gott eftir xx/xx”. Hetta er fyri at gera boðskapin týðiligari - at mann ikki nýtist at blaka matin burtur, tá ásetti dagurin er liðin. Dagfestingin í “best áðrenn” er bara
koma til Vágs á Fótbóltsakademi Føroya og samstundis ganga í 10. flokk í Vágs skúla, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi í dag. Har verður eisini boðað frá, at Fótbóltsakademi Føroya skipar fyri at næmingar [...] mat undir tryggum og skipaðum viðurskiftum hjá vertfamiljum í Vági. - Gjaldið fyri at ganga á Fótbóltsakademi Føroya og fyri bústað og mat er 3.500 krónur um mánaðin. Um næmingar norðanfjørðs búgva hjá [...] Áhugin fyri at sleppa á Fótbóltsakademi Føroya er stórur, eisini frá næmingum norðanfjørðs, verður sagt úr Vági. - Vit á Fótbóltsakademi Føroya er fegin um at vit nú kunnu bjóða næmingum úr øllum Føroyum
sostatt markast til at gera ábøtur á vegakervið fyri. Miðflokkurin ætlar, at byrja longu í ár, og tískil mælir flokkurin eisini til, at Løgtingið samtykkir, at Landsverk fær eina eykajáttan til endamálið í [...] vegir, tunlar og brýr. Tað ætla teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Bill Justinussen og Jenis av Rana. Tí hava teir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Landsverki 20 milliónir krónur um árið [...] er at heinta alt tað forsømda inn aftur. Landsverk hevur nevniliga víst á, at játtanin til at halda vegakervið fyri, er so lág, at tey klára verri enn so at halda tørn, og sostatt versnar støðan hvørt einasta
Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin heldur at veljarakanningin allarhelst er merkt av persónsmálum, sum hava fylt nógv í fjølmiðlunum seinastu tíðina og Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur [...] Í veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting um vikuskiftið, sæst, at Sambandsflokkurin hevði tódnað niður í seks løgtingsumboð við einans 17,4 prosentum av undirtøkuni millum veljararnar [...] heldur, at serliga floksformaðurin hevur herðaklapp uppiborið fyri góðu veljarakanningina. Helgi og Rigmor eru tó á einum máli um, at flokkanir dystast um somu veljararnar, og tað setir sín dám á úrslitini
dystin fyri AB. Tað stóð teimum flestu klárt, tá hann bleiv útskiftur móti Skála sunnudagin. Landsliðsframherjin fór beina leið í skiftirúmið. Síðani tykist púra vist, at Jóan Símun skiftir til HB og at [...] at skiftið kemur upp á pláss í dag. Enn er óvist hvat fyri sáttmála talan er um, men tað er ikki óvanligt fyri HB at gera sáttmálar, sum eru longri enn eitt ár. Sum skilst, so vil HB hava Jóan Símun í [...] Gibraltar, og møguliga FK Partizan úr Serbia, um HB kemur víðari. Jóan Símun verður sæddur sum avloysarin fyri Andrew av Fløtum í álopinum hjá HB. Andrew hevur havt eitt gott kappingarár, men hevur drigist við
gardinur og innbúgv til nýggja sambýlið til sálarsjúk í Havn vórðu latin upp hjá Landsverki í gjár. HTH bjóðaði sær til at lata køkarnar fyri 638.975 krónur, Eikin kundi lata teir fyri 665.000 krónur, og [...] tí hægsta og tí lægsta tilboðnum upp á gardinur. Byggitilfar bjóðaði sær til at lata gardinurnar fyri 63.535 krónur, Eikin fyri 69.875 krónur, Vøruhúsið 71.941 krónur, Colorama 81.319 krónur, Nema 111 [...] og hægsta tilboðið, sum var frá Blika, var upp á 133.644 krónur. Tey trý tilboðini upp á innbúgvið til nýggja sambýlið vóru frá Eikini, Nema og Inventartænastuni og vóru ávikavist 88.975 krónur, 111.890
knýttur afturat felagnum sum venjari í mong ár. Í fjør stóðu Flemming og Kári Horn á odda fyri kvinnunum, til Julian Johansen einsamallur tók yvir, og nú tekur Flemming so eitt tørn afturat saman við Palla [...] Bólkurin, sum stendur fyri besta kvinnuliðnum hjá Neistanum váttar, at sáttmáli er gjørdur við venjaraparið, sum skal venja Neista-kvinnur. Palli Joensen hevur drúgvar royndir bæði sum venjari og leikari [...] leikari. Sum venjari hevur hann áður staðið á odda fyri bestu mans- og kvinnuliðunum hjá VÍF og hjá StÍF. Eisini hevur hann vant kvinnrnar hjá Søljuni, umframt at hann í trý ár hevði ábyrgdina av føroyska
tikið til at gera tunnil til Fámjins. Tað hendir, nú Landsverk heitir á fyritøkur um at søkja um at verða góðkendar til at bjóða upp á arbeiðið. Løgtingið hevur samtykt at gera Fámjinstunnil fyri at bøta [...] ferðasambandið til og úr Fámjins. Nýggi tunnilin verður umleið 1.200 metrar langur. Haraftrat skulu gerast umleið 1.000 metrar av landsvegi oman fyri Ørðavík og umleið 400 metrar oman fyri Fámjin. Nýggjar [...] Nýggjar íbindingar skulu eisini gerast oman fyri Ørðavík og Fámjin til gamla vegin upp um Ørðaskarð. Tilsamans er sostatt um at gera umleið 2.600 metrar av vegi og tunli. Landsverk sigur, at ætlanin er at bjóða